NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Arbeiðstakarasáttmálar gjørdir um Sambýlið í Reynstúni á Argjum

25/5/2022

Comments

 
Picture
​Í dag eru arbeiðstøkusáttmálarnir at byggja nýggja Sambýlið í Reynstúni á Argjum til fólk við menningartarni og fjølbreki undirskrivaðir.

Arbeiðstøkusáttmálar eru undirskrivaðir við P/F Articon (jørð, kloakk og bygning), P/F Maria Poulsen (HVS og ventilatión) og Sp/f El.fo (el og ABA).

Talan er um eitt heim til 18 búfólk, sum hava tørv á røkt og stuðul alt samdøgrið. Umframt búeindirnar eru felagsøki og starvsfólkaøki. Heimið fer at liggja beint omanfyri rundkoyringina við Glyvursvegin á Argjum.

Tað er Teknistovan MAP arkitektar, ið hevur prosjekterað verkætlanina. Arbeiðið byrjar í næstum og skal verða liðugt síðst í 2023.

Á myndini eru:
Hans Tausen, verkætlanarleiðari, P/F Maria Poulsen
Kjartan á Dul, stjóri, P/F Maria Poulsen
Sunvard Andreasen, framleiðsluleiðari, P/F Articon
Jón Sigurdson, stjóri, P/F Articon
Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum
Sigurd L. Lamhauge, stjóri, Landverk
Sigurð Ó. Vang, deildarleiðari, Landsverk
Heini E. Egholm, verkætlarleiðari, Landverk
Arne Debes Madsen, tekniskur stjóri, El.fo

Almannamálaráðið

Comments

Býráðsskráin er nú tøk

24/5/2022

Comments

 
Picture
Býráðsskráin fyri fundin í morgin, 25. mai 2022, er nú tøk.

Býráðsfundurin byrjar kl. 17.30 og til ber at stroyma almenna býráðsfundin umvegis leinkið á forsíðuni. Tilber eisini at lurta eftir býráðsfundinum á www.stream.fo og á FM 98,7.

Býráðsskráin kann takast niður her: býráðsskráin 25. mai 2022

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Safir og Smaragd eru komnir inn við 230.000 pundum

24/5/2022

Comments

 
Picture
Safir og Smaragd eru komnir aftur av fiskileið og komu teir aftur tíðliga í morgun. Teir hava partrola eystanfyri fyri Føroyar.

Teir høvdu 230.000 pund og tað mesta var upsi.

Teir byrjaði túr tann 16. mai

Landa blívur til Kósina í dag.

SáH

Comments

NEI, NÚ ER NOKK!

23/5/2022

Comments

 
Picture
Nú má broyting koma í føroysku rættarskipanina!

Tað kemur fyri, ferð eftir ferð, at vit hoyra um harðskapsmál, ið ikki verða tikin í álvara og offur ið ikki verða tikin fyri fult. Rættarsakir sum verða meldaðar, men bíðitíðin tekur mánaðir, ja uppí ár. Hetta kann eg sjálv skriva undir uppá. Í nógvum førum verður eisini mismunur gjørdur í revsimálum. Hetta eigur ikki, at koma fyri og skal steðgast!

Kvf.fo legði fyri stuttum, eina tíðindagrein út “Ein 28 ára gamal maður var 5. mai 2022 í Føroya Rætti dømdur 40 daga fongsulsrevsing fyri harðskap, sum var framdur í náttarlívinum í Havn. Maðurin var ákærdur fyri at hava sligið ein annan mann fleiri ferðir í andlitið”
“ein 28-ára gamal maður, sum er pólskur ríkisborgari, er dømdur, og at hann skal sita dómin beinanvegin. Til útvísingina er knýtt eitt innferðarbann í 3 ár”.

Í mínum føri var veruleikin ein annar.. Í 2019-2020 livdi eg í einum keðiligum, men eisini ræðandi parlagi, sum hevði við sær sálarligan og kropsligan harðskap og kynsligan ágang – og arrini, ja tey sita djúpt.

17. septembur 2020 megnaði eg, at siga stopp! Eg kom heim til systir mína, hon sá, at eg hevði fingið reyð og blá merkir á hálsin, armar og bein. Dagin eftir, valdi eg so at taka tí avgerð, at melda tað til politiið. Eg skuldi til avhoyring og fekk at vita, at eg hevði tikið røttu avgerð við, at melda tað. Myndir blivu tiknar av bláu merkjunum. Eg fór eisini til læknan, at máta merkini á hálsinum.

