Ætlar tú at brenna bál nýggjársaftan, minst so til at skráseta teg hjá Sløkkiliðnum. Her er vegleiðing til skráseting til borgarar, ið ætla sær at brenna bál á nýggjárinum. Øll bál skulu skrásetast hjá Sløkkiliðnum.
Umframt at fylgja vegleiðing og galdandi reglugerð á økinum, eiga atlit eisini at verða tikin til grannarnar, um bálið verður brent í íbúðarøki. Góður siður er tí at kunna grannalagið, áðrenn bál verður brent nærhendis bústað. Bálbrenning skal altíð fylgja vegleiðingini hjá Umhvørvisstovuni.
Boð frá nýggjársbáli her: Nýggjársbál 2020
Í sambandi við bálbrenning og brenning í smáum heimaovnum og í eldstaði eru her nøkur dømi um, hvat kann brennast, og hvat ikki kann brennast.
Hetta er loyvt at brenna:
Reinur og turrur óviðgjørdur viður
Ólitað pappír og papp
Jólatrø og annað grann
Hetta er ikki loyvt at brenna:
Plast og gummi (t. d. flamingo, dekk, nótir, posar og annað)
Viðgjørdur og málaður viður
Saguspønir og spønplátur
Húsarhaldsburturkast
Vandamikið burturkast (t. d. máling, battarí, olja, oyðingarevni, loysingarevni o. a.)
Klæðir, leður og annað
Dagbløð og vikubløð (viðgjørt papír)
Kelda: Klaksvíkar Kommuna
SáH