NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Rigmor Dam endiliga farin frá

21/1/2019

Comments

 
Billede
Eftir óteljandi gølur og har Løgmaður hevur vart Rigmor Dam ígjøgnum ígjøgnum alt valskeiðið, er hon endiliga loyst úr starvið. 

Reint út sagt, so hevur tað als einki skil verið á Glasir og upptakið verður bæði stórt og kemur møguliga at kosta okkum skattgjaldarum 30-40 milliónir afturat. Hetta hevur landsstýriskvinnan í mentamálum alla skyldina av og átti at tikið fulla ábyrgd av játtanini til Glasir beinanvegin og lagt frá sær, men nú koma enn meira rokningar fram og alt talar fyri, at tær vera omanfyri 40 milliónir ella meira.

Hetta er ikki gott nokk og hoyrdu vit í Kringvarp Føroya ígjøgnum alla dagin ígjár, har Rigmor Dam reinsaði seg sjálvan og gav alla skyldina til leiðsluna á Landsverk og ákærdi somuleiðis andstøðuna at brúka hetta politiskt og tað slapp hon at gera, uttan at andstøðan, Landsverk ella onnur sloppu at gera viðmerkingar.

Hetta skrivar mentamálaráðið á heimasíðu sínu. 

Fráboðan
Eftir øllum at døma liggur Landsverk framvegis inni við hópin av ógoldnum rokningum fyri arbeiði á skúladeplinum í Marknagili. Aftur hesaferð er talan um rokningar fyri tíggjutals milliónir krónur, ið Landsverk ikki hevur kunnað Mentamálaráðið um fyrr enn nú í januar. Hetta, hóast Mentamálaráðið bað um fult yvirlit yvir fíggjarstøðuna seint í heyst, og at partarnir eisini hittust á fundi beint eftir nýggjár.

Sum ábyrgdarhavandi landsstýrisfólk má eg bara staðfesta, at álitið á Landsverk er ikki til staðar, og at til ber ikki at virka undir verandi kørmum og skipan, har álit millum partarnar er fremsta fortreytin. Tað ber snøgt sagt ikki til at verja seg ímóti villleiðandi upplýsingum og ósannindum, ella at ein stovnur afturheldur rokningar fyri kreditorum og okkum, sum varða av játtanini – samstundis sum, at sami stovnur hvønn mánað skrivliga hevur váttað, at fíggjarligu viðurskiftini eru í lagi.

Eg meti, at Mentamálaráðið til fulnar hevur fylgt teimum samstarvsavtalum og mannagongdum, sum eru vanligar í byggimálum hjá tí almenna. Tí er tað mín vón, at byggiverkætlanin av skúladeplinum í Marknagili verður kannað, so slíkt ikki endurtekur seg. Her verður bæði hugsað um leiklutin hjá Landsverki, Samferðslumálaráðnum (fyrr Fíggjarmálaráðnum), sum eftirlitsmyndugleika yvir Landsverk og Mentamálaráðnum, sum í hesum førinum hevur umbiðið ein skúla; Herundir fíggjarstýring, leiðsluskipan og ábyrgdarbýti.

Harumframt mæli eg staðiliga til, at skipanin av almennum byggiverkætlanum verður endurskoðað, so fíggjarlig ábyrgd, eftirlit og ræðisrættur yvir játtanini eru á einum og sama stað.

Fyri at skapa frið um miðnámsskúlan Glasir, og við inniligari vón um, at neyðug játtan verður fingin til vega, so skúlin kann byggjast liðugur sum skjótast, havi eg, av politiskum orsøkum, í dag heitt á Aksel V. Johannesen, løgmann, um at verða loyst úr starvinum sum landsstýriskvinna í mentamálum, og at hetta hevur løgmaður tikið til eftirtektar.

Við hesum takki eg øllum samstarvsfeløgum fyri fruktagott samstarv, nú mær untist at røkja sessin sum landsstýriskvinna í mentamálum í nærum hálvfjóðra ár.

SáH

Comments

Ferðafólk fáa ikki nøktandi upplýsingar um Føroyar

21/1/2019

Comments

 
Billede
Hóast tað er lágsesong, so var aftur í gjár trupuleikar av ferðafólkum. Hesu ferð vóru tað tveir útlendingar, sum ætlaðu at sláa telt upp og sova á Villingardalsfjalli. Bjargingartyrla og løgregla vórðu boðsend norður til Viðareiðis at leita eftir útlendingunum - og rokningin fyri arbeiðið verður send til Føroya fólk.


