NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Andakt til 2. sunnudag eftir páskir við Øssur Kjølbro

26/4/2020

Comments

 
Billede
​Mínir seyðir hoyra reyst mína, og eg gevi teimum ævigt lív!”  Jóhannes evangeliið 10,22-30. Sálmur nr. 154. 

Tann krossfesti og upprisni frelsarin er okkara hirði, sum fegin vil røkta, verja og leiða okkum, heilt á mál. Og tað hava vit brúk fyri, tí seyður er gáloysin og kemur sær ofta í vanda. Men seyður kennir røddina á hirða sínum og veit av royndum, hvør veruliga er góður við seg. Dagsins tekstur er partvís ein áminning um, at tað er umráðandi at hoyra hirðans reyst og fylgja hansara vilja, og partvís eitt sterkt lyfti um, at hin góði hirðin veruliga leiðir seyð sín allan vegin á mál!


Billede
Comments

​Safir og Grønanes hava rokast í 5 dagar og eru fullir nú teir eru komnir aftur

26/4/2020

Comments

 
Billede
Safir og Grønanes komu aftur klokkan 11:00 í morgun. Teir hava partrola eystanfyri.

Teir hava rokast í 5 dagar og eru fullfermdir nú teir eru komnir aftur til Klaksvíkar.

Teir hava 230.000 pund, tað mesta er upsi og nakað av toski eisini.

Teir byrjaði túr tann 21. apríl, sostatt hava teir fiska í fimm dagar og hava fult skip.

Landa verður til Kósina klokkan 14:00 í dag.

SáH

Myndir tiknar í dag tann 26.04.2020
Comments

Eingin føroyingur fingið staðfest smittuna seinasta samdøgrið

26/4/2020

Comments

 
Billede
Tað eru framvegis í alt 187 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 6588 kanningarúrslit.

Sostatt er eingin tilburður staðfestur seinasta samdøgrið.

Tað upplýsir Landslæknin í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Í løtuni eru 178 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna. Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.

Í dag verða eftir ætlan gjørdar so fáar kanningar, at næstu ferð nýggj kanningarúrslit fyri corona verða almannakunngjørd verður týsdagin tann 28.apríl.

Heilsumálaráðið tann 26.apríl klokkan 08.55

Comments

Her sæst Flaggsdagshaldið í Klaksvík

26/4/2020

Comments

 
Billede
Sum siður er, so var Flaggsdagshaldið hildu í Klaksvík og hesaferð var tað hildið á Biskupstorginum, har Tina Purkhús helt røðu.

Klaksvíkar hornorkestur og grønu og gulu skótarnir luttóku, men av trygdaráðum vóru færri skótar og hornblásarar við hesaferð, vegna fjarðstøðuna við Korona smittuni.

Her kunnu tit síggja Flaggsdagshaldið, sjá filmsklipp  herundir.

Comments

​187 føroyingar fingið staðfest smittuna

22/4/2020

Comments

 
Billede
Tað eru nú í alt 187 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 6375 kanningarúrslit.

Sostatt eru tveir tilburðir staðfestir seinasta samdøgrið.

Tað upplýsir Landslæknaembætið í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Í løtuni eru 178 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna. Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.

Heilsumálaráðið tann 23. apríl 2020 klokkan 07.10

Comments

​Bragd hevði 7.500 pund í dag

22/4/2020

Comments

 
Billede
Bragd kom aftur klokkan 16:30 í dag. Teir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Teir høvdu 7.500 pund á 36 stampum og meginparturin var toskur.

Við vóru tveir mans og skipari var Jóan Magnus Høgnesen.

Landa bleiv í Klaksvík og veiðan bleiv seld til Sjógæti.

SáH

Myndir tiknar í dag tann 22.04.2020

Billede
Comments

Líðhamar hevði 12.500 pund í dag

22/4/2020

Comments

 
Billede
Líðhamar kom aftur beint áðrenn klokkan fýra í dag. Teir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 12.500 pund á 45 stampum, meginparturin var toskur.

Við vóru tríggjir mans og skipari var Petur J. Svøðstein.

Landa bleiv til NFCS.

SáH

Myndir tiknar í dag tann 22.04.2020

Comments

Stakkavík hevði 4.500 pund ígjár

22/4/2020

Comments

 
Billede
Stakkavík hevði roynt vestanfyri ígjár

Teir høvdu 4.500 pund á 35 stampum, tað mesta var góðir toskur.

Við vóru tveir mans.

Stakkavík landaði í Miðvági ígjár.

Her filmsklipp frá Andru Poulsen, sum hann tók upp í morgun.

SáH

Billede
Comments

Dýrindal komin aftur av góðum túri við 42.000 pundum

22/4/2020

Comments

 
Billede
Dýrindal kom aftur einaferð í nátt. Teir hava trola norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 41.600 pund, tað mesta var toskur, 32.600 pund og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Við Dýrindal eru fýra mans.

Teir byrjaðu at landa klokkan 07:00 í morgun.

SáH

DÝRINDAL - ( KG 474 )
NFCS-22-04-2020   20.800

Her myndir tiknar í morgun:

Lýsing Grillin hjá Símun - Maverick
BilledeLýsing Grillin hjá Símun - Maverick

Comments

ANRU hevði 7.000 pund í dag

21/4/2020

Comments

 
Billede
ANRU hevur roynt vestanfyri í dag. 

Teir fingu 7.000 pund, har blandingin í millum tosk og hýsu var 50/50.

ANRU landaði seint í kvøld í Miðvági.

​SáH

Comments
<<Previous
Forward>>
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.