Luttakara í ár verða:
Kirkjukórið - Lindi og Hans Andrias - Klaksvíkar Hornorkestur
Ein av teimum heilt góðu og hugnaligu løtunum, í desembur mánaða, er Jólakonsertin í Christianskirkjuni, ið Klaksvíkar Hornorkestur skipar fyri.
Kirkjan bleiv vígd 7.juli í 1963 og sama ár hevði hornorkestrið sína fyrstu jólakonsert og hevur hon verið á hvørjum ári síðani.
Konsertin er ókeypis.