Visit Faroe Islands hevur gjørt eitt stórt og flott arbeiði at fáa ferðafólk hendan vegin, men tað eru ikki myndir av Múlafossi ella hvør besta matstovan er, sum vegleiða ferðafólkini í hvussu tey skulu uppføra seg í Føroyum. Um ferðafólkini vistu, at ikki er loyvi at sova í telti aðrastaðni enn á góðkendur støðum, so høvdu tyrla, løgregla og onnur ikki verið noydd at fari til Viðareiðis í gjár.


Tá Local.fo varð stovnað fyri skjótt einum ári síðani, var eitt av høvuðsendamálunum við miðlinum at røkka út til ferðafólk við upplýsing um Føroyar. Men almennu Føroyar hava víst millum lítlan og ongan áhuga fyri verkætlanini. Visit Faroe Islands hevði eina flotta lýsing við leiðreglum til ferðafólk í Local.fo blaðnum seinsta summar, men annars hevur onki verið at hoyrt frá almennu Føroyum.


Ein skjót kanning varð gjørd millum lesararnar hjá Local.fo herfyri, ið vísti at 77% av teimum, sum luttóku í kanningini, ætlaðu sær til Føroyar í 2019. Tískil er hetta ein gyltur møguleiki at upplýsa teimum fleiri enn 1500 dagligu lesarunum á Local.fo, um hvat er loyvt og ikki loyvt í Føroyum - áðrenn tey koma til Føroyar. Tað hevði spart nógvar pengar hjá bjargingarfeløgunum, løgregluni og samstundis hjá føroya fólki.


Ferðafólkatalið økist hvørt ár, og uttan meira vegleiðing til ferðafólk verða tilfeldi sum í gjár á Villingardalsfjallinum, ein byrða fyri Føroyar í summar og í framtíðini annars.


Torlef Joensen

Stjóri á Local.fo

Comments

Vakurt veður í Klaksvík í morgun

19/1/2019

Comments

 
Billede
Her nakrar myndir eg tók í morgun av Klaksvík. Myndirnar eru tiknar ímillum kl. 06:00 og 06:30, sjá herundir.

​SáH

Comments

Trý børn doyði eftir at tey høvdu spælt við eina frystiboks

16/1/2019

Comments

 
Billede
​Trý børn doyði eftir at tey høvdu spælt við eina frystiboks

Trý smábørn doyði í einari frystiboks, tey høvdu spælt við frystiboksina, sum stóð beint uttanfyri húsini hjá teimum og høvdu klatra í hana, men ólukkutíð smekkaði lokið aftur og tey øll doyði, av tí at tey ikki fingu luft og kvaldist.

Børnini vóru frá Live Oak í Florida og vóru tey 1, 4 og 6 ára gomul, skrivar NBC News.

Her forklárar løgreglan um hesa ræðuligu hendingina, klikk her: “Three Florida kids die after accindentally trapping themselves in freezer”

SáH

Comments

Stuðul til útoyggjamenning

15/1/2019

Comments

 
Billede
Nú ber til at søkja um stuðul til tiltøk, sum virka mennandi fyri útoyggjar.

Stuðul kann veitast einstaklingum, virkjum, feløgum og kommunum. Játtanin verður umsitin sambært reglugerð um stuðul til útoyggjamenning. Játtanin er á 1,1 mió. kr.

Umsóknir skulu skrivast á serligt umsóknarblað. Umsóknarblað sæst her.

Reglugerðin sæst her.

Freistin at søkja um stuðul er 1. februar 2019.

Umsóknir skulu sendast til:

Heilsu- og innlendismálaráðið, Eirargarður 2, 100 Tórshavn ella til himr@himr.fo

Comments

Signhild V. Johannesen røkir borgarstjórasessin

15/1/2019

Comments

 
Billede
Jógvan Skorheim, borgarstjóri er í burturstaddur fram til fríggjadagin 18. januar, og í hesum tíðarskeiði røkir Signhild V. Johannesen starvið sum borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.

Umframt at vera varaborgarstjóri er Signhild V. Johannesen eisini forkvinna í Mentanarnevndini og limur í Fíggjarnevndini, Umhvørvis- og býarskipanarnevndini og báðum Trivnaðarnevndum Býráðsins, skrivar Klaksvíkar kommuna.

