
Klaverprofessari Elzbieta Wiedner-Zajac úr Wien er í hesum døgum í Føroyum at undirvísa ungum, gávuríkum klaverleikarum, umframt at hon eisini fer at hava eina konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði fríggjadagin 5. Juni kl. 19.00.
Elzbieta Wiedner-Zajac hevur áður vitjað musikkskúlan, og hevur skúlin sera góðar royndir av hennara kønu vegleiðing. Hon er klassiskur klaverleikari í heimsklassa, og eisini ein framúr góður lærari hjá børnum og ungum.Allar tær mongu konsertferðirnar kring knøttin hava gjørt Elzbieta Wiedner-Zajac kenda sum ein stóran tulkara av m.a. tónleiki Chopins. Hon hevur í nógv ár undirvíst á Wiener Musikuniversität, og hevur eisini verið gestaprofessari á fleiri universitetum í USA. Les meira á www.wiedner-zajac.com
Frálæran á Tórshavnar musikkkúla fer fram sum Master Classes, og næmingarnir hava konsert í Tórshavnar musikkskúla leygardagin 6. Juni kl. 16.00. Les meira á www.tm.fo
Hetta klaverskeið verður framt við gávumildum stuðli frá Grunni Thorvald Poulsen av Steinum.