Landsfundur fólkafloksins var seinnapartin í gjár í skúlanum við Løkin. Óvanliga nógv fólk var møtt. Fyrrapartin var floksleiðslufundur.
Stavsnevndin hjá flokkinum stóð fyri valið og var hon øll afturvald. Har sita Aage Arnoldson, floksskrivari, Absalon í Buð, kassameistari, Inga Dahl, skrivari og Joan Neshamar og Janus Rein, nevndarlimir. Umframt tey, eru Jørgen Niclasen, floksformaður og Jákup Mikkelsen, tingmaður í starvsnevndini. Starvsnendin tekur sær av vanliga rakstrinum.
Floksleiðslan er hæsta vald í flokkinum. Har sita tvey umboð fyri hvørt limafelag, eisini ungmannafelagið HUXA og tingmanningin.