Fyri at eftirlíka ynskinum frá kommunum, hevur landsstýrismaðurin í almannamálum tí í dag sent tvey broytingaruppskot til kunngerðir til ummælis. Talan er um kunngerð um heimatænastu og gjald fyri heimatænastu, eldrarøkt o.a. og kunngerð um umsiting av samsýning fyri ansing av eldri og óhjálpnum persónum. Uppskotini kunnu lesast HER.
Fyrra uppskotið leggur upp til, at kommunan fær heimild at áseta eitt hægsta møguligt gjald fyri at búgva á ellis- og røktarheimi og eldrasambýli. Sama verður galdandi fyri heimahjálp.
Seinna uppskotið er um broyting av upphæddini, sum verður veitt í ansingarsamsýning. Ansingarsamsýning kann veitast persóni, ið ansar eldri og óhjálpnum persóni heima. Henda upphæddin er lítið og onki broytt síðani 2010. Í uppskotinum verður lagt upp til, at upphæddin hækkar til 18.000 kr. um mánaðin í mun til í dag, har upphæddin er 10.789 kr. um mánaðin.
Broytingarnar koma eftir ætlan í gildi 1. januar 2023.
Ummælisfreistin er 26. september 2022.
Almannamálaráðið