Fyri hesa trúgvu tænastu fingu Ása og Gunnvør heiðursmerki frá Kongshúsinum.
Ása hevur við ídni og trúfesti arbeitt á Próvstovuni, har uppgávurnar eru nógvar, serliga tá próvtøkutíðin nærkast. Í samfull 40 ár hevur Ása verið trygdin fyri at hetta hevur gingið væl í hond. Ása hevur seinastu árini verið við til at samskipað føroysku PISA kanningarnar og hevur medvirkað í at tryggjað, at føroyskar próvtøkur altíð eru tíðarbærar og á norðurlendskum støði.
Gunvør hevur við ídni og trúfesti arbeitt á Próvstovuni, har uppgávurnar eru mangar og ymiskar, serliga tá próvtøkutíðin nærkast. Í samfull 42 ár hevur Gunvør verið trygdin fyri at hetta altíð hevur eydnast. Á Próvstovuni hevur Gunvør serliga verið knýtt at maritimu útbúgvingunum.
Eyðun Gaard, stjóri, í Námi og Próvstovuni handaði Ásu Hansen og Gunvør H. D. Poulsen heiðursmerki, fortjenstmedalje, fyri trúgva tænastu.
Nám