Yvirskriftin hesaferð er “Okkara framtíðar Klaksvík”.
Í stuttari framløgu hava fimm borgarar í aldrinum 17 – 39 ár fingið til uppgávu at lýsa, hvat tað er, sum ger, at tey trívast í Klaksvík, og harumframt at koma við boðum uppá, hvat kann gerast enn betur.
Klaksvíkar býráð samtykti á seinasta býráðsfundi at fara undir arbeiðið at gera eina kommunuætlan, sum m.a. skal tryggja, at skiftandi býráð skipa og leiða kommununa inn í eina framtíð, sum byggir á haldgóðar og burðardyggar loysnir. Og hvat er ikki meira viðkomandi enn júst at geva teimum ungu, sum búleikast í býnum, møguleika at koma við nøkrum boðum uppá framtíðina.
Tiltakið verður í býarsalinum í Varpinum týskvøldið 30. apríl kl. 20.00.
Klaksvíkar Kommuna