Tað gekk lang tíð, áðrenn nakað dato varð ásett í Føroya Rætti. Eg ringdi til tey og fekk at vita, at slík harðskapsmál, blivu tikin í størsta álvara og framum øll onnur mál, men soleiðis var ikki. Aftaná hálvt ára bíðitíð, fekk eg eitt dato í rættinum, 8. apríl 2021. Hetta var ein sera hugtung tíð. Tá dagurin kom, møttu vit upp í Føroya Rætti. Av tí, at eks-sjeikurin var útlendingur, varð neyðugt við einum tulki til hansara. Tulkurin ið varð umbiðin í Føroya Rætti, tosaði ikki móðirmálið hjá eks-sjeikinum. Sakin bleiv avlýst og vit máttu heim aftur at bíða. Tann 4. mai 2021 vórðu vit aftur innkallað. ENN einaferð, hevði Føroya Rættur umbiðið skeivan tulk og fóru vit ill, skuffað og kedd heim aftur. Langa bíðitíðin tóktist tyngri og tyngri. Tann 18. august 2021, vórðu vit innkallað fyri triðju ferð. Tá megnaðu tey, at finna ein góðkendan tulk til rættarsakina. Tá var sakin longu við at verða ov gomul. Vit vitnaðu og ivaðust ikki í, at Føroya Rættur hevði skilt álvarsligu støðuna. Myndir blivu vístar av kropsliga harðskapinum og vitnað varð eisini, um tann áhaldandi sálarliga harðskapin, sum eks-sjeikurin hevði framt móti mær, tá vit vóru í parlagi. Kropsligi harðskapurin var m.a., at hann tók kvalaratak um hálsin á mær, bæði upp ímóti veggi og eisini millum vegg og eina song, har eg lá í klemmu og ikki fekk gjørt mótstøðu. Hann gav mær blá merkir á armar og bein. Tann sálarligi harðskapurin hevði við sær, at hann manipuleraði, koyrdi meg niður sálarliga, var ekstremt øvundsjúkur, kontrolerandi og hevði rættiliga barnsligan atburð. Eg bleiv isolerað frá øllum, bæði vinfólki og familju og eg slapp ikki í býin uttan, at hann kom við. Hetta er bara ein brotpartur, av øllum sum er farið fram. Nógv av hesum bleiv vitnað í rættinum. Har vóru enntá myndir, ið svart uppá hvítt vístu kropsliga harðskapin, sum eg hevði verið fyri.

Aftaná rættarsakina, skuldi málið til Danmarkar til ummælis. Tann 21. oktobur 2021, varð málið latið rættinum. Tann 31. mars 2022 skuldi dómurin fella, men tað bleiv útsett til 7. apríl, tí eingin semja varð. Tann 7. apríl fall dómurin. Ákærdi fekk ongan dóm, skuldi hvørki inn at sita, ella bleiv útvístur úr landinum. Ákærin vildi, at hann skuldi inn at sita í tríggjar mánaðir og so útvísast, men tað tók dómarin ikki undir við. Tað einasta hann fekk, var 1 ára treytaðan dóm. Um hann onki revsivert ger, innan tíðin er farin, er hann ein fríur maður.

Eg kann so leggja aftrat, at eg kenni fólk, ið hava koyrt for skótt, sum hava fingið treytaðan dóm í 3 ár. Men at royna, at kvala eina unga gentu og fremja nógvan harðskap sálarliga, kropsliga og kynsliga í fleiri ár, verður ikki tikin í eins stóran álvara.

Hvar er virðingin fyri menniskjum og rættvísið frá Føroya Rætti? Hvussu nógv skal til fyri, at brot á revsilógina og harðskapsmál verða tikin í álvara? Hví skal bíðitíðin taka fleiri ár, áðrenn man sleppur framat í Føroya Rætti? Ein persónur sum longu hevur livað í harðskapi megnar nóg illa, at taka støðu til at melda eina slíka sak og so at bíða í so langa tíð aftrat, líkist ongum. Man hoyrir dagliga í útvarpinum um felagsskapin sum eitur ‘Sig frá’, har tey lýsa við, at um ein hevur verið fyri harðskapi, so skal man siga frá. Hvussu skal ein persónur tíma at siga frá, um onki verður gjørt við harðskapin, tá hann verður meldaður?

