Fyrireikandi arbeiðið verður gjørt úti á Norðborg á vestara armi, og so hvørt, sum brúgvarnar eru klárar, verða tær fluttar uppá pláss. Sum eisini sæst á myndunum, er talan um tungt tilfar, sum ikki letur seg flyta bara soleiðis; hvør brúgv vigar umleið 20 tons.
Byrjað verður við norðastu brúgv og ætlanin er so líðandi at flyta bátaplássini til nýggju brúgvarnar, so hvørt, sum tær gerast klárar. Tað er Ósbjørn Jacobsen, sum hevur gjørt tekningarnar av økinum, sum verður ein sjálvsagdur partur av maritima umhvørvinum við nýggja miðbýin.
Tummas Lervig, formaður í Havna- og vinnunevndini fegnast um arbeiðsgongdina higartil. – Higartil kunnu vit staðfesta, at verkætlanin og samstarvið við veitaran hevur gingið skjótt og væl. Vegadeildin hjá kommununi hevur eisini longu gjørt neyðugu fyrireikingarnar saman við undirveitara, har teir hava gjørt festið í land. Samanumtikið gongur bæði skjótt og væl, so bátaeigarar og vit onnur kunnu gleða okkum, til arbeiðið verður liðugt, sigur hann.
Tummas Lervig leggur afturat, at tað hevur havt stóran týdning gjøgnum alla verkætlanina, at bátaeigarar kenna seg hoyrdar og væl kunnaðar, og hetta heldur sjálvandi fram inntil øll tey nýggju plássini eru klár at taka í nýtslu, og tá fer kommunan saman við bátaeigarunum at skipa økið.
Kelda: www.klaksvik.fo
SáH