Í dag letur Maverick upp klokkan 17 og vit lata aftur klokkan 20.
Frá klokkan 17-18 er FIMMARI.
Vit síggast og minst til góða lagi.
Maverick Barr
Ætlanin er at upplatingartíðirnar vera frá 17-23 mitt í viku og 17-02 fríggjadag og leygardag, men í vetur kann henda, um veðrið ikki verður til vildar, at vit hava broyttar upplatingartíðir. Í dag letur Maverick upp klokkan 17 og vit lata aftur klokkan 20. Frá klokkan 17-18 er FIMMARI. Vit síggast og minst til góða lagi. Maverick Barr Maverick Barr letur upp klokkan 16:00, vit fara at vísa toppdystin Arsenal - Liverpool kl. 16:30. Maverick Barr fer at gera at roynd at hava opið hvønn dag og verður undirtøkan góð, so halda vit áfram at hava opið allar dagar í vikuni. Veturin er ofta sera harður og tískil verður væntandi stongt onkra dagar tá ið stormur og ódnir vera. Her skráin í dag: Tað er valár til Býráðið í ár, so nú er at senda mær tykkara trupuleikar við Klaksvíkar Býráð, so eg kann loysa teir um eg sleppi framat, mítt slogan verður tað sama sum til seinasta Býráðsval SO VERÐUR TAÐ GJØRT. Havi fingið fyrstu uppgávuna og hon verður allerhelst loyst áðrenn valið í November, men verður hon ikki tað, so skal eg gera tað eftir Býráðsvalið, um eg fái tykkara stemmur og verið valdur inn. Her uppgávan sum skal loysast skjótast gjørligt: "Hettar er tað fyrsta ið fólk møta tá tey eru komin úr Norðoyarunnlinum. Fyrst skeltið, vælkomin til Klaksvíkar, men fyrsta busstoppistaðið er eitt stórt runudýki Møguleikin hjá koyristólabrúkarum eru heldur ikki nóg góðir, hjólini smokka niður í rununa, tá farast skal uppá gongubreytina Hattar fixar tú vinurin... SO VERÐUR TAÐ GJØRT " Takk fyri uppgávuna, eg eri fyrst eykavaldur á Fólkaflokslistanum, komi eg inn fyri onkran í hesari setuni, so skal eg taka tað upp í samgonguni. Hetta skal og má loysast skjótast gjørligt. Líkist ongum at hetta ikki langt síðani er gjørt, vit skulu sjálvandi tonkja uppá fólkini sum hava brek og skil skal vera á okkara bussstoppistøðum. Símun á Høvdanum SO VERÐUR TAÐ GJØRT Sviin Lars Enarson, sum seinastu gott 20 árini hevur búð í Ísrael, kemur til Føroya í komandi viku fyri at hava ein sonevndan bønarskúla. Lars Enarson er kendur í samkomuhøpi, bæði sum bíbliulærari, talari og ikki minst á alnótini, haðani fleiri føroyingar kenna hann. Fyri nøkrum árum síðani fekk hann eina visión frá Gudi um at eggja fólki at biðja. Kallið er ein skandinavisk bønarrørsla, “Norden 7:14”, har biðið verður um veking fyri Skandinavia, Europa og Ísrael. Út frá visiónini, hann fekk, hevur Lars íðin virka fyri, eggja og undirvíst fólki í at biðja miðvíst fyri heiminum og fyri londum sínum. Bønarskúlin verður í Skansahúsinum, ið er grannahúsið til Starvsfelagið. Skúlin, ið er í 4 sektiónum, byrjar fríggjakvøldið kl. 19.30 og heldur fram leygardagin frá kl. 10.00 til kl. 17.00. Skúlin og tað, sum borðreitt verður við, er ókeypis og øll eru vælkomin at verða við. Fyrireikararnir, ið er bønarbólkur, ið samlast í Skansahúsinum, heitir tó á luttakarar um at melda seg til, so tey hava eina hóming av, hvussu stór luttøkan verður. Tilmelding fer fram við at trýsta á niðanfyristandandi leinkju. Bønarskúli við Lars Enarson (Ókeypis) (atgongumerki.fo) Fyrr rak løgtingi politik og Havstovan visti onki, nú rekur Havstovan politik og Løgtingi veit onki. Hava tingfólk hugt eftir, hvat hendir, har vit og onnur hava fylgt ráðgevingini? Bæði hjá okkum sjálvum og í øðrum londum roynist ráðgevingin á sama hátt. Allastaðni er lyfti, minni nú og meira seinni. Allastaðni er úrslitið minni nú og uppaftur minni seinni. Tilmæli hjá ICES er at vit skulu gevast at fiska tosk. Leggja heimaflotan og bíða til fiskur aftur verður á grunninum. Fyri ikki at enda sum í 2008, tá tilmælið var 50% niðurskurður, skrivar Havstovan 20% skerjing av fiskidøgum, sjálvt um vísindaliga tilmæli átti at verði 100% niðurskurður. Umframt skulu friðingar longjast og nýggjar friðingar uppfinnast. Tað merkir, at Havstovan ikki gevur vísindalig tilmæli, men rekur politik. Skuldu trú, at okkurt ljóst høvd í politisku skipanin so spyr: Um vit lurta í ár, hvat verður tilmælið komandi ár? Alt er formlar, so tað ber væl til at rokna tað út!! Tað ber til longu nú, at rokna uppá 2024 og siga hvat tilmæli fyri 2025 verður. Tað ger ICES eisini og tí ber enntá til at lesa tað, Tí vita vit, at tilmæli hjá ICES fyri 2025 verður at vit gevast at fiska tosk og tilmælið hjá Havstovuni verður at skerja dagatalið 20%. Hvat siga tingfólk til aftur at skerja dagarnar 20% í 2025? Og í 2026 verður tað aftur 20% skerjing. 3 ár við 20% skerjing er “bara” 48,8% niðurskurður. Hava tingfólk fingið nakra útrokning frá Havstovuni, sum vísur, at tað verður fiskur í 2027 um vit skerja 20% árliga? Modelli hjá Havstovuni sigur, at við somu tilgongd, sum teir siga er nú, so verður eisini niðurskurður í fiskidøgunum í 2027!! Høvdu fólkavaldu spurt, so vistu tey, at kósin er sett. So vistu tey, at fiskifør á landgrunninum eru ávegis í søguna. Nú verður tað gjørt yvir á leið 3 ár, heldur enn í einum. Tit fólkavaldu, hava valt at taka undir við einari loysn. Á Íslandi fingu tey í 1975 sama lyfti sum tit just hava fingið. Teimum var bjóða 500.000 tons árliga, um tey skerdu veiðutrýsti. Myndin skal setast inn her, ella sí mynd Íslendarar tóku av tilboðnum. Hetta var úrslitið. Afturgongd í góð 30 ár á rað. Ávís framgongd í 10 ár upp móti 50% av tí í lova bleiv. Síðan er afturgongd og kvotan er nú 208.000 tons nógv ár við afturgongd í væntu. Í Danmark, Bretlandi v.m. er støðan enn verri! Hesi tøl manipulerar frøðin, til framgongd, sum er grundgeving fyri tí, tí just hava samtykt.
Er tað ov nógv at krevja, at politikarar skilja, at tá vit endurtaka tað onnur hava gjørt, so fáa vit sama úrslit? Høvdu tit spurt, so vistu tit, at tað tit gera er endurtøka av tí onnur gera. Hví hava tit ikki spurt? Hví hava tit eina meining, tá tit ikki vita? Hví taka tit eina støðu, sum skaðar nógv fólk, uttan at tit seta tykkum inn í málið? Tað