NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Myndir Norðoyastevnan 2015

7/6/2015

Comments

 
Picture
Her nakrar myndir av Norðoyastevnuni 2015, sjá niðanfyri.

SáH

Comments

Vakurt fyrverk á miðnátt á Norðoyastevnu

7/6/2015

Comments

 
Picture
Sum vanligt er, so var fyrverk skotið av eftir Miðnáttarsamkomuna á Norðoyastevnu.

Fyrrverandi borgmeistarin í Klaksvíkar Kommunu Jógvan við Keldu helt talu og eftir taluna bleiv skotið fyrverk.

Í ár var fyrverkið vakurt og onkrar rakettir vóru sera vakrar. Veðrið var hampuligt, men sera kált. Her nakrar myndir av fyrverkinum, sjá niðanfyri.

SáH

Comments

Víðagitin klaverleikari vitjar Tórshavnar musikkskúla og hevur konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í kvøld kl. 19.00.

4/6/2015

Comments

 
Picture
Tíðindaskriv:
 
Klaverprofessari  Elzbieta Wiedner-Zajac úr Wien er í hesum døgum í Føroyum at undirvísa ungum,  gávuríkum klaverleikarum, umframt at hon eisini fer at hava eina konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði fríggjadagin 5. Juni kl. 19.00. 

Elzbieta Wiedner-Zajac hevur áður vitjað musikkskúlan, og hevur skúlin sera góðar royndir av hennara kønu vegleiðing. Hon er klassiskur klaverleikari í heimsklassa,  og eisini ein framúr góður lærari hjá børnum og ungum.Allar tær mongu konsertferðirnar kring knøttin hava gjørt Elzbieta Wiedner-Zajac  kenda sum ein stóran tulkara av m.a. tónleiki Chopins. Hon hevur í nógv ár undirvíst á Wiener Musikuniversität, og hevur eisini verið gestaprofessari á fleiri universitetum í USA. Les meira á www.wiedner-zajac.com 

Frálæran á Tórshavnar musikkkúla fer fram sum Master Classes, og næmingarnir hava konsert í Tórshavnar musikkskúla leygardagin 6. Juni kl. 16.00. Les meira á www.tm.fo 

Hetta klaverskeið verður framt við gávumildum stuðli frá Grunni Thorvald Poulsen av Steinum.

Comments

Norðoyastevnuskráin fríggjadagin 5. juni

4/6/2015

Comments

 
Picture
Fríggjadagin 5. juni

10.00-18.00 Listaframsýning í Spaniastovu.Á framsýningini hjá Astri Luihn eru málningar á træplátum
við útskornum motivum og málningar á lørifti.

14.00-18.00 Listaframsýning: Amariel Norðoy í Gamla Seglhúsinum – Fernisering kl. 14:00
14.00-20.00 Listaframsýning : Magna Auðunsson í Býraðshøllini
18.00 Talvkapping – Úti talvkapping í Vágstúni
18.00 NORÐOYASTEVNAN VERÐUR SETT: Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini, setur Norðoyastevnuna á pallinum við Tivoliøki. Hans Andrias Jacobsen spælir á pallinum, ísamband við setanina.
18.00 TIVOLI og útsølur á Tivoliøkinum við fótbóltskýlið
18.00 Skjótibreyt á Tivoliøkinum við fótbóltskýlið
18.00 Hoppiborgir, Karussel og spæliland á Tivoliøkinum við fótbóltskýlið
18.00 Trampolin, El-bilar, Gyroskop, Tarvurin ,Talerkakast, ballónkast, Bogaskjóting á Tivoliøkinum
18.00 Stórt Hoppiland á Akursmørk
18.00 Paintball
18.00 Pannukøkubúðin og við Belgiskum vaflum á Tivoli økinum
14.00-04.00 Maverick og grillin er opið
19.00 KFUM & K-skótarnir skipa fyri KONDIBINGO
19.30 EINASTANDANDI skemt í Badmintonhøllini. Klaksvíkar Sjónleikarafelag bjóðar til EINASTANDANDI skemt í Badmintonhøllini, har fleiri av Føroya kendastu og nýggjastu skemtiligu stjørnuskotum verða at síggja og hoyra. Atgongumerkir fáast hjá FAST í Klaksvík, Runavík, Skálabotni og Tórshavn og á facebooksíðuni EINASTANDANDI.
19.30 Klaksvíkar bókasavn: Óluvá Klettskarð heldur fyrilestur um kvinnur í politikki. Um søguligu gongdina hjá kvinnun i politikki, avbjóðingar at koma uppí politikk og hvønn týdning tað hevur at kvinnur eru umboðaðar.
20.00 Ungdómsmøti í Emmaus 
20.00 TÓNLEIKUR: Danny Baldursson syngur (Á pallinum á Tivoliøkinum)
20.00 Fyrilestrar um Kópakonuna í Skálanum.Eyðun Eliasen, uppvaksin í Mikladali “Mikladalur, søga & søgn” - Enna Garðshorn Mikkelsen,etnologur og Rithøvundur “Kópakonan í alheimsligum samanhangi” - Petur Jacob Sigvardsen, heiðursdóktari “Kvívíks Jógvan, ið yrkti kópa kvæði” - Tiltakið endar við, at vit fara uppá gólv at kvøða Kópakvæði. Jóngerð Midjord skipar.
20.00 Føroyskur filmur í Atlantis ” SAVNSGULL ”. Tá skiparin á línuskipinum Norðoyingi, svam á Flemis Kap.
21.00 Samkoman í Betesda, opið hús
21.00 Betesda hevur útimøti í Vágstúni
21.30 EINASTANDANDI skemt í Badmintonhøllini. Klaksvíkar S jónleikarafelag bjóðar enn einaferð til EINASTANDANDI
22.00 Konsert við Lenu Anderssen í Spaniastovu.Kom á konsert hjá Lenu Anderssen í hugnaligu Spaniastovu frá 1838. Á konsertini fer Lena Anderssen at framføra bæði kend løg so sum Oh My Lady, og Let Your Scars Dance og heilt nýtt tilfar til komandi útgávu. Atgongumerkir kunnu bíleggjast á tlf. 457151 og á facebooksíðuni Spaniastova.
22.00 Holgar Jacobsen syngur (Á pallinum á Tivoliøkinum)
22.00 FØROYSKUR DANSUR: Almennur Føroyskur Dansurí Skálanum. Klaksvíkar Dansifelag skipar fyri.
24.00-04.00 Maverick: Karokee í ovaru hæddini.

Comments

90 fólk til gongutúr ímorgun í Gerðum

3/6/2015

Comments

 
Picture
Í sera góða veðrinum ímorgun vóru umleið 90 fólk og gingu gongutúr við Kringvarp Føroyar.

Fyrrverandi bóndin Andras Joensen greiddi frá Gerðum og nógvar vóru søgurnar um henda søguliga partin av Klaksvík. Andras dugdi sera væl at greiða frá og skjótt gekk tímin. 

Kári Sólstein stóð fyri upptøkuni.

Her myndir frá túrinum, sjá niðanfyri.

SáH

Comments
Forward>>
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.