Jaspis og Ametyst liggja nú við Kósabryggjuna. Eitt dóttirfelag hjá P/f Nærabergi keypti partrolarnar frá Havborg fyrst í desember 2023.
Vit ynskja teimum vælkomin til Klaksvíkar og ynskja teimum gott fiskarí og góðan byr í framtíðini.
SáH
Jaspis og Ametyst komnir til Klaksvíkar Jaspis og Ametyst liggja nú við Kósabryggjuna. Eitt dóttirfelag hjá P/f Nærabergi keypti partrolarnar frá Havborg fyrst í desember 2023. Vit ynskja teimum vælkomin til Klaksvíkar og ynskja teimum gott fiskarí og góðan byr í framtíðini. SáH Tá ið Norrøna kom á Havnina í gjáramorgunin, framdu tollarar hjá TAKS rúsevnaeftirlit á staðnum. Í sambandi við eftirlitið varð komið fram á ikki minni enn 24 kilo av hassji í einum bili, sum tikin var til viks til kanningar, tá ið hann kom í land av Norrønu. Eftir at smuglingin var staðfest, sendu tollararnir boð eftir løgregluni, sum kom á staðið og handtók smuglararnar, mann og kvinnu. Málið liggur nú hjá løgregluni. Taks Føroya Keypssamtøka boðar hervið frá, at handilin í Saltangará letur aftur. Samstundis verður boðað frá, at FK fær nýggjan stjóra. Mikudagin 31. januar 2024 steingir Føroya Keypssamtøka deildina í Saltangará. Handilin hevur verið partur av Føroya Keypssamtøku síðani 1989, men seinastu árini hevur verið trupult at fáa rakstur í vegna ónøktandi hølis- og atkomuviðurskifti. Í løtuni eru tíverri ikki útlit til at vend kemur í raksturin. Tískil er avgerð tikin um at steingja handilin, sigur Jákup Mørkøre, formaður í Føroya Keypssamtøku (FK). “Avgerðin at steingja handilin í Saltangará hevur ikki verið løtt, men hon er neyðug. Ótíðarhóskandi hølisviðurskifti og parkeringsumstøður hava seinastu mongu árini elvt til, at trupult hevur verið at fáa rakstur í handilin, hóast leiðari og starvsfólk hava gjørt alt, tey kunna. Sum støðan var vorðin, hevði tað verið ábyrgdarleyst at rikið handilin víðari,” sigur Jákup Mørkøre. Øll 17 starvsfólkini í FK Saltangará, harav 1 fulltíðarstarv, hava í dag fingið handað uppsagnarskriv. Í sambandi við uppsagnirnar hevur FK ráðført seg við avvarandi fakfeløg, ALS og Vinnuhúsið. Leiðsla og stjórn í Føroya Keypssamtøku ynskja at takka deildarleiðaranum, Ingun Davidsen, og starvsfólkunum í handlinum í Saltangará fyri einastandandi trúskap og hart arbeiði hesi árini. Teirra íkast eigur stórt rós uppiborið, men tíverri krevja umstøðurnar, at vit taka hesa avgerð, sigur Jákup Mørkøre. Samstundis hevur FK gjørt avtalu um tættari samstarv við COOP Danmark til tess at tryggja betri rakstur, øktar førleikar og hjálp í sambandi við nýskipan av bygnaðinum og dagføringar av Føroya Keypssamtøku og deildunum hjá FK. “Vit eru farin í gongd við eina tilgongd saman við COOP Danmark, sum hevur til endamáls at skipa bygnaðin fyri Føroya Keypssamtøku og tær seks eftirverandi deildirnar av nýggjum. Vit hava tørv á einum sterkum samstarvsfelaga, sum kann økja um leiðslu- og rakstrarførleikarnar, soleiðis at raktsurin av FK kann bøtast og samtakið endurnýggjast. Tískil hava vit gjørt eitt tættari samstarv við COOP Danmark í eitt tíðarskeið frameftir,” sigur Jákup. Súsanna Poulsen fer frá sum stjóri í FK Í sambandi við arbeiðið at umskipa bygnaðin av Føroya Keypssamtøku, er avtala gjørd við Súsannu