NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Býráðið samtykt vinarbýarsamstarvið við Skt. Pætursburg

12/12/2019

Comments

 
Billede
Á býráðsfundi í kvøld samtykti Klaksvíkar býráð vinarbýarsamstarvið við Skt. Pætursburg. Í hesum sambandi var borgarstjórin fyrr í mánaðinum á fundi við russiska sendimanninum í Danmark.

Sendimaður Ruslands upplýsti, at teir sóu stórar møguleikar í einum góðum samstarvi við Klaksvíkar kommunu og gleddu seg til at formalisera vinarbýaravtaluna. Eisini nevndi hann góða sambandi teir hava havt gjøgnum russiska konsulin í Føroyum, Árna Dam, ið hevur gjørt eitt stórt arbeiði við at knýta bond landanna millum.
Endamálið við vinarbýaravtaluni er, at býirnir knýta tættari vinarbond, so bæði vinnu-, ítróttar-, og mentanarlív kunnu njóta gott av hvørjum øðrum.

– Hetta er serliga hugsað sum eitt samband til ein av størstu marknaðunum hjá fleiri av teimum vinnlívsfyritøkunum, sum vit hava í kommununi. Hetta kann lata upp fyri nýggjum møguleikum og kann eisini gera tað lættari at samskifta við myndugleikar, tá ið møguleikar stinga seg upp, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

– Vit umrøddu eisini at skipa fyri einari vinnulívsferð til Skt. Pætursburg, har møguleiki eisini kann vera fyri at knýta nýggj bond millum vinnufyritøkur.

– Eisini er Skt. Pætursburg kendur fyri at vera ein mentanarbýur, og tí er upplagt at vit eisini troyta møguleikarnar við at samstarva um ymiskt, sum kann gagna mentanarlívinum í býnum báðum, sigur borgarstjórin.

Eftir ætlan verður vinarbýaravtalan endaliga avgreidd av býráðnum seinast í november, og undirskrivað so skjótt til ber.

Kelda: Klaksvík.fo

SáH

Billede
Comments

Skjøtil settur á formansskap Norðurlandaráðsins 2020

12/12/2019

Comments

 
Billede
Kaj Leo H. Johannesen, samstarvsráðharri, var í gjár vertur fyri tiltaki, ið varpaði ljós á komandi danska/føroyska/grønlendska formansskapin fyri Norðurlandaráðharraráðið næsta ár.

Landsstýrismenninir fyri orku og fiskivinnu, Helgi Abrahamsen og Jacob Vestergaard, løgdu fram um innihaldið í teirra parti av formansskapinum, og stóra formansskapsorkuverkætlanin var eisini løgd fram.

Hetta er fyrstu ferð, at Føroyar hava ein so stóran leiklut i formansskapinum, hóast vit hava luttikið fyrr, og staðið á odda fyri verkætlanum, bæði í 2010 og 2015.

“Eg leggi stóran dent á, at Føroyar og okkara umboð í norðurlandasamstarvinum taka hesa uppgávu á seg, og gera sítt allarbesta fyri at skipa fyri góðum fundum og tiltøkum í næsta ár. Vit ynskja jú sterkari umboðan í norðurlandasamstarvinum, og nú hava vit møguleikan at vísa, hvat okkara ískoyti kann verða”, sigur Kaj Leo H. Johannesen.

Formansskapurin skiftir frá Íslandi til Danmark/Føroyar/Grønland tann 1. januar. Yvirskipaða heitið er “saman um framtíðar loysnir”, og fokus er á tær tríggjar strategisku raðfestingarnar, sum nýggja visiónin hjá norðurlendsku stjórnarleiðarunum stingur út í kortið, fyri samstarvið tey næstu 10 árini: grønu norðurlond, kappingarfør norðurlond og sosialt burðardygg norðurlond.

