
Komin til landi bleiv vaksinan koyrd til Apoteki í Tórshavn og í dag klokkan 13:00 byrja tær fyrstu koppsetingarnar í Føroyum.
Tað vera heilsustarvfólkini sum starvast við Corona sjúklingum sum vera koppsett fyrst og verður tað gjørt í øllum sjúkrahúsunum í landinum, bæði á Landssjúkrahúsinum, Klaksvíkar Sjúkrahúsið og Suðuroyar Sjúkrahúsið.
Tummas í Garði varastjóri í Sjúkrahúsverk Føroya segði at tað vera bara 100 fólk sum vera koppsett áðrenn ársskiftið, men har komu 975 skamtanir til Føroyar og tí var útsøgnin hjá Tummas í Garði í Dag & Viku í gjárskvøldið eitt sindur løgin, sjálvandi eiga 487 at vera koppsett beinanvegin og so eigur Heilsumálaráðið at fáa sín lut í hvørjari einastu sending Danmark fær til landi og Danmark fær sendingar hvørja viku og frá tann 6. januar verður nøgdin enn fleiri og frá fleiri fyritøkum og tá eiga Føroyar og Grønland at fáa enn fleiri skamtanir enn 975 um vikuna. Hetta skrivar Sundhedsstrelsen á teirra heimasíðu:
Hvordan bliver de første vacciner fordelt?
Efterhånden som vi får større mængder af vaccine og også flere typer, vil flere og flere borgere blive tilbudt vaccination. Den fordeles ligeligt og på samme tid mellem regionerne efter befolkningstal. Grønland og Færøerne får også deres andel. Den første mængde vaccine, der kommer til landet, skal bruges til at vaccinere de udvalgte grupper med både det første og andet stik med vaccinen med et bestemt antal dages mellemrum.
”Vi prioriterer forebyggelse af alvorlig sygdom og død højest og fordeler vaccinerne efter det princip, efterhånden som de kommer. Derfor må man ruste sig med lidt tålmodighed, hvis man ikke er en af de grupper, som først får tilbud om vaccination. Alle, som vaccinerne er godkendt til, skal nok få tilbuddet om vaccine på et tidspunkt, når der åbnes bredt op for det”, siger Søren Brostrøm.
Den næste, og større sending vacciner ventes at ankomme til Danmark i løbet af få dage.
So nú er at seta alt inn fyri at øll vera koppsett so skjótt sum gjørligt, so vit skjótast gjørligt sleppa av við Korona og á tann hátt fáa okkara vanliga lív aftur.
SáH