Poulsen, at hon fer frá sum stjóri. Nýggjur stjóri er Kristian Wolsing frá Coop Danmark, sum verður fyribilssettur stjóri. Kristian Wolsing hevur seinasta hálvtannað árið arbeitt sum rakstrarráðgevi hjá FK. Súsanna Poulsen heldur fram sum serligur ráðgevi hjá FK, og skal verða við til at tryggja eitt lagaligt skifti frá verandi støðu til ein nýggjan komandi bygnað fyri Føroya Keypssamtøku. “Eg vil fegin takka Súsannu Poulsen fyri hennara ídni og stóra arbeiði, síðani hon kom í starv hjá FK hin 1/6 í 2022. Eg gleðist eisini um, at hon átekur sær at arbeiða sum ráðgevi komandi mánaðirnar til tess at tryggja dagliga raksturin, samstundis sum vit arbeiða mótvegis eini varandi framtíðarloysn. Eg fari eisini at takka Kristian Wolsing, bæði fyri arbeiðið, hann hevur lagt í Keypsamtøkuna higartil og fyri at siga ja til at hjálpa okkum við at menna, styrkja og dagføra Føroya Keypssamtøku”, sigur Jákup Mørkøre, formaður. Endaliga uppskotið um ein nýggjan bygnað fyri Føroya Keypssamtøku og ymsu deildirnar undir FK, verður viðgjørt á komandi aðalfundi. Nærri kunning Fyri nærri kunning, spurningar o.a. vinaliga setið tykkum í samband við: Jákup Mørkøre, stjórnarformann: +298 223914 / [email protected] Um Føroya Keypssamtøku Føroya Keypssamtøka varð stovnað í 1965 sum ein samanrenning av trimum lokalum keypssamtøkum, tá ið Havnar Keypssamtøka frá 1952, Klaksvíkar Keypssamtøka og Fuglafjarðar Keypssamtøka, báðar stovnaðar í 1961, valdu at leggja saman til eina størri eind undir navninum Føroya Keypssamtøka, í dagligari talu nevnd FK. Eftir at handilin í Saltangará er latin aftur, eru FK-handlar í Fuglafirði, Klaksvík, Miðvági, Hoyvík, Tórshavn og Trongisvági. Føroya Keypssamtøka er eitt lutafelag, sum limirnir eiga. Allar ognir, ið fyritøkan eigur, eru ogn hjá limunum, sum í løtuni eru 14.500 í tali. FK er 100% føroysk, men samstarvar um vøruinnkeyp, úrval og annað við altjóða felagið COOP. Limirnir atkvøða árliga, hvør skal sita í stjórnini. Eitt møguligt yvirskot í FK verður ikki býtt út til partaeigarar, men kemur limunum og viðskiftafólkunum í FK til góðar. FK hevur sum mál at ganga á odda og vera sjónlig í samfelagnum, serstakliga í sambandi við vistfrøði, umhvørvi og ábyrgdarfulla sølu. Føroya Keypssamtøka Nú eri eg morgunmaður og umleið klokkan fýra í morgun kom ein sløkkiliðsbilur við fullari ferð forbí húsini hjá okkum í Lyngby Trustrup, ikki gekk long tíð, so kom tann næsti og so tann næsti, haldi har komi umleið 5 sløkkiliðsbilar, so visti eg at okkurt var heilt galið. Køla myrkt var, so best ikki at blanda seg, men eg luktaði brendaroyk, so tað var kanska best at fara at kannað hvar eldurin var. Tók myndatólið við og rætt hevði eg tað var eldur í einum húsum í grannalagnum. Eldur var enn í húsinum tá ið eg kom á staðið, men tey stóðu ikki til at bjarga og sløkkiliðsmennirnir royndi alt tað teir kundi at sløkkja eldin. Tosaði við fólk á staðnum og spurdi um nakar var inni í húsinum, men søgdu tey at fólkini vóru burturstødd, so tað var sera gott, nú eldurin kyknaði um náttina. Klokkan er nú 7 og nú sæst ongin roykur, men sløkkiliðið er enn á staðnum. SáH
Kl. 0245: í løtuni rennur vatn úr loftinum í Eysturoyartunnilinum niður á koyribreytina.