Meira kunning um formansskapin finst her: www.hmr.fo/formansskapur2020

Comments

​Høvuðstíðindi hjá TV2 í morgun er Kina málið í Føroyum

11/12/2019

Comments

 
Billede
TV2 hevur í allan morgun havt sum høvuðstíðindir Kina málið í Føroyum, Har fleiri politikkara og sjálvt Eirikur Lindenskov frá Sosialinum hava úttalað seg og nú er Huawei málið blivi til eitt stórt politiskt spæl ímillum Kina, USA, Danmark og Føroyar

Søren Espersen frá Dansk Folkeparti legði ikki fingarnar ímillum og heitti á stjørnuna um at grípa inn og fáa steðga avtaluna við Føroya Tele og Huawei og hósdagin skal eisini vera fundur vera í Uttarnríkismálaranevndini um málið, har Uttanríkismálaráðharrin skal svara spurningum og eisini ætlar teir at kallað sendiharran í Kina til ein fund um málið.

Fyrsta innslagið hjá TV2 var 10. desember, sjá grein her “Medie: Kina truede Færøerne for at sikre Huawei-kontrakt”.

Niðanfyri eru innsløgini frá TV2 í morgun tann 11.12.2019.

SáH

Comments

​Skotið bleiv eftir løgregluni í gjárskvøldið

10/12/2019

Comments

 
Billede
​Skotið bleiv eftir løgregluni í gjárskvøldið

Í gjárskvøldið klokkan 18.25 bleiv boða frá, at ein maður í Miðvági ætlaði at taka sítt egna lív og Politiið bleiv boðsent, men tá ið Politiið kom á staðið bleiv skotið eftir løgreglumonnum og ein løgreglumaður bleiv raktur av nøkrum høglum, løgreglan svaraði aftur og maðurin sum hevði latið skot av bleiv skotin og har bleiv veitt fyrstu hjálp á staðnum og maðurin bleiv koyrdur á Landssjúkrahúsið, ikki er upplýst hvussu støðan hjá honum er.

Hetta tíðindaskriv bleiv sent til fjølmiðlarnar í morgun.

Skudepisode på Færøerne
Færøernes Politi fik den 9. december kl. 18.25 anmeldelse om, at en person truede med selvmord på en adresse i byen Miðvági på øen Vàgar. Anmelderen oplyste, at gerningsmanden var bevæbnet med haglvåben og truede med at skyde.

Politiets sendte patruljer til stedet og foretog afspærring i relation til den konkrete adresse. Der blev skabt kontakt til pårørende til personen for gennem dialog at få person ud fra adressen. I samme forbindelse blev politiets forhandler også sendt til stedet for at understøtte dialogen med personen.

Under politiets tilstedeværelse afgav personen flere skud fra huset mod politiet. Herunder blev en polititjenestemand ramt overfladisk af hagl, hvilket betød at politiet afgav skud mod personen. Efterfølgende blev det konstateret, at personen var ramt af politiets skud. Personen blev behandlet med 1. hjælp på stedet og bragt til Landssygehuset i Torshavn.

Personen tilstand er aktuelt ukendt.

Sagen behandles med assistance fra Københavns Politi og Rigspolitiet på grund af Færøernes Politis rolle i sagen.

Der gives ikke yderligere informationer til pressen før undersøgelser er færdiggjort.

Føroya Politi

Comments

Allar bygdaleiðir avlýstar í dag

8/12/2019

Comments

 
Billede
​Í gjárskvøldið lýsti Stranfaraskip Landsins á heimasíðu teirra, at allar bygdaleiðir vera avlýstar í dag, undantíkið leið 700-701, sjá lýsing herundir.

Veðrið er sera ótespuligt í løtuni og lovar hann verri veður í dag, tað er høvuðsorsøkin til allar avlýsingarnar.

Eisini er broytingar í siglingini hjá Strandfersðluni. Eitt nú siglir Ritan ikki í dag, les meira herundir.

SáH

Billede
Comments

​Skoytubreytin latin upp

8/12/2019

Comments

 
Billede
Í gjár klokkan tvey var stórt hátíðarhald uttanfyri Biskupstorgi, har skoytubreytin bleiv latin upp.

