Ringast stóð til í Havnardali, har stórur partur av tekjuni á høllini hjá Føroysk Íslandsrossafelag er fokin av og er skaðin sera stórur. Eisini eru fleiri hjallar og úthús fokin runt Føroya land og umleið kl. 11 ímorgun bleiv ein trailari hjá Faroe Ship tikin av vegnum í rundkoyringin í Kollafirði.
Í Klaksvík hevur hesin stormurin ikki gjørt tann heilt stóra skaða og nú er vindurin nógv minkaður nógv.
SáH