Tá snakkað verður um stoffir, ið verða smuglaði inn til landið, ja tá fær ein harðan straff, sum eitur 3-4 ára fongsulsrevsing, men tá tað kemur til menniskja rættindir, ja so sleppa øll at ganga frítt og lítlan og ongan dóm fáa.

Mítt endamál við hesum, var ikki at taka synd í mær ella at vísa samkenslu, men at bróta tøgnina um sera vánaligu viðurskiftini í Føroya Rætti og at varpa ljós á harðskapin. Um eg visti áðrenn, at støðan í Føroya Rætti var so ring, sum hon er, hevði eg nokk ongantíð meldað tað og tað er als ikki tann rætta kenslan, ein skal sita eftir við. Eg eri sera hørm um rættarskipanina í Føroyum, eg vóni at hetta fer at broytast í framtíðini. Ongantíð for skjótt!

Ein føroyskt kvinna á Facebook 23052022

Picture
Lýsingarprísir, vit síggjast.
Comments

Bragd hevði 13.000 pund í dag

23/5/2022

Comments

 
Picture
​Bragd er komin aftur av góðum túri. Teir hava roynt við línu á Føroya Banka.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 13.040 pund, tað mesta var hýsa, longa og brosma, 9.920 pund hýsa, 1.000 pund longa og 1.000 pund brosma og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Landa bleiv til Snarfrost í Miðvági.

SáH

BRAGD – ( KG 642 )
-(SNARFROST)-23-05-2022   6.520

Comments

Búgvin hevði 53.000 pund í dag

23/5/2022

Comments

 
Picture
Búgvin kom tíðliga aftur í morgun av góðum túri. Teir hava trola á landleiðini og norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 53.270 pund, tað mesta var havtaska og toskur, 21.600 pund havtaska, 17.100 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Teir byrjaði túr tann 15. mai.

Landa bleiv til NFCS.

SáH

BÚGVIN – ( KG 119 )NFCS-23-05-2022   26.635

Comments

Skoraberg og Fuglberg komnir aftur við 240 tonsum av gullaksi

23/5/2022

Comments

 
Picture
Teir komu aftur á Klaksvík í morgun og hava teir partrola sunnanfyri Føroyar.

Teir høvdu 240 tons av gullaksi og landaðu teir til Kósina.

Teir byrjaði túr tann 16. mai.

Veiðan bleiv síðani koyrd til Tavuna í Leirvík til víðari viðgerðar.

Teir eru longu farnir til fiskiskap aftur.

SáH

Comments

Íslendsk sendifólkatoymi á vitjan í Klaksvík

23/5/2022

Comments

 
Picture
Øll tey norðulendsku sendifólkini í Íslandi – frá Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi, Grønlandi og eisini frá Polen, Onglandi, Týsklandi og Japan hava verið á Føroyavitjan, síðani fríggjadagin.

Tey hava verið á ymsum stovnsvitjanum í Vágunum og Tórshavn – í Tinganes, í Tinginum, Tjóðsavninum, Hiddenfjord og aðrar staðir við. Eisini fingu tey á fundi kunning frá Visit Faroe Islands og Tunnilsfelagnum.

Í dag lá leiðin norðureftir, og fóru tey í morgun í Kalsoynna, har tey saman við Eyðun Eliasen m.a. steðgaðu á við Kópakonuna, sóu bygdina og koyrdu eisini norður á Nes – Trøllanes, har Eyðun greiddi frá tí nógva vakra, har er at síggja – og nógv søguligt er at siga frá eisini.

Borgarstjórin, Karl H. Johansen var vertur við eitt ábit í gamla Seglhúsinum seinnapartin. Hann helt røðu fyri gestunum og greidd frá um Klaksvík, eins og hann ynskti gestunum vælkomnum til fiskivinnuhøvuðsstað Føroya.
Símun Gullaksen greiddi frá matinum, bóndalívi í Fugloy og søguni hjá hesum serstaka húsi, sum hevði sín stóra leiklut í handils- og útgerðarvinnuni í síni tíð.

Síðani varð farið niðan í Christianskirkjuna, har Marjun Lómaklett, integratiónsprestur greiddi hugtakandi frá altartalvuni, doypufuntinum, bátinum og serstaku træskurðunum hjá Edward Fuglø í kirkjukjallaranum.

