NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Grunnurin Mentanarhúsið í Klaksvík havt ársfund

31/3/2014

Comments

 
PictureMyndaánari: Klaksvíkar Kommuna
Í sambandi við at stýrið fyri grunnin Mentanarhúsið í Klaksvík helt ársfund í býráðshúsinum í Klaksvík leygardagin 29. mars, varð avgjørt at bjóða býráðslimum og avvarandi feløgum við til fundin.

Í stýrinum sita Signhild V. Johannesen, forkvinna og Gunvá við Keldu vegna býráðið?, Helga Hilmarsdóttir Gerðalíð vegna Tónlistaskúlan, Rudolf Joensen vegna Klaksvíkar Sjónleikarafelag, Archibald Black vegna Norðoya Listafelag og Sif Gunnarsdóttir vegna Norðurlandahúsið.

Grunnurin, sum sá dagsins ljós 2011, yvirtók Posthúsið á samkomu 8. okt. 2013 fyri kr. 5 mill og skal reka tað sum mentanarhús, ið hýsir nevndu feløgum. 

Ætlanin hjá býráðnum er, at býráðið leigar seg inn við býráðshøll og móttøkurúmum. Klaksvíkar Sjónleikarafelag við palli, goymslu, venjingarumstøðum og leikhøll. Eisini skal Klaksvíkar Tónlistaskúli húsast her við frálæru síni, og listaverkini hjá Norðoya Listafelag skulu hava goymslustað í kjallaranum, eins og eitt framsýningarhøli skal vera í miðhæddini til skiftandi framsýningar.

Til fundin var eisini Niels Halm, sum hevur verið stjóri í Norðurlandahúsinum frá 2005 til 2013, boðin. Hann er settur í starv í Nakskov við heitinum bychef, har kommunan, vinnan og ferðavinnan løna honum við hvør sínum triðingi.

Ein av uppgávunum hjá Niels Halm er at skipa eitt gamalt bókasavn um til eitt mentanar- og íverksetanarhús, har so nógvir ymiskir brúkarar skulu húsast, sum gjørligt. So sigast kann, uppgávan líkist nakað henni á Posthúsinum. 

Niels aftur á slóðina
Niels Halm, sum hevur nógvar kenningar í Norðoyggjum, var fegin um møguleikan at koma henda vegin ein túr og umframt at geva av hollu vitan síni eisini fáa eitt prát um góðu gomlu dagarnar her á klettunum. 

Hann vitjaði á Grønabóli, har Archibald greiddi frá mongu listaverkunum, sum enn koma undan kavi. Onkur yvirraskilsi bíða eigarunum av andlitsmyndunum, hann hevur nýtt sum motiv uttan at siga frá, greiddi Archibald frá við einum smíli.

Eisini vildi Niels sleppa at síggja ístandsettu altartalvuna í Christianskirkjuni og annars heilsa uppá vinir og kenningar.

Á ferðini avstað aftur varð lagt at landi í Norðurlandahúsinum, har hann sá myndaframsýningina við myndum av Edward Fuglø úr bókum hansara. 

Niels helt, tað var undarligt at vera aftur í hesum frálíka og væla húsi, Norðurlandahúsinum. Men sum hann kundi síggja í longu skránni, og sum hann hevði hoyrt, hevði húsið tað gott við nýggja stjóranum, Sif Gunnarsdóttir - og tað gleddi eisini Niels.

Niels Halm, sum fór avstað aftur sunnudagin, fara vit ivaleyst at frætta meira frá í sambandi við um- og afturatbyggingina av Posthúsinum í næstum. 

---

Eitt tað fyrsta, sum nú stendur á breddanum, er, at evna eina byggiskrá til, sum lýsir hølis- og hentleikatørvin hjá býráðnum og feløgunum, Klaksvíkar Sjónleikarafelag, Norðoya Listafelag, Klaksvíkar Tónlistaskúla, sum skulu húsast á Posthúsinum í framtíðini.

Tað er Signhild V. Johannesen, forkvinna í mentanarnevnd Klaksvíkar býráðs, sum er forkvinna í grunninum Mentanarhúsið í Klaksvík, ið nú hevur hildið sín fyrsta ársfund, eftir at hølini vórðu keypt.

Kelda: Klaksvíkar Kommuna


Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.