SáH
Tað kann vera eitt gott hugskot, at kannað eftir í framtíðini, tá ið man tekur pengar út úr sjálvtøkuni, tí nú verður kostnaðurin fyri ávísar sjálvtøkur heili 30,00 – 40,00 kr. at taka ein 100 krónu seðil út, hetta skrivar DR á heimasíðu hjá teimum, klikk her: “Flere hæveautomater skifter ejer: Pludselig koster det 40 kroner at hæve 100 kroner”
SáH
Týsdagin klokkan 17:00 fór nýggjasta skipi í flotanum Klakkur til Flemish Cap.
Nakað av fólki vóru og søgdu farvæl og einasti fjølmiðlarnir á kajuni var News.fo og Norðoya Portalurin. Veðrið var einki serligt og tað gekk ein løta til Klakkur fór frá bryggju, men so fóru teir út eftir Vágni, her nakrar myndir, sjá niðanfyri. Sunnukvøldið fóru fýra línuskip avstað, tey vóru Jákup B., Jógvan I, Kambur og Stapin. Tað eru sjey skip sum hava fingið loyvi at royna á Flemish Cap. Umframt tey línuskipini sum fóru sunnukvøldið hava eisini Eivind, Klakkur og Ågot fingið loyvi at royna á Flemich Cap. Toskakvotan á Flemish Cap er nógv minka í ár, í mun til í fjør. Í ár er kvotan 1.907 tongs og er alt felagskvota og í fjør var kvotan 3.911, so hon er farin niðurum helvtina. Her filmsklipp, tá ið Klakkur fór sín fyrsta túr undir føroyskum flaggið. Vit ynskja skipunum ein skjótan og góðan túr. SáH Nýggja skoytubreytin, sum varð tikin í nýtslu 7. desember 2019, hevur verið sera væl vitjað. Hóast veðrið hevur darvað nakað, og møguligt einans hevur verið at havt opið í 14 dagar, so hava dagliga 375 fólk í miðal roynt skoytubreytina. -Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sigur, at royndarkoyringin av skoytubreytini veruliga hevur víst, hvussu hon í framtíðini kann skapa grundarlag undir menning og trivnaði í okkara nýggja miðbýi. Fleiri sera góðar hátíðarløtur hava longu verið kring skoytubreytina, har nevnast kann handanin av Ársins Rósu, sum savnaði fleiri 100 fólk. -19. januar 2020 verður seinasti dagur, har møguleiki verður at skoyta á hesum sinni. Men fyri framman liggur ein spennandi tíð, tí næsta stig verður, at gera undirlagið undir skoytubreytini heilt liðugt. Hetta fer at prýða um økið til summarhálvuna, men fer eisini at virka til, at lættari verður at klárgera skoytubreytin komandi vetur, sigur Jógvan Skorheim. Kate Hammer, sum hevur samskipað arbeiðið við skoytubreytina í ár, sigur, at arbeiði hevur gingið sera væl. Kate sigur, at ítróttarfeløg og áhugafelagskapir í býnum hava víst stóran áhuga í, at passa básin, har útleiganin av skoytunum hevur verið. Øll hava víst stórt arbeiðssemi, og sigast má, at bæði starvsfólk og vitjandi hava verið sera væl nøgd við avgreiðsluna. Framkomna skipanin, sum samantvinnur sjóhitan og skoytubreytina hevur eydnast væl. El-útreiðslurnar hava samsvarað við inntøkurnar, sum eru komnar inn, og tí kann staðfestast, at sjóhitaskipanin veruliga hevur rokkið eitt av sínum endamálum. Kelda: Klaksvík.fo SáH Í løtuni er kolandi stormur runt Føroya land, nú klokkan er farin um 5 um morgunin tann 14. januar 2020. Á Ørðaskarð, Fámjinsveginum var klokkan 04:49 kolandi stormur, í hvirlunum upp til 57 m/s. Næst harðast hvirlur eru á Pokerishálsinum, 44 m/s og Oyggjarvegnum við Norðadalsskarð, í hvirlunum upp til 41 m/s. Klaksvík, Gerðabøur er hvassur vindur og í hvirlunum upp til 32 m/s í løtuni. So ansi tykkum, tit sum skula út og tit sum skulu koyra bil á landsvegunum. SáH Gadus fór at sigla heim í gjárskvøldið Teir fóru túr tann 11. november og hava sostatt hildu jól og nýggjár í russiskum sjógvi. Gadus er á veg til kontrollpunkti og vera har áleið á middegi og so fara teir til Bátsfjørin at bunkra, so verður næsta stopp Føroyar. Teir hava boða frá at teir hava fult skip og tað er 730 tons í last og tað mesta er toskaflak. Við eru 32 mans og skipari hendan túrin er Ólavur Biskopstø. Væntandi vera teir á Klaksvík hóskvøldið, um veðrið verður tilvildar. Vit ynskja skipara og manning góða heimreisu. Her filmsklipp og myndir, tá ið Gadus fór avstað tann 11.11.2019, klikk her “Gadus á veg í russiskan sjógv” SáH
Tað var ein stór mannamúgva sum tók ímóti Klakki, tá ið hann kom til Klaksvíkar klokkan 13:00 í dag.
