17 teirra eru partur av smittuketu, sum Landslæknin fylgir. Tað er í løtuni óvist, hvussu tveir persónar, ið báðir búgva í Føroyum, eru smittaðir. Øll eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.
Í gjár vórðu 1270 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 196.479 kanningar gjørdar.
Tilsamans hava nú 601 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 535 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 66 persónar smittaðir í løtuni.
Ein persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.
Heilsumálaráðið