Men har vísti tað seg, at tað einans vóru tveir flokkar, sum stilla upp til hetta Kommunuvalið í Klaksvík, nevniliga Fólkaflokkurin og Nýtt Sjálvstýri.
Fólkaflokkurin hevur yvirlutan uppá núverandi tíðspunkt av plakatum, tó at stóra plakatin hjá Nýtt Sjálvstýrinum er sera fangandi.
Og tað er sera løgið, at flokkarnir Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin ONGA plakat hava koyrt upp enn, tí nú eru bert 9 dagar eftir til Kommunuvalið 2016 og ein krevur at vera eitt sindur sjónligur, um ein skal hava nakran sum helst møguleika at sleppa inn aftur.
Í Havnini hinvegin er býurin smekkfullir av plakatum og serliga tær stóru plakatirnar av Heðini Mortensen vekja stóran ans í Havnini. Nær flokkarnir, Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin fara at vakna í Klaksvík og smekka nakrar plakatir upp - er so ein heilt annar spurningur!
JáH (y) 29.10.2016