Í brævinum til bretska forsætisráðharran takkar løgmaður somuleiðis fyri fundin, sum báðir stjórnarleiðararnir høvdu í Downing Street fyrst í november. Eisini vísir løgmaður á góða sambandið millum Stóra Bretlands og Føroyar og møguleikan fyri tættari samstarvi.
Komandi ár verða tað 75 ár síðan, at seinni heimsbardagi og bretska hersetingin av Føroyum endaði. Í hesum sambandi nýtti løgmaður høvi til at bjóða Boris Johnson til 75 ára minningarhaldið, sum skipað verður fyri í Føroyum.
Lukkuynskið frá løgmanni til bretska forsætisráðharran kann lesast her.