Síðan 1. januar hevur Arnhold verið avloysari á Læknamiðstøðini og sostatt hava hann og familjan longu búð í Klaksvík í nærum eitt ár.
Tey fullu skjótt og væl til, og frá 1. desember er Arnhold at rokna sum fastur kommunulækni í Norðoya læknadømi. Hetta varð hátíðarhildið við móttøku á Læknamiðstøðini í dag, har Beinta Klakstein, forkvinna í
Trivnaðarnevndunum í Klaksvíkar Býráð helt røðu og ynskti nýggja læknanum til lukku.
Umboð fyri alt heilsuverkið í Norðoyggjum vóru við til móttøkuna, og í røðu síni legði Beinta Klakstein millum annað dent á stóra týdningin og tryggleikan, sum fylgir við starvinum sum kommunulækni.
Niðanfyri endurgeva vit alla røðuna hjá Trivnaðarnevndarforkvinnuni:
“Góði Arnhold
Tað er mær ein ómetaliga stór gleði at ynskja tær til lukku við starvinum, og tær og familjuni vælkomin til Klaksvíkar.
Tú hevur kanska hoyrt um tað, at vit í Klaksvík hava tendens til at blíva rættiliga góð við okkara læknar.
Og tá ið vit hava fingið teir, so vilja vit ikki av við teir aftur!
So vit eru fantastiska glað fyri at hava fingið teg og vóna sjálvandi, at tú verður her hjá okkum í nógv góð ár.
Og SKULDI tað hent seg, at vit noyðast av við teg, so mugu vit sjálvandi síggja til, at tað kann henda í sátt og semju uttan mannaði herskip á pollinum.
***
Nei skemt til viks, hetta er ein gleðilig løta at vera við til.
Ikki bara hava vit fingið ein ungan og dugnaligan kommunulækna.
Vit hava eisini fingið eina familju, sum longu hevur funnið seg til rættis og er byrjað at geva sítt íkast til býin.
Havi latið mær fortalt, at tit longu eru blivin KÍ-arar, og tað er eitt alvorliga gott tekn uppá væleydnaða integratión, so koyrið endiliga á við tí.
***
Starvið sum kommunulækni er millum tey týdningarmestu í øllum samfelagnum.
Sum fastur lækni verður tú tann, sum nógv av okkum koma til, tá vit gerast sjúk.
Tú ert okkara tryggleiki, óansæð um vit eru ung ella gomul og um vit hava oyrastingir ella búkilsku.
Tað krevur fjølbroytni og nærlagni, sum eg veit, at tú hevur.
Sum fyrsta lið og avvarðandi lækni er tú eisini tann, sum skal leiða sjúklingin víðari inn í heilsuverkið, tá tørvur er á tí.
Tað krevur álit, dýpd og samstarvsevni at spæla ein so sentralan og nærverandi leiklut í samlaða heilsuverkinum, og vit gleða okkum øll ómetaliga nógv at njóta ágóðan av samstarvinum millum teg og øll hini, sum eisini eru væl umboðaði her í dag.
Enn einaferð hjartaliga til lukku við starvinum og blíðan byr framyvir.
Og so sjálvandi, her at enda: Koyr á KÍ!”
Kelda: www.klaksvik.fo
Stórt tillukku Arnold Jensen, við tína lið er tað mín Kommunulækni Magnus Magnussen og eg veit at mamma og pápi, bæði 79 ára gomul eru sera glað at tú ert blivin Kommunulækni í Klaksvík. Góðan byr framyvir.
SáH