Vit kunnu taka viku 34, har bleiv samtykt 71 millónir í eykajáttan til nýggja havrannsóknarskipi, so nú enda 300 milliónr í Tórshavn til havrannsóknarskip. Alt í fínasta íordan halda okkara útjaðara politikkarnir og stemma glaðir fyri.
Í Viku 34 varð fyrsta almenna uppsølan, har endaði 19 milliónir krónur til Tórshavn. Í somu viku var eisini afturlatna uppbossølan og har endaðu 23 milliónir krónur til Tórshavn, íalt 42 milliónir til eitt stórt tómt hol í høvðusstaðnum.
Vika 35 er júst byrjað og nú skal Glasir hava 113,5 milliónir meira, sostatt hækkar verklagslógin 113.5 krónur og skúladepilin í Marknagili kemur nú at kosta 636,5 milliónir kr. og trúgv mær, hatta endar ikki har, skúladepilin í Marknagili kemur heilt sikkurt at kosta yvir eina milliard og útjaðara politikkarnir stemma eina eykajáttan fyri og aðra eftir, men skal stemmast um nakrar milliónir til útjaðaran, so eru útjaðara politikkarnir so pill býttir, at tær fara at klandrast við hvønn annan og 0,00 kr. vera játtaðar til útjaðaran.
Um tvey ár fara vit at síggja skeivleikarnar, har Tórshavn blomstrar í almennum pengum og útjaðarin doyr spakuliga, tí sum sagt, so enda allir pengarnir í Tórshavn so ella so. Bara í ár roknar samgongan við at uppisølan gevur Tórshavn 200 milliónir og teir pengarnir koma allir frá útjaðarnum.
Skal eg siga tað beint út, so hevur ongin útjaðara politikkari nossir til at stríðast fyri útjaðaran. Møguliga onkrir úr suðri, men so er alt sagt. Stór skomm av tykkum øllum, taki tykkum fyri Guðs skyld saman og fái 50 prosent út til útjaðaran, so javnvág kemur í aftur.
SáH