
Var sjálvir ein túr seinasta fríggjadag við bussinum og tá hendi tað akkurát, har tríggir dreingir runnið yvir vegin fyri at klára bussin, men skilti var hinmegin vegin og hevði bussførarin ikki verið so beinasamur, so mátti hesir dreingir bíða í ein tíma, inntil næsti bussir kom, tí hetta var aftaná kl. 18.00 og teir stóðu á skeivari síðu á vegnum.
Eisini er tað ov langt ímillum steðgiðstaðið frá "Undir Græshjalla" og til húsini hjá Brandal á Skáltaveginum, tí klárar tú ikki bussteðiðstaðið misskeiðis á Helnabrekku, so hevur tú ongan møguleika, at klára oman til Brandal.
Annars lata fólkini væl at, at bussleiðin er byrja at koyra her norðuri, nú er bert at tillaga støðini og tíðirnar, so tær passa við skúlan og arbeiðsplássini.
SáH