Hetta er fyrstu ferð í Føroyum, at ein landsstýrismaður ella landsstýriskvinna fer í barsilsfarloyvi, meðan tey sita í landsstýrinum.
“Fyrsta tíðin saman við barninum er serstøk. Vit pápar eiga eisini hesa tíðina, men duga kanska ikki so væl at raðfesta hana. Tað er ein tíð, ið tú ikki fært aftur, og er tískil dýrabar, og ta tíðina ynski eg at raðfesta og njóta til fulnar. Eg vóni, at fleiri pápar fara at síggja virði í at fara í barsil í framtíðini, óansæð um man er landsstýrismaður, handverkari ella lærari”, sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum.
Meðan landsstýrismaðurin er í barsil, tekur løgmaður sær av hansara málsøkjum.
Løgmansskrivstovan