Eftir tað varð farið oman í Varpið, har Dávur Winther greiddir frá byggingini av einum nýggjum og spennandi mentanarhúsi í Klaksvík, ið er ætlað at kunna so nógv – og sum vónandi stendur liðugt um ikki so nógvar mánaðir.
Sendifólkini vóru ógvuliga áhugaði og høvdu nógv at spyrja, eins og tey fegnaðust um henda spennandi og litríka bý, sum hevði so nógv at bjóða.

Tað er sendikvinna Føroya í Reykjavik, Halla Nolsøe Poulsen, sum saman við og Elsba Dánjalsdóttir, ritara, hava lagt Føroyaferðina til rættis.

Í morgin fer ferðaliðið aftur til Íslands, eftir – hvat tey siga – eina frálíka ferð í Føroyum.

Sjá myndir klikk her; “Íslendst sendifólkatoymi á vitjan í Klaksvík”
​

Klaksvíkar Kommuna

Picture
Lýsingarprísir, vit síggjast!!!
Comments

Endiliga fáa jarðareigarnir pengarnar frá Klaksvíkar Kommunu

22/5/2022

Comments

 
PictureOngar pengar fingið enn, men nú eru teir á veg
Tað hevur gingið sera long tíð at jarðareigarnir til útstykkingina á Fossum hava fingið sínar pengar frá Klaksvíkar Kommunu.

Nú ljóðar at pengarnir eru fluttir á eina konto í Norðoya Sparikassa og at jarðareigarnir endiliga fáa sínar pengar.

Hetta hava teir bíða eftir í áravís og umskyldningurin hjá Klaksvíkar Kommunu hevur verið Matrikkulstovan og tað er tí at jarðareigarnir ikki hava fingið pengarnar.

Okkurt skal barni eita, men at tað skal ganga áravís at flyta pengarnar nú útgravingin og útstykkingin næstan er liðug, er alt og langt úti og vónandi fáa jarðareigarnir høga rentu frá KK, nú Klaksvíkar Kommunu hevur afturhildi pengarnar í áravís.

Hendan útstykkingin á Fossum skuldi verið liðug í 2020, men enn er nógv eftir og sum ikki einaferð, so mátti hendan samgongan, sum eg eri partur av, taka um endan og fáa hesa verkætlan lidnan, sjá her: Verkætlan: Útstykking á Fossum - faldari og klikk eisini hetta link: https://www.klaksvik.fo/410?_l=fo

Havi skrivað nakrar ferðir um hesa sakina og eisini spurt fleiri ferðir Klaksvíkar Kommunu, hví pengarnir ikki hava verið fluttir? Nú kemur tað so endiliga upp á pláss og vónandi vera jarðareigarnir glaðir, SO VERÐUR TAÐ GJØRT.

Símun á Høvdanum

Picture
Loysir seg at blíva við, tí sum tit vita so ruggar ikki alt rætt í Klaksvíkar Kommunu
Comments

Ráðstevna um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu

21/5/2022

Comments

 
Picture
Týsdagin 24. mai, kl. 8:45 til 16:15 verður almenn ráðstevna, har rúsevnismisnýtsla verður sett á breddan. Ráðstevnan verður hildin í Lívdini í Hoyvík

Ráðstevnan tekur útgangsstøði í Heildarætlanini um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í Føroyum, sum varð almannakunngjørd í vár. Í heildarætlanini er dentur lagdur á fyribyrging í breiðum týdningi, har trivnaður, góðir felagsskapir og samstarv tvørtur um geirar eru lyklaorð.

Á ráðstevnuna verða tvey yvirskipaði evni viðgjørd:
Hví er trivnaður, so týdningarmikil, tá ið tað kemur til fyribyrging?
Hvussu hjálpa vit teimum, sum longu hava ein trupulleiki?
Fleiri áhugaverdir fyrilestrarhaldarar fara at umrøða evni úr heildarætlanini úr ymiskum sjónarhornum og orðaskifti verður um, hvussu vit seta átøkini í heildarætlanini í verk.

Les alla skránna her

Luttøka á ráðstevnuni er ókeypis, men tað er neyðugt at melda til við at senda ein teldupost til [email protected]

Løgmansskrivstovan



Comments
<<Previous
Forward>>
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    January 2026
    December 2025
    November 2025
    October 2025
    September 2025
    August 2025
    July 2025
    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.