Klaksvíkar Hornorkestur spældi nøkur løg og borgmeistarin Jógvan Skorheim helt røðu.

Kl. 14:13 bleiv snórurin kliptir og so var klárt at skoyta.

Tann fyrsti at royna skoytubreytina var leikandi venjarin hjá Mjølnir Alina Adamenya og aftaná sluppi børnini at royna seg og tað gekk ikki long tíð, so komu tey vaksnu eisini á skoytubreytina og tá ið News.fo og Norðoya Portalinum var ein sum var omanfyri 60 ár á breytini og hann kláraði seg avbera væl, sjá myndir herundir.

Tað kostar 20,00 kr. fyri børn og 40,00 kr. fyri vaksin at leiga skoytir og royna skoytubreytina í ein tíma, men ígjár var tað ókeypsti, tí breytin var ikki 100 prosent klár.

Sera nógv fólk vóru til hátíðarhaldi og Klaksvíkar Kommuna bjóðaði øllum heitt kakoe og bollar.

Eitt stak gott tiltak, her filmsklipp og nakrar myndir.

SáH

Comments

Skoytubreytin letur upp í dag leygardagin kl. 14

7/12/2019

Comments

 
Billede
Leygardagin 7. desember kl. 14.00 verður almenn móttøka í samband við, at nýggja skoytubreytin verður tikin í nýtslu.

Borgarstjórin, Jógvan Skorheim, heldur røðu og Klaksvíkar kommuna bjóðar bollar og kakao. Eisini luttekur hornorkestrið við hugnaligum tónum.

Norðurjól letur dyrnar upp longu kl. 10.00, har fleiri spennandi sølubásar luttaka. Eisini verður møguleiki at smakka føroya besta skerpikjøt, tá atkvøðast skal um besta kjøtið.

Til ber at lesa meira um tiltakið á facebook síðuni hjá Norðurjól.

Øll eru hjartaliga vælkomin til móttøkuna, og at vitja Norðurjól.

Kelda: Klaksvík.fo

SáH

Comments

Nýggjur Kirkjugarðsleiðari í Klaksvíkar Kommunu

6/12/2019

Comments

 
Billede
​Jakobina Joensen er sett sum nýggjur leiðari til kirkjugarðarnar í Klaksvíkar kommunu.

Jakobina hevur seinastu tíðina starvast á býarfríðkanardeildini í Klaksvíkar kommunu.

Kirkjugarðsleiðarin er partur av teknisku fyrisiting í Klaksvíkar kommunu, og hevur m.a. dagliga fyrisiting og ábyrgd av kirkjugørðunum í kommununi.

Jakobina tekur við starvinum 6. januar 2020.

Klaksvíkar kommuna ynskir Jakobinu hjartaliga til lukku við starvinum.

Kelda: Klaksvík.fo

SáH

Billede
Comments

Fíggjarmálaráðharrin vitjar Runavíkar kommunu

6/12/2019

Comments

 
Billede
​Stutt eftir at núverandi landsstýrið bleiv skipað, var fíggjarmálaráðharrin, Jørgen Niclasen, boðin at vitja Runavíkar kommunu. Ein lutfalsliga stór kommuna í landinum kann hava brúk fyri at tosa við landsmyndugleikan av og á, og tá nú samferðslan í sambandi við stjórnarskiftið var løgd til Fíggjarmálaráðið at umsita, var tað sjálvsagt, at landsstýrismaðurin m.a. kom at kunna seg um nógv umrøddu ferðsluviðurskiftini, ið fara at broytast munandi í økinum, til og frá tunnilsmunnanum, eftir at koyrandi verður ígjøgnum tunnilin undir Tangafirði um eitt lítið ár.

Eftir at borgarstjórin og landsstýrismaðurin í hvør sínum lagi høvdu verið í Degi & Viku í farnu viku, um ferðsluna ígjøgnum miðbýin í Runavík, serliga eftir at tunnilin verður liðugur, gjørdust teir samdir um, at landsstýrismaðurin skuldi koma á “almenna” vitjan hjá kommununi í dag.

