
Men eisini her royndi ófriðarbólkurin Sea Shepherd at gera um seg. Maðurin á myndini til vinstru - fór svimjandi yvir ímóti grindini og Guð viti hví hann gjørdi tað - tá vit jú ikki atlaðu okkum, at drepa grindina. Og tá ið ein varð lopin á sjógv, so máttu hini apa seg eftir honum og blivu tískil eisini handtikin. Íalt blivu 3 Sea Shepherd fólk handtikin.
Brigitte Bardot lá eisini uttanfyri Fuglafjørð - men verjuskipi varð til staðar, so ikki tordu teir umborð á Brigitte Bardot gera nakað um seg. Eitt slíkt skip kostar jú nógvar pengar fyri Harra Watson.
Tá eg fór gangandi framvið, so bað eg ein mann taka mynd av teim handtikni - men tað vísti seg vera ein Sea Shepherd maður, sum svaraði mær aftur: "Why don't you go fuck yourself, Jógvan?" Maðurin varð kanska óður yvir, at mítt Vallyfti er at banna Sea Shepherd og slett ikki loyva teimum inn aftur í Føroya land. Ella varð maðurin óður yvir mínar teknirøðir? Nei, ikki veit eg ... tað einasta eg veit er Sea Shepherd hevur fyri nú alvor spælt fallit. Sí annars myndarøð & video niðanfyri:
JáH 24.08.2015