Heðin Mortensen, borgarstjóri, segði, at tað var við fragd, at vit í Føroyum hoyrdu tíðindini um, at Sakaris vart heiðraður við virðisløn í Berlin fyri stuttfilmin Vetrarmorgun.
- Øll hava vit staðið spent í bíðirøð til ein góðan film í biografinum. Kanska hava vinfólk tosað um filmin. Kanska hevur ein góð lýsing drigið okkum til dyrnar. Ella kanska hava vit lisið eitt gott ummæli á netinum. Tí er tað ofta við spenningi, at vit keypa atgongumerki til filmar í biografinum, segði borgarstjórin, sum hevur verið íðin biografgangari.
- Tað er okkurt gandakent við filmum, sum fáa okkum at gloyma tíð og stað. Ein góður filmur flytur okkum burtur úr vanliga gerandisdegnum, og hesa løtuna í biografinum eru vit treytaleyst rúnarbundin. Er filmurin góður, eru vit eina uppliving ríkari, tá ljósið vinnur á myrkrinum, og vit tuska út aftur úr biografsalinum. Og tað var júst hetta, dómararnir á festivalinum í Berlin vóru, tá teir høvdu sæð Vetrarmorgun: Teir vóru eina uppliving ríkari, segði Heðin Mortensen.
Borgarstjórin segði víðari, at tað er eingin ivi um, at Sakaris dugir væl at arbeiða við stuttfilmum. Hann hevur ment sín egna stíl og styrkt sín egna máta at siga okkum áskoðarum viðkomandi søgur. Áskoðarin gloymir ikki filmarnar, men tekur søgurnar við víðari á lívsleiðini.
- Vetrarmorgun gevur eina erliga – men eisini beiska – lýsing av vinarlagnum millum tvær ungar gentur. At tú íðin arbeiðir við filmi - hóast tað ikki er nakað yvir at dylja, at tað bæði krevur gott tol, pengar og ein vilja av stáli – ja, tað kunnu vit av sonnum fegnast um! Allar fyrireikingarnar, øll bíðitíðin, allar telefonsamrøðurnar og øll boðini til leikarar, myndafólk og hjálparfólk. Alt hetta arbeiðið verður kókað niður til ein stuttfilm, sum er av eftir 18 minuttum. Tað er eitt kynstur at siga eina søgu um og til menniskju eftir so fáum minuttum. Tí má tað eisini vera ein góð kensla at fáa eitt herðaklapp, sum ein virðisløn altíð er.
- Í Tórshavnar kommunu er ein vælvild at styðja undir arbeiðið at menna framleiðsluna av filmi í Føroyum. Og tað var eisini tí, at vit gingu umbønini hjá Klippfisk á møti, tá ið áhugafelagið fyri filmsfólk vendi sær til okkum við eini áheitan um at lata stuðul til virksemið hjá felagnum.
- Tað krevur nógv at framleiða film. Tað vita vit. Men tað er eingin ivi um, at eldsálir og dugnaskapur gera stóran mun. Kunnu vit haraftrat sum kommuna ganga á odda at flyta føroyska filmsframleiðslu fram á leið, so gera vit sjálvsagt tað.
- Vetrarmorgun er plantaður í føroyskari mold. Men evnið í filminum kenna fólk um allan heim. Og soleiðis skal tað vera. Tá verður okkara samleiki bygdur upp. Vetrarmorgun snýr seg um samleika og viðurkenning. Í so máta eru fleiri træðrir í filminum, sum kunnu dragast beinleiðis yvir í okkara filmsumhvørvi. Vit eru tannáringar á økinum, leita eftir okkara egna og sermerkta filmsmáli og arbeiða fyri at røkka dreymum, sum enn bíða eftir at gerast veruleiki.
- Alt gerst ikki um eina leið, segði borgarstjórin. - Men við tínum gávum eri eg onga løtu í iva um, at tú megnar at gera ein film í fullari longd. Vit eru í øllum førum nógv, sum bíða spent eftir tí degi, tá vit kunnu seta okkum væl til rættis í einum biografi, tí ein “Sakaris Stórá”-filmur verður sýndur. Til lukku við heiðrinum og framhaldandi blíðan byr.
Gávu frá kommununi
- Eg skal vegna Klippfisk, Tórshavnar Kommunu og meg sjálvan geva Sakarisi eina lítla gávu og gratulera hann við heiðrinum hann hevur fingið. Nú kann tað tykjast ráksnilt at heiðra teg nú, aftaná at tú hevur fingið prís í útlandinum: men Sakaris, um tú vilt tað ella ikki - eg kenni tað sum tú hevur vunnið prísin - ikki bara fyri teg, men eisini fyri Føroyar og tann spírandi føroyska filmin, og ja, tí loyvi eg mær at takka tær nú.
- Listin kann flyta mørk - ella í øllum førum vísa okkum veruleikar, sum gera, at vit mugu hugsa og tingast um mørk. Og tá listaformurin so er breiður og sterkur ber til at raka breitt. Filmur er linsan, vit síggja, granska og skilja okkara samtíð ígjøgnum.
- Dómsnevndin á Berlinaluni sigur: "Í einum lítlum avbyrgdum oyggjasamfelag í Norðuratlantshavi, royna tvær gentur at reisa seg ímóti fortreð av stigmatiseringini. Fyri hansara erligu og beisku presentatión av viðurskiftunum millum hesar báðar bestu vinkonurnar, vil dómsnevndin fegin geva ein serligan prís fyri besta stuttfilmin eftir Sakaris Stórá."
- Sakaris vísir okkum, at filmur kann vera ein sentralur pallur í mentanarlívinum, sum 'setur samtíðina í spæl' og er ein vitalur stríðsvøllur, har vit kjakast um virði og samleika. Og her er veruleikin ein annar enn tann, sum vit sóu í atkvøðunum í Løgtinginum.
- Føroyskur filmur er komin úr grulvigarðinum. Lat okkum hjálpast at, soleiðis at filmur bæði vinnuliga, men ikki minst mentanarliga, verður ein listargrein á egnum beinum - eina listargrein, ið vit veruliga kunnu kalla: føroyskan film. Vit hava haft stóra gleði av, at Sakaris hevur verið knýttur at Klippfisk, sum eg haldi er upprunin til nógv av tí, vit síggja henda nú - og sum einans er stuðlað av Tórshavnar Kommunu.
- Sakaris er marggávaður innan film og hevur fleiri ferðir vunnið prísir uttanlands fyri sínar stuttu filmar. Og hesuferð í Berlin - við hansara egnu orðum: tað svarar til at B71 hevði vunnið Champions League. Tað er hesum leikstjóra, vit heiðra í kvøld. Til lukku Sakaris - og eg vóni, at vit ein dag síggja ein spælifilm eftiri Sakaris Stórá dystast um hjørtuni í føroyska biografinum og um prísir í Berlin. Vónandi kann hann tá av podiunum í Berlin fáa annað og meira enn tað, eg havi at bera fram, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda, tá hann takkaði vegna Klippfisk og kommununa.
Kelda: Tórshavnar Kommuna