Tað eru 20 ár síðan Mylnuhúsið lat upp á fyrsta sinni. Mylnuhúsið byrjaði sum ein sjálvognarstovnur við Honnu Thøgersen sum leiðara. Í stýrinum sótu tá: Elisabett ( Betta ) Joensen, formaður, Eyðgunn Samuelsen, næstformaður og Kristian Fríðrik Olsen, nevndarformaður.
Børnini, sum byrjaðu í Mylnuhúsinum fyri 20 árum síðani, vóru í aldrinum 0 – 9 ár, men hetta varð broytt í 2011, tá Snjallabjalla lat upp.
Mylnuhúsið varð rikið sum ein sjálvsognarstovnur fram til 2015, tá avgjørt varð, at Mylnuhúsið skuldi gerast ein kommunalur stovnur.
Mylnuhúsið hevur síðani 2002 arbeitt við italienska arbeiðsháttinum “ Den integrerende baggrund” eisini nevnt “Sporpædagogik”. Hetta sæst aftur í dagliga virkseminum, tí fleiri siðvenjur hjá Mylnuhúsinum eru sprotnar úr sporum hjá børnum og vaksnum, sum hava havt sína dagligu gongd í Mylnuhúsinum.
Mikudagin 16. januar frá kl. 15.00 – 17.00 bjóðar Mylnuhúsið bollar og kakao.
Øll eru hjartaliga vælkomin í føðingardag hjá Mylnuhúsinum.