Teir hava 430 tons nú teir eru farnir at sigla heim.
Hetta skrivar ein av manningini á hansara Facebook vanga fyri ½ tíma síðani:
Sigla heim 😊 eftur 3 mánar eysturi í barentshaviðnum verur gott at síggja síni kæru aftur 😊 takk fyri hesa ferð 😎😘🥰😍
Skipari hendan túrin er Ólavur Biskopstø.
Væntandi vera teir á Klaksvík einaferð sunnudagin.
Vit ynskja skipara og manning eina skjóta og góða heimreisu.
SáH
Her myndir frá Gadus tá ið hann koma á Klaksvík fyri fyrstu ferð.