Øll vóru bóðin umborð og har var bjóða kaffi og kakur og gott lag var á øllum. Eitt sera snotuligt skip og vit ynskja reiðarí, skipara og manning góðan byr í framtíðini. Her nakrar myndir frá, tá ið Klakkur kom á fyrsta sinni til Klaksvíkar, sjá herundir. SáH Klokkan nakað yvir 4 í morgun kom Klakkur til Føroyar, hann siglur nú aftur og fram í Kalsoyarfirði og í løtuni liggja teir sunnanfyri Borðoyanes nú klokkan er 06:11. Væntandi bíðar at koma inn til Klaksvíkar til at fólk og tað almenna vaknar. Klakkur er keyptir úr Norra og er tað línuskipi Geir II, her nakrir upplýsingar um Geir II ella núverandi Klakk. General “Geir II”, designated ST-155, is a Longliner built at Fiskerstrand Verft AS, Norway, yard no. 69 for owner H.P. Holmeset AS, Norway. It was delivered in 2010. The vessel has diesel electric propulsion, both aft and forward. It is specially designed for lining through moonpool in centreline. This extend the time of fishing operations under severe weather conditions and with high maneuverability and station keeping capabilities. Main Characteristics Length over all 51.30 m Length between p.p. 45.60 m Breadth moulded 12.40 m Depth to main deck 5.70 m / 5.82 m Depth to shelter deck 8.30 m Depth to forecastle deck 10.80 m Max draft 5.37 m Gross tonnage 1737 tons Speed 13.7 knots Accommodation 19 pers + hospital IMO 9535383 Vit ynskja Klakk vælkomin til Føroyar og gleða okkum at taka ímóti, tá ið teir einaferð leggja at kaj. SáH Í dag hava stjórnarleiðararnir í Føroyum, Danmark og Grønlandi umrøtt ymisk viðurskifti í ríkisfelagsskapinum. Mette Frederiksen, forsætisráðharri, Kim Kielsen, landsstýrisformaður, og Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, brúktu rúma tíð at viðgera uttanríkispolitikk og støðuna í Arktis. Fundurin var í danska forsætismálaráðnum í Keypmannahavn. Um fundin sigur løgmaður: Ríkisfelagsskapurin er ein týðandi felagsskapur í Arktis. Okkara strategiska staðseting mitt í Norðuratlantshavi gevur Føroyum nýggjar møguleikar. Men tað gevur okkum eisini stórar avbjóðingar og ábyrgd. Hetta krevur, at vit eru umhugsin og samskifta væl fyri at tryggja, at møguleikarnir verða gagnnýttir á bestan hátt. Eftir fundin sigur danski forsætisráðharrin: Økti áhugin hjá stórveldunum fyri Arktis gevur samstarvinum í ríkisfelagsskapinum eina nýggja dimensjón. Økti áhugin frá stórveldunum hevur við sær, at vit styrkja samskifti og at Danmark, Grønland og Føroyar fara at arbeiða meira upp á tvørs. Á fundinum í dag hava við millum annað umrøtt uttanríkis- trygdar- og verjupolitikk. Eftir fundin sigur grønlendski landsstýrisformaðurin: Tað var ein góður og opin fundur. Vit eru tilvitað um, at grønlendska staðsetingin í Arktis og Norðuratlantshavi gevur okkum ein meira týðandi leiklut í stórpolitisku myndini. Av teirri orsøk er tað sera týdningarmikið, at grønlendska landsstýrið fær eina veruliga ávirkan á tær avgerðir, sum verða tiknar í ríkisfelagsskapinum um Grønland og Arktis. Løgmansskrivstovan |
Greinar
April 2024
|