NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

FK Saltangará letur aftur

16/1/2024

Comments

 
Picture
Føroya Keypssamtøka boðar hervið frá, at handilin í Saltangará letur aftur. Samstundis verður boðað frá, at FK fær nýggjan stjóra.

Mikudagin 31. januar 2024 steingir Føroya Keypssamtøka deildina í Saltangará. Handilin hevur verið partur av Føroya Keypssamtøku síðani 1989, men seinastu árini hevur verið trupult at fáa rakstur í vegna ónøktandi hølis- og atkomuviðurskifti. Í løtuni eru tíverri ikki útlit til at vend kemur í raksturin. Tískil er avgerð tikin um at steingja handilin, sigur Jákup Mørkøre, formaður í Føroya Keypssamtøku (FK).

“Avgerðin at steingja handilin í Saltangará hevur ikki verið løtt, men hon er neyðug. Ótíðarhóskandi hølisviðurskifti og parkeringsumstøður hava seinastu mongu árini elvt til, at trupult hevur verið at fáa rakstur í handilin, hóast leiðari og starvsfólk hava gjørt alt, tey kunna. Sum støðan var vorðin, hevði tað verið ábyrgdarleyst at rikið handilin víðari,” sigur Jákup Mørkøre.

Øll 17 starvsfólkini í FK Saltangará, harav 1 fulltíðarstarv, hava í dag fingið handað uppsagnarskriv. Í sambandi við uppsagnirnar hevur FK ráðført seg við avvarandi fakfeløg, ALS og Vinnuhúsið.

Leiðsla og stjórn í Føroya Keypssamtøku ynskja at takka deildarleiðaranum, Ingun Davidsen, og starvsfólkunum í handlinum í Saltangará fyri einastandandi trúskap og hart arbeiði hesi árini. Teirra íkast eigur stórt rós uppiborið, men tíverri krevja umstøðurnar, at vit taka hesa avgerð, sigur Jákup Mørkøre.

Samstundis hevur FK gjørt avtalu um tættari samstarv við COOP Danmark til tess at tryggja betri rakstur, øktar førleikar og hjálp í sambandi við nýskipan av bygnaðinum og dagføringar av Føroya Keypssamtøku og deildunum hjá FK.

“Vit eru farin í gongd við eina tilgongd saman við COOP Danmark, sum hevur til endamáls at skipa bygnaðin fyri Føroya Keypssamtøku og tær seks eftirverandi deildirnar av nýggjum. Vit hava tørv á einum sterkum samstarvsfelaga, sum kann økja um leiðslu- og rakstrarførleikarnar, soleiðis at raktsurin av FK kann bøtast og samtakið endurnýggjast. Tískil hava vit gjørt eitt tættari samstarv við COOP Danmark í eitt tíðarskeið frameftir,” sigur Jákup.

Súsanna Poulsen fer frá sum stjóri í FK
Í sambandi við arbeiðið at umskipa bygnaðin av Føroya Keypssamtøku, er avtala gjørd við Súsannu Poulsen, at hon fer frá sum stjóri. Nýggjur stjóri er Kristian Wolsing frá Coop Danmark, sum verður fyribilssettur stjóri. Kristian Wolsing hevur seinasta hálvtannað árið arbeitt sum rakstrarráðgevi hjá FK. Súsanna Poulsen heldur fram sum serligur ráðgevi hjá FK, og skal verða við til at tryggja eitt lagaligt skifti frá verandi støðu til ein nýggjan komandi bygnað fyri Føroya Keypssamtøku.

“Eg vil fegin takka Súsannu Poulsen fyri hennara ídni og stóra arbeiði, síðani hon kom í starv hjá FK hin 1/6 í 2022. Eg gleðist eisini um, at hon átekur sær at arbeiða sum ráðgevi komandi mánaðirnar til tess at tryggja dagliga raksturin, samstundis sum vit arbeiða mótvegis eini varandi framtíðarloysn. Eg fari eisini at takka Kristian Wolsing, bæði fyri arbeiðið, hann hevur lagt í Keypsamtøkuna higartil og fyri at siga ja til at hjálpa okkum við at menna, styrkja og dagføra Føroya Keypssamtøku”, sigur Jákup Mørkøre, formaður.

Endaliga uppskotið um ein nýggjan bygnað fyri Føroya Keypssamtøku og ymsu deildirnar undir FK, verður viðgjørt á komandi aðalfundi.

Nærri kunning
Fyri nærri kunning, spurningar o.a. vinaliga setið tykkum í samband við:
Jákup Mørkøre, stjórnarformann: +298 223914 / [email protected]

Um Føroya Keypssamtøku
Føroya Keypssamtøka varð stovnað í 1965 sum ein samanrenning av trimum lokalum keyps­sam­­tøkum, tá ið Havnar Keyps­sam­tøka frá 1952, Klaks­víkar Keyps­sam­tøka og Fuglafjarðar Keypssamtøka, báðar stovn­aðar í 1961, valdu at leggja saman til eina størri eind undir navninum Føroya Keypssam­tøka, í dag­ligari talu nevnd FK.

Eftir at handilin í Saltangará er latin aftur, eru FK-handlar í Fuglafirði, Klaksvík, Miðvági, Hoyvík, Tórshavn og Trongisvági.

Føroya Keypssamtøka er eitt luta­felag, sum limirnir eiga. Allar ognir, ið fyri­tøkan eigur, eru ogn hjá lim­unum, sum í løtuni eru 14.500 í tali. FK er 100% føroysk, men samstarvar um vøruinnkeyp, úrval og annað við altjóða felagið COOP.

Limirnir atkvøða árliga, hvør skal sita í stjórnini.

Eitt møguligt yvirskot í FK verður ikki býtt út til parta­eigarar, men kemur limunum og viðskiftafólkunum í FK til góðar.

FK hevur sum mál at ganga á odda og vera sjónlig í samfelagnum, serstak­liga í sam­bandi við vistfrøði, um­hvørvi og ábyrgdar­fulla sølu.

Føroya Keypssamtøka

Comments
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    June 2026
    May 2026
    April 2026
    March 2026
    February 2026
    January 2026
    December 2025
    November 2025
    October 2025
    September 2025
    August 2025
    July 2025
    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.