16. juli er Karl Johansen, borgarstjóri, vertur fyri vitjanina í Klaksvík og í Svínoy.
Hetta er triðja árið á rað, at norðoyingar fáa vitjan úr Kongshúsinum. Hóast Dannebrog leggur at kai í Klaksvík, so er tað Svínoyggin sum hesaferð er karmur um størsta partin av vitjanini.
Meira kunning um vitjanina verður, tá ið vitjanin nærkast, men Karl Johansen vónar sjálvsagt, at tað verða fleiri, sum fara at nýta høvi at veittra fyri Hennara hátign Margrethu drotning, tá hon 16. juli kl. 09:50 kemur á vestaru bryggju við Kongsskipinum Dannebrog.
Klaksvíkar Kommuna