
Filmurin er frá ár 2009 og eitur "World's greatest Dad" har Robin spælir pápi til ein son, sum elskar at kvala seg sjálvan, ímeðan hann fleygar sær. Einaferð endar galið hjá soninum og endar tað við, at sonurin situr deyður í kamaranum við einum belti um hálsin, tá pápin (Williams kemur inn).
Í filminum heldur pápin, at tað er ein fúl skomm, og velur tískil at flyta tann deyða sonin í eitt klædnaskap og síðan ringja eftir løgreglini. Hann velur síðan at skriva eina bók um hendingina og endar við at skora kassan - also í filminum. Um tú ikki hevur sæð filmin, so kann undirritaði fortelja frá, at tað er svartur humor allavegin ígjøgnum og er filmurin sera væl spældur av Robin Williams.
Í veruleikanum bleiv Robin Williams funnin hongdur (við belti) um hálsin í einum klædnaskapi, har hann eisini hevði skorið seg um hondliðina, vita amerikanskir fjølmiðlar at boða frá. Ergiligt er at ein so talentfullur maður velur ein so tristan enda.
Hygg eftir "trailara" niðanfyri:
JáH (y) 14.08.2014