Comments

Leitingin í Fugloy er steðgað fyribils

15/1/2019

Comments

 
Billede
Tann skipaða leitingin eftir horvna ferðamanninum í Fugloynni er fyribils steðgað.

Leitað hevur verið á oynni við staðkendum og løgreglufólki við hundum. Harumframt hava tyrlan og Brimil leitað kring oynna.

Einki samband hevur verið við ferðamannin, síðan hann fór úr tyrluni í Hattarvík um middagsleitið fríggjadagin 11. januar 2019.

Løgreglan heitir á fólk, sum hava sæð ella hoyrt nakað til ferðamannin, um at venda sær til politistøðina í Havn á tlf. 114 ella 351448.

Kelda: www.politi.fo

​SáH

Comments

Hestfólk fáa nógv fleiri túrar

13/1/2019

Comments

 
Billede
Landsstýrismaðurin, Heðin Mortensen, og Hilmar Elissaen standa framman fyri Jósup, ið nú ferð at sigla eftir nýggjari ferðaætlan.

Landsstýrismaðurin í Samferðaslumálum, Heðin Mortensen, sigur: ”Endiliga er avtalað gjørd um, at Jósup byrjar sigling nú mánadagin. Hetta er gott fyri fólk í Hesti, og somuleiðis er ferðaætlanin hjá Teistanum varðveitt, sum hon er í dag. Hetta er eitt positivt og munandi ískoyti til verandi ferðaætlan”.

Strandferðslan ferð nú at uppraðfesta túrar út í Heyst. Hetta skal gera, at fólk í Hesti fáa tað hópin høgligari at ferðast úr Hesti og yvir á Gomlurætt.

Jósup ferð at sigla eftir einari greiðari ferðaætlan millim Heyst og Gomlurætt. Hetta er ein ætlan, sum skal halda fram til apríl mánað, tá summarferðuætlanin byrjar, men Landsstýrismaðurin í Samferðslumálum ætlar, at hetta skal halda fram.

Fólk í Hesti fáa nú høvi at búgva í Hesti, fara til arbeiðis, og ganga í skúla. Ørindi í meginøkinum eru eisini høglig. Jósup heur fýra túra hvønn dag, har fyrsti túrur er úr Hesti kl. 07.00, og seinasti túrur kl. 19.30 allar dagar í vikuni. Hetta passar eisini til rutuna hjá Teistanum, til Gomlurætt, so bussleiðin til Havnar eisini kan brúkast.

Er tørvur á farmaflutningi ella flutningi av akførum í og úr oynni, eru tilkalling og túrar settir í ferðaætlanini, so er at seta seg í samband við Strandferðsluna.

Í dag lýsir Strandferðslan hesi nýggju ferðaætlanini millum Heyst og Gomlurætt.

Comments

Mylnuhúsið verður 20 ár

11/1/2019

Comments

 
Billede
Í samband við at Mylnuhúsið 16. januar 2019 verður 20 ár, bjóðar Mylnuhúsið øllum í føðingardag.

Tað eru 20 ár síðan Mylnuhúsið lat upp á fyrsta sinni. Mylnuhúsið byrjaði sum ein sjálvognarstovnur við Honnu Thøgersen sum leiðara. Í stýrinum sótu tá: Elisabett ( Betta ) Joensen, formaður, Eyðgunn Samuelsen, næstformaður og Kristian Fríðrik Olsen, nevndarformaður.

Børnini, sum byrjaðu í Mylnuhúsinum fyri 20 árum síðani, vóru í aldrinum 0 – 9 ár, men hetta varð broytt í 2011, tá Snjallabjalla lat upp.

Mylnuhúsið varð rikið sum ein sjálvsognarstovnur fram til 2015, tá avgjørt varð, at Mylnuhúsið skuldi gerast ein kommunalur stovnur.

Mylnuhúsið hevur síðani 2002 arbeitt við italienska arbeiðsháttinum “ Den integrerende baggrund” eisini nevnt “Sporpædagogik”. Hetta sæst aftur í dagliga virkseminum, tí fleiri siðvenjur hjá Mylnuhúsinum eru sprotnar úr sporum hjá børnum og vaksnum, sum hava havt sína dagligu gongd í Mylnuhúsinum. 

Mikudagin 16. januar frá kl. 15.00 – 17.00 bjóðar Mylnuhúsið bollar og kakao.

Øll eru hjartaliga vælkomin í føðingardag hjá Mylnuhúsinum.

Comments
Forward>>
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.