Nógv uppskot komi inn, men hesaferð skuldi tað vera Marjun og tað hevði hon sanniliga uppiborið. Hon ger eitt megnar arbeiðið fyri okkara ungdóm,
og gongur altíð í fremstu røð bæði ítróttarliga og innan hennara arbeiðið.
Ársins rósa verður latin onkrum í okkara lokalsamfelagi, sum avrikar nakað serligt til frama fyri fólk og samfelag - einari eldsál, sum tað ofta verið nevnt og tann setningurin passar sera væl til Marjun, hon er og verður ein eldsál fyri Klaksvíkina.
Borgmeistarin segði nøkur rósandi orð og síðani handaði hann henni rósuni og eina stóra jólakurv. Stórt tillukku frá okkum í Norðoya Portalinum.
SáH