Vit í Føroyum eru røsk at arbeiða. Altjóða hagtølini siga, at vit eru tey raskastu í Europa.
Arbeiðsloysið er met lágt – og vit hava tørv á meira arbeiðsmegi.
Fólkaflokkurin sigur: Hevur vinnan tað gott – hava øll tað gott. Grundarlagið fyri at vinnan skal hava tað gott er, at hon hevur møguleika at fáa fólk til arbeiðis. Tað er munur á at fara til arbeiðis, tá ið tað lønar seg at arbeiða, og tá ið tað ikki ger. Hugurin at arbeiða meira kemur av nøgdsemi og ikki øvut.
Vit vilja skapa karmar fyri at tað skal loysa seg at arbeiða.
Okkara endamál:
• Eingin miðal inntøka skal skattast meira enn 30 % - og láginntøkur væl lægri enn tað
• Vit skulu hava lægri skatt, tí tað skal loysa seg at arbeiða meira, um man hevur hug
• Øll lesandi og allir lærlingar skulu kunna tjena upp til 85.000 kr. Skattafrítt
• Tað skal loysa seg at arbeiða, eisini hjá pensjónistum
• Markið fyri mótrokning í pensjón skal hækkast til í minsta lagi 80.000 kr.
• Avgjøld á borgaran skulu lækkast ella takast burtur
• Kommunur skulu fáa heimild at hækka botnfrádráttin
• Tað skal loysa seg at búgva í Føroyum
Hetta er eitt av mínum stóru málum – um tú gevur mær títt álit, at umboða teg á valinum 8. Desembur.
Gott val – X við A
Fía Selma Nielsen