Køla myrkt var, so best ikki at blanda seg, men eg luktaði brendaroyk, so tað var kanska best at fara at kannað hvar eldurin var.
Tók myndatólið við og rætt hevði eg tað var eldur í einum húsum í grannalagnum.
Eldur var enn í húsinum tá ið eg kom á staðið, men tey stóðu ikki til at bjarga og sløkkiliðsmennirnir royndi alt tað teir kundi at sløkkja eldin.
Tosaði við fólk á staðnum og spurdi um nakar var inni í húsinum, men søgdu tey at fólkini vóru burturstødd, so tað var sera gott, nú eldurin kyknaði um náttina.
Klokkan er nú 7 og nú sæst ongin roykur, men sløkkiliðið er enn á staðnum.
SáH