Jørgen Niclasen kom við embætisfylgi sínum og stjóranum á Landsverki á gátt kl. 13 í dag. Tekniska deildin hjá kommununi hevði til høvið fyrireikað eina framløgu, um hvar ið málið um til- og frákoyringina til Eysturoyartunnilin stendur í løtuni. Eftir tað skiftu borgarstjórin og landsstýrismaðurin orð um málið.

Síðan var farið ein busstúr ígjøgnum býin, út til Bylgjuna og tunnilsmunnan og haðani óku vit eftir lendinum, har Fjørðuvegurin ætlast at vera, heilt inn til gamla handilin hjá Hans Peturi í Heimistovu. Ongar niðurstøður vóru gjørdar, hetta var fyrst og fremst ein kunningarferð, men ongin ivingur er nú um, at landsstýrismaðurin eftir vitjanina er betri fyrireikaður til at viðgera málið enn nakar av undanmonnum hansara, tríggir í tali, sum ikki góvu sær stundir til á staðnum at seta seg inn í hvat ið málið snýr seg um. Í sínari tíð var tað júst Jørgen Niclasen, sum landsstýrismaður, ið fekk tunnilslógina um Eysturoyartunnilin samtykta á Føroya løgtingi við stórari undirtøku. Tí kennir hann av góðum grundum málið betri enn tey flestu á landspolitiska pallinum.

Eftir bussferðina var lagt at landi hjá flakavirkinum hjá Faroe Origin (Lynfrost). Stjórin Jens Pauli Petersen greiddi gestunum frá virkseminum hjá samtakinum, sum rekur flakavirki í Saltangará, saltfiskavirki á Toftum og eigur og rekur fleiri trolarar. Áleið 220 fólk starvast hjá felagnum. Eftir eina rundferð á virkinum, m.a í virkishøllini, har landsstýrismaðurin fekk høvi at heilsa uppá flakakvinnurnar, var farið inn á Garðar í Søldarfirði, har hjúnini Lena og Jákup borðreiddu ein bita fyri vertum og gestum.

Kelda: Runarvíkar Kommuna

Comments

Stjórnarleiðarar styrkja samstarvið

6/12/2019

Comments

 
Billede
Í hesum døgum vitjar grønlendski landsstýrisformannin Kim Kielsen Bárð á Steig Nielsen, løgmann.

Stjórnarleiðararnir høvdu í fund í gjár. Teir settu sær sum mál at menna samstarvið landanna millum enn meira.

Teir umrøddu vaksandi trygdar- og verjuáhugan fyri útnorðurøkinum. Teir avtalaðu at hava tætt samstarv og samskifti um felags avbjóðingar á trygdar- og verjuøkinum.

Stjórnarleiðararnir umrøddu m.a. veðurlags- og umhvørvismál, Føringahavnina, fiskiskap í útnorðuri og fiskivinnusamstarvið millum Grønland og Føroyar og norðurlendsk samstarv.

Um fundin sigur løgmaður:
“Vit høvdu ein sera gevandi fund. Vit umrøddu felags avbjóðingar fyri londini bæði og avbjóðingar og møguleikar í ríkisfelagsskapinum. Vit er samdir um munandi at styrkja sambondini millum londini. Avgjørt varð at áseta veðurlags- og umhvørvismál sum eitt frammarlaga raðfest samstarvsøki. Eisini avtalaðu vit at samstarva í samband við, at Danmark, Føroyar og Grønland í felag røkja formansskapin í Norðurlendska Ráðharraráðnum í 2020.”

Vitjanin heldur fram í dag. Vitjað verður í Vónini í Fuglafirði og á brennistøðini á Hjalla. Kim Kielsen fer av landinum í morgin.

Løgmansskrivstovan

Comments
<<Previous
Forward>>
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly