NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Her eitt dømi harra Bárður á Steig Nielsen

29/4/2020

Comments

 
Billede
Her skrivar ein borgari um ein útlending, sum er komin til landi fyri fleiri døgum síðani og gongur nú møguliga og smittar hópin av fólkum runt alt Føroyar, um hann hevur Covid 19. Les hesa viðmerking á Facebook harra Bárður á Steig Nielsen:
Dato 28-04-2020
Var inni á einari cafe í gjár. Tá ið eg komi út aftur, kemur ein vakur fryntligur útlendingur yvir til mín og hevði spurningar viðvíkjandi leið 400 og ymist annað. Eg helt, at hann visti sera lítið um Føroyar. So eg sigi við hann:
„Tað ljóðar, sum tú ikki veitst nógv um Klaksvík og Føroyar sum heild?“ „Nei,“ svaraði hann, „eg eri komin til Føroyar fyri fáum døgum síðan.“ „Ok, so burdi tú sitið í sóttarhaldi,“ royndi eg at siga blídliga, og svarið var:
„Eg fekk tilboð um sóttarhald av vinarligum eftirlitsfóki á flogvöllinum, men eg TAKKAÐI NEI. Tey søgdu, at tað var frívilligt, og eingin lóg kundi noyða meg i sóttarhald..“
Eg bleiv heilt erligt kløkkur; men tá ið eg hevði summað meg, kom eg til ta niðurstøðu, at maðurin hevði so púra rætt. Tað var ikki eitt orð lygn. Maðurin sá út til at vera spillfrískur, men....!
***
Komin aftur til hús, hugsaði eg – hvat er tað, sum ger, at vit ikki vilja tetta lekan, sum er?? Ein skilamaður fyri og annar eftir siga, at tað er innkomuvegurin, sum er trupulleikin. Smittan er ikki her í landinum. Hon kemur uttanífrá!
Hugsið tykkum, at vit sum land kundu reist okkum aftur skjótari enn nakað annað Norðurland. Vit hava gjørt tað fyrr, so hví ikki einaferð enn.
Vælsignaðu tit, sum ráða fyri borgum og hava ávirkan!! Finnið nú eina føroyska loysn og ikki eina danska, har alt annað er vavt uppí. Tit hava megnað tað mest ótrúliga. Takk skulu tit hava.
Men missið nú ikki alt á gólvið. Nú er løtan. Enn ber til at steingja smittuni úti. Torið at taka røttu støðuna okkum øllum til besta!
Ein borgari á Facebook fyri 6 tímum síðani
SáH

Comments

Ongin fingið staðfest smittuna seinasta samdøgrið

29/4/2020

Comments

 
Billede
​Ongin fingið staðfest smittuna seinasta samdøgrið

Tað eru framvegis í alt 187 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 6851 kanningarúrslit.

Sostatt er eingin tilburður staðfestur seinasta samdøgrið.

Tað upplýsir Landslæknin í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Í løtuni eru 181 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna. Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.

Heilsumálaráðið tann 29.apríl 2020 klokkan 07.20

Comments

ANRU hevði 6.500 pund í nátt

28/4/2020

Comments

 
Billede
ANRU royndi vestanfyri í gjár.

Teir fingu 6.500 pund, har umleið 70% var toskur, og restin var hýsa og annað fiskaslag.

ANRU landaði í Miðvági í morgun.

SáH

Comments

Føroyar, ES og Noreg gjørt strandarlandasemju um eftirlitssamstarv

28/4/2020

Comments

 
Billede
Í hesum døgum hava Føroyar, ES og Noreg í skrivligari mannagongd gjørt eina strandarlandasemju um eftirlitssamstarv í Landnyrðingsatlantshavi fyri 2020. Semjan snýr seg ítøkiliga um eftirlitstiltøk viðvíkjandi svartkjafti, norðhavssild, makreli og rossamakreli.

Samráðingar vóru í London í januar mánaði í ár millum Føroyar, ES, Grønland, Ísland og Noreg um hesa semju og fóru tær fram undir norskum formansskapi.

Eftir eina skrivliga tilgongd, sum av givnum orsøkum er farin fram millum samráðingarleiðararnar síðani sendinevndirnar hittust í London til samráðingar fyrr í ár, gjørdist tað greitt, at Føroyar, ES og Noreg sum strandarlond gjørdu av at gera nevndu semju í skrivligari mannagongd.

