Hetta legði Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna, dent á í røðu síni, tá hon og norðurlendski samstarvsráðharrin, Kaj Leo Holm Johannesen, á altjóða barnarættindadegnum 20. november fingu handað tilmæli um íverksetan av ST Barnarættindasáttmálanum.
Tilmælið, ið er orðað av børnum úr øllum Norðurlondum, leggur dent á, at børn hava rætt til frítt at bera fram síni sjónarmið í málum, sum viðvíkja teimum.
Barnabati skipaði fyri ráðstevnuni, og føroysku umboðini løgdu fram og handaðu landsstýrksfólkunum tilmæli.
Røðan hjá landsstýriskvinnuni kann lesast her.
Almannamálaráðið
SáH