NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Landsstýrismaðurin í lógarmálum fer í barsilsfarloyvi

1/2/2023

Comments

 
Picture
Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, fer í barsilsfarloyvi frá 1. februar og átta vikur fram at vera heima hjá lítlu Bjartu, ið er 8 mánaðir gomul.

Hetta er fyrstu ferð í Føroyum, at ein landsstýrismaður ella landsstýriskvinna fer í barsilsfarloyvi, meðan tey sita í landsstýrinum.

“Fyrsta tíðin saman við barninum er serstøk. Vit pápar eiga eisini hesa tíðina, men duga kanska ikki so væl at raðfesta hana. Tað er ein tíð, ið tú ikki fært aftur, og er tískil dýrabar, og ta tíðina ynski eg at raðfesta og njóta til fulnar. Eg vóni, at fleiri pápar fara at síggja virði í at fara í barsil í framtíðini, óansæð um man er landsstýrismaður, handverkari ella lærari”, sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum.

Meðan landsstýrismaðurin er í barsil, tekur løgmaður sær av hansara málsøkjum.

 Løgmansskrivstovan

Comments

Bjarni K. Petersen luttikið á norðurlendskum ráðharrafundi

1/2/2023

Comments

 
Picture
31. januar tók Bjarni Kárason Petersen, norðurlendskur samstarvsráðharri, lut á sínum fyrsta fundi í norðurlendska ráðharraráðnum, har hann hitti norðurlendsku starvsfelagar sínar. Fundurin var í Keypmannahavn.

Á ferðini var landsstýrismaðurin eisini boðin til døgurðafund hjá danska samstarvsráðharranum, Louise Schack Elholm. Eisini hitti Bjarni K. Petersen íslendska starvsbróður sín Guðmund Inga Guðbrandsson á fundi. Ísland hevur formansskapin í norðurlendska ráðharraráðnum í 2023, og Guðmundur Ingi Guðbrandsson greiddi frá, at Ísland hevur valt  Frið sum evnið í teirra formansskapi. Eisini umrøddu ráðharrarnir nærri samstarv innan útnorðurmál og norðurlandamál.

Bjarni K. Petersen greiddi á báðum fundum frá, hvussu stóran týdning tað norðurlendska samstarvið hevur fyri Føroyar, og frá føroyska ynskinum um fullan limaskap í norðurlendska samstarvinum. Seinastu árini hava Føroyar fingið sjálvstøðugan limaskap í Nordisk Energiforskning og í Nordforsk. Hildið verður fram at vinna Føroyum sjálvstøðugan limaskap í øllum stovnum og samstørvum, ið hava týdning fyri Føroyar.

"Norðurlendska samstarvið hevur stóran týdning fyri okkum føroyingar. Vit hava altíð lagt stóran dent á norðurlendskt samstarv, og fara framhaldandi at gera tað. Norðanlond samstarva væl, og tað er ein styrki at hjúkla um tað, ið sameinir okkum, eins væl og tað, ið ger okkum ymisk", sigur Bjarni K. Petersen, samstarvsráðharri.

​Her er leinki til grein, ið nærri greiðir frá skránni hjá íslendska formansskapinum: Island og Norden er en budbringer af fred

Uttanríkis- og vinnumálaráðið


Comments

KÍ - ÍF spæla í kvøld klokkan 18:30

1/2/2023

Comments

 
Picture
​Í kvøld fær KÍ vitjan av ÍF og er hetta dystur í VFF Cup - 4. umfar.

Dysturin byrjar klokkan 18:30 og í tí sambandinum letur Maverick Barr upp klokkan 17:30.

Veðrið er gott í løtuni og lovar hann gott veður til dystin, men kált, so best at lata seg í heit klæðir.

Koyr á KÍ.

SáH

Picture
Comments

Kostfakligt starvsfólk og samskipari á Skúlatrøð

1/2/2023

Comments

 
Picture
Kostfakligt starvsfólk og samskipari á SkúlatrøðKundi tú hugsað tær at arbeitt við at útvega børnum og ungum fjølbroyttan og heilsugóðan mat, sum stimbrar teirra orku og megi, og á tann hátt at viðvirka til teirra trivnað og menning, samstundis sum tað eisini verður hugsað grønt í mun til gagnnýtslu av mati – so ert tú tann vit leita eftir.

Sum kostfakligt starvsfólk og samskipari kemur tú at hava fakligu ábyrgdina og standa fyri dagliga rakstrinum av matarskipanini, herundir at tryggja, at skipanin verður á einum høgum góðskustigi og støðugt verður ment í góðum samstarvi við allar viðkomandi partar.

Tú kemur at taka tær av øllum praktiskum í mun til matarskipanina, so sum at:.
  • Leggja til rættis og útføra arbeið frá innkeypi til uppvask.
  • Fokus á fjølbroytni, kreativitet og burðardygd
  • Fíggjarstýring

Arbeiða við menning
  • Gera mat- og máltíðarpolitikk, herundir at samla inn datur ið byggja undir hetta
  • Fokus á tvørfakligt samstarv í mun til dagligdagin og tað fakliga í lærugreinini heimkunnleiki. 

Førleikar
Prógv sum professionsbachelor í føðslu og heilsu, føðsluatstøðingur (ernæringsassistent),  ella líknandi útbúgving
  • Tú dugir væl at samstarva og samskifta í skrift og talu
  • Praktiskar arbeiðsroyndir frá stovnskøki kann vera ein fyrimunur. 
  • Tú dugir at lurta, reflektera og taka skilagóðar fakligar avgerðir.
  • Tú hevur ein hugburð í stuðla undir eitt gott arbeiðsumhvørvið og trivnað.
  • Tú ert tænastusinnað/-ur, røkin og arbeiðssamur
  • Tú kanst arbeiða sjálvstøðugt, hava yvirblikk og tola stórt arbeiðstrýst
  • Tú ert álítandi og ábyrgdarfull/-ur   

Vit bjóða
Eitt spennandi og avbjóðandi starv við góðum møguleikum fyri fakligari og persónligari menning í einum nútímans og livandi arbeiðsumhvørvi, har tú megnar at gera hugskot til veruleika. Tú ert við frá byrjan og kemur at menna skipanina saman við øðrum, tí er eisini umráðandi at tú tolir broytingar í starvinum.

Setanarviðurskifti
Talan er um starv á 32 tímar, løn og setanarviðurskifti eru sambært avtalu ímillum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Kost- og føðslufelagið. 
Starvið verður sett 1. apríl ella eftir nærri avtalu. Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við John Færø, trivnaðarstjóra, tel. 222216, [email protected].
Søkir ongin við útbúgving, kann starvsfólk verða sett sambært sáttmálanum fyri arbeiðarar.

Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing skal vera okkum í hendi seinast mikudagin 8. februar 2023.
Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Køksfakligt starvsfólk

Klaksvíkar Kommuna

Comments
Forward>>
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.