Samráðingarnar millum strandarlondini eru aftur á skrá í London í heyst, har ætlanin er at gera eina varandi strandarlandasemju um eftirlitssamstarv í Landnyrðingsatlantshavi fyri 2021 og fylgjandi ár.
Í føroysku sendinevndini luttóku Fiskimálaráðið og Vørn.

Semjan kann heintast her.

​Fiskimálaráðið

Billede
Comments

Sjúrður 25 ára starvsdag

28/4/2020

Comments

 
Billede
Í dag 28. apríl hevur Sjúrður Olsen 25 ára starvsdag hjá okkum. Sjúrður byrjaði sum sølumaður í timburdeildini 28. apríl í 1995, seinni bleiv hann sølustjóri og hevur síðani 1. Jan 2019 veri stjóri hjá okkum.

Vit ynskja Sjúrði hjartaliga til lukku við degnum.

Bygma Balslev

Sjálvir vil eg ynskja Sjúrða alt gott í framtíðini, havi verið nakrar messutúrar við Sjúrða uttanlanda og eitt skiftið hevði eg eitt gott samstarv við Balslev, tá ið eg hevði Klaksvíkar Timburhandil á Bøgøtu í Klaksvík.

Klaksvíkar Timburhandil hevur altíð havt gott samstarv við Balslev, eisini tá ið Bent á Lava var stjóri á Balslev og pápi Jógvan á Høvdanum var stjóri á Klaksvíkar Timburhandli, so tað er eitt elligamalt samstarv og samhandil.

Hjartaliga tillukku við 25 ára starvsdegnum Sjúrður.

​Símun á Høvdanum

Comments

Stjørnan og Polarhav eru komnir aftur við 195 tonsum

28/4/2020

Comments

 
Billede
Stjørnan og Polarhav komu aftur klokkan 01:20 í nátt. Teir hava partrola sunnanfyri Føroyar.

Teir hava 195 tons av gullaksi og landa júst nú til Kósina.

Tá ið liðugt er at landa verður lastin koyrd til Tavuna í Leirvík til víðari viðgerðar.

Teir byrjaði túr tann 20. apríl.

SáH

Billede
Comments

​Eingin tilburður staðfestur seinasta samdøgrið

27/4/2020

Comments

 
Billede
Tað eru framvegis í alt 187 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 6730 kanningarúrslit. Úrslitið fyri 40 kanningar, ið vórðu gjørdar í gjár, verða greinað seinni í dag.

Sostatt er eingin tilburður staðfestur seinasta samdøgrið.

Tað upplýsir Landslæknin í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Í løtuni eru 181 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna. Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.

Heilsumálaráðið tann 28.apríl kl. 07.20

Billede
Comments

Dýrindal hevði 17.000 pund í dag

27/4/2020

Comments

 
Billede
​Dýrindal kom aftur klokkan 09:30 í dag. Teir hava trola norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 17.000 pund, tað mesta var toskur og longa, 10.600 pund toskur, 2.300 pund longa og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Teir byrjaði túr tann 23. apríl

Landa bleiv til NFCS klokkan 10:00.

SáH

DÝRINDAL – ( KG 474 )
NFCS-27-04-2020   8.500

Billede
Comments

Búgvin er komin aftur við 48.000 pundum

27/4/2020

Comments

 
BilledeBúgvin, mynd tikin tann 27.04.2020 klokkan 05:21
Búgvin kom aftur tíðliga í morgun. Teir hava trola norðan fyri Føroyar

Teir høvdu góðan fiskiskap og høvdu 48.000 pund, tað mesta var toskur.

Búgvin byrjaði túr tann 21. apríl.

Landa bleiv í Klaksvík og veiðan seld til Sjógætið.

Við vóru fýra mans og skipari var Ísak Petersen.

SáH

Billede
Comments

Fuglberg og Skoraberg komnir aftur við 140 tonsum

27/4/2020

Comments

 
BilledeSkoraberg og Fuglberg, mynd tikin tann 27.04.2020 klokkan 05:17
Teir komu aftur klokkan 04:00 í morgun og hava teir partrola sunnanfyri Føroyar.

Teir høvdu 140 tons av gullaksi og landa teir til Kósina í morgun.

Veiðan verður síðani koyrd til Tavuna í Leirvík til víðari viðgerðar.

Fuglberg og Skoraberg byrjaði túr tann 18. apríl.

SáH

Billede
Comments
<<Previous
Forward>>
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.