Bilførarar gjørdu vart við hettar sunnukvøldið, stutt fyri miðnátt. Hettar hendur 610 metrar inni í tunnilinum frá munninum á Hvítanesi. Tunnilsfelagið og serkøn fólk hjá Articon hava hugt uppá lekan og meta ikki, at nakar vandi er av hesum, men tó kunnu fólk hvøkka við, og tí gera vit vart við hattar. Ivaleyst vatn sum hevur staðið í helluni, og sum nú er fari at renna, tí hol er komi í sproytibetongið, sum tunnilsveggurin er klæddur viď. Lekin verður umvældur sum skjótast - møguliga mánakvøldið. Góðan dag ynskja vit tykkum øllum. Vaktleiðarin Føroya Politi Her filmsklipp Føroya Politi hevur lagt út á Facebook, sjá herundir:
Í samband við trónuskiftið í dag 14. januar, er løgmaður við til stóru hátíðarløtuna á Christiansborg í Keypmannahavn. Í morgin luttekur løgmaður í Fólkatinginum, tá ið móttøka verður fyri nýggja kongsparinum.
Við sær til trónuskiftið, hevur løgmaður skrivligar heilsanir til Margretu drotning og nýggja kongsparið, Fríðrik kong og Mary drotning. Heilsanirnar kunnu lesast niðanfyri. Heilsan til Fríðrik kong og Mary drotning Góðu Fríðrikur Kongur og Mary Drotning Dagurin í dag hevur verið søguligur á sín heilt egna hátt, nú vit hava upplivað trónuskiftið fyri fyrstu ferð í samfull 52 ár. Vit fegnast um, at danska kongsríkið hevur fingið eitt trúfast og álitisfult kongspar, sum verður við til at leggja rásina fyri ríkið framyvir. Vit gleða okkum at fylgja tygara hátignum á hesi týdningarmiklu lívsleið, og at bjóða tykkum vælkomnum, tá ið ferðin aftur verður løgd til Føroya. Vit vóna inniliga, at vit kunnu halda fram við tøttu sambondunum landanna millum. Vegna Føroya landsstýri og Føroya fólk beri eg kongsparinum við familju øll góð ynski um eina bjarta framtíð. Við hávirðing Aksel V. Johannesen Heilsan til Margretu drotning Vegna Føroya landsstýri og Føroya fólk beri eg tygara hátign eina heilsan í sambandi við søguliga trónuskiftið í dag. Síðan tygum í 1972 tóku yvir trónuna eftir Fríðrik 9., hevur heimurin áhaldandi broytt seg. Øll hesi árini hava tygum verið ímyndin av framhaldni, støðufesti og tign. Í einum kongsríki við trimum londum og trimum fólkum, er somuleiðis nógv broytt, og ikki altíð uttan baldrutan sjógv. Tætta menniskjaliga sambandið og felags søgan knýtir okkum tó saman sum lond og fólk, og tygum hava í samfull 52 ár hildið heildini virðiliga saman. Eg loyvi mær við hetta høvið at takka tygara hátign fyri drúgva tænastu sum drotning okkara fyri fólkið og alt kongsríkið. Takk fyri trúfastar vitjanir í Føroyum og fyri áhugan og forvitnið fyri Føroyum og føroyska fólkinum. Takk fyri vísar eygleiðingar, gevandi samrøður og ógloymandi upplivingar, sum liva víðari í søgum og minnum ættarlið eftir ættarlið. Við hesum verður ynskt tygara hátign blíðan byr. Við hávirðing Aksel V. Johannesen Myndir: DR Patrick van Katwijk/Getty Images Týskvøldið 16. januar kl. 17:30 er skrúvugudstænasta v/Marjuni Lómaklett. Eftir gudstænastuna eru øll vælkomin í kirkjukjallaran til skrúvur og kjøtsós. On Tuesday, 16th of January at 05:30 pm, we have a spaghetti service with the priest, Marjun Lómaklett. After the service everyone is welcome for spaghetti and meat sauce in the church basement. Christianskirkjan
Samandráttur: Heilt, heilt, ótrúligt, vit hava skrivað søgu í EM2024
Her samandráttur av ótrúðliga úrslitinum í kvøld, har Føroyar megnaði at spæla jávnt móti risanum Norra, sum áðrenn kappingin varð rokna við ein av liðunum sum skuldi spæla um heiðursmerkini til EM 2024 í hondbólti, eitt av allerstørstu avrikunum í føroyskari ítróttarsøgu, sjá samandráttin herundir: Kunngerð lýst, sum loyvir skipum at landa svartkjaft uttanlands til og við 29. februar 202412/1/2024 Kunngerð lýst, sum loyvir skipum at landa svartkjaft uttanlands til og við 29. februar 2024 Dennis Holm, landsstýrismaður, hevur lýst broyting í kunngerð nr. 170 frá 30. desember 2019 um landing í Føroyum, sum loyvir skipum at landa svartkjaft uttanlands til og við 29. februar 2024, sí her. Frystivirkini taka ikki ímóti svartkjafti og skipini kunnu sostatt bert landa til ídnað. Tí er móttøkuorkan í Føroyum avmarkað og skipini mugu bíða eftir at sleppa framat at landa. Til tess at tryggja, at stígur ikki kemur í fiskiskapin eftir svartkjafti grundað á væntandi móttøkuorku, verður frávik gjørt frá galdandi áseting um, at bert 15% kunnu verða landað uttanlands. Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið Hondbóltssambandið skipaði seinnapartin fyri móttøku í Berlin í samband við luttøkuna hjá hondsbóltslandsliðnum hjá monnum í EM-endaspælinum. Samanlagt góð hundrað fólk vóru við til móttøkuna saman við leikarum, venjarum og stuðlum. Til móttøkuna bar løgmaður hondbóltsstjørnunum eina heilsan. Somuleiðis flutti Sirið Stenberg, landstýriskvinna í Almanna- og mentamálaráðnum, fram røðu. Heilsan frá løgmanni til hondbóltslandsliðið Góðu leikarar, venjarar og øll tit, sum stuðla landsliðnum Hesi orðini frá mær í dag fara til tykkum leikarar. Tit hoyrast hart og týðiliga á vøllinum. Vit hoyra tykkum, tá ið tit kempa, fagna og verja. Men vit hoyra tykkum eisini hart og týðiliga uttan fyri vøllin. Tykkara fantastisku avrik og sunna lyndi skapa glasklárar ljóðbylgjur út í samfelagið, og endurljóðið rungar nú millum øll ættarlið. Og tað fer at runga í nógv, nógv ár fram. Tit bróta upprunaliga føroyska ljóðmúrin og vísa okkum nýggjar hæddir. Ítróttur á hesum støði er ein gáva fyri føroyingar. Allir føroyingar føla, at vit eiga ein part av tykkum. Mest sum hvørt barn í Føroyum kennir tykkum nú við fornavni. Tit savna okkum øll her í Berlin og heima í stovununum. Øll sita vit lið um lið og savnast um tað sama. Vit savnast um ítróttin. Vit savnast um tykkum, hetjurnar. Men tit eru ikki einans hetjur í ítrótti. Tit eru samfelagshetjur. Eg hevði tykkum við í nýggjársrøðuni. Og eg haldi fult og fast um mín boðskap. Tit vísa føroyingum, at mørk kunnu flytast – og í summum førum spreingjast. Tit hava prógvað, at Føroyar eisini kunnu teljast millum tey bestu. Hetta skapar hart endurljóð út í føroyska samfelagið – og ikki minst eisini úti í heimi. Vit spegla okkum í tykkum. Børn, ung, vinnulív, politiska skipanin. Tit vísa okkum, hvat vit veruliga megna í Føroyum, um vit seta okkum mál og arbeiða miðvíst. Tit vísa okkum, at vit í Føroyum kunnu vera millum tey bestu. Men tit vísa okkum eisini, at tað krevur ein sterkan felagsskap, og at liðið stendur saman. Og at tora at droyma stórt. Takk fyri, at tit bróta ljóðmúrin og vísa okkum, hvat ber til í Føroyum. Takk fyri, at tit læra okkum at droyma enn størri. Óansæð hvussu hondbóltsævintýrið her í Berlin spælir av, eru vit øll longu so ómetaliga errin av tykkum. Njótið nú hondbóltsløturnar saman! Takk fyri og góða eydnu víðari her í Berlin. Løgmansskrivstovan |
Greinar
October 2024
|