Les eisini: Rættarsakin hjá Cosby byrja aftur
Umframt, at 81 ára gamli Cosby kann enda í fongsul í 10 ár, so er hann eisini dømdur fyri alment at vera ein "seksuellir greðingur", sum inniber - at tað kemur at vera registerar so leingi maðurin er á lívið og so skal hann eisini fáa hjálp fyri hetta - restina av lívinum.
Bill Cosby varð einsamallur í rættinum, tá ið hann bleiv dømdur. Enntá konan hjá honum, 74 ára gamla Camille Cosby varð ikki til staðar, tá ið hann bleiv dømdur. Cosby sjálvur hevði onga viðmerking til dømingina hjá dómaranum.
Fleiri kvinnur, sum Cosby er ákærdir fyri at hava neyðtikið - stóðu við liðuna hjá Constand, tá ið dómurin bleiv lisin upp og sjálv er Andrea Constand vorðin til ein frontfigurir í rørsluni "metoo" eftir fyrru døming hjá Steven O'Neill. Fleiri "metoo" kvinnur klappaðu í rættinum í Montgomery í Norristown, tá dómur bleiv lisin upp.
JáH (y) 26.09.2018