
Sum skilst so fekk Sam ikki stórvegis skaða, men har mátti gerast eftirlit við honum í morgun og tískil ferð Sam ikki í sigling aftur fyrrenn seinnapartin ídag.
Hetta skrivar Strandferðslan á síni heimasíðu:
"Vegna tekniskt brek siglir Sam ikki. Alpha Pilot røkir siglingina á Kalsoyarleiðini fyribils. Leið 506 í Kalsoynni koyrir til og frá øllum túrunum hjá Alpaha Pilot."
Hesar myndirnar blivu tiknar í morgun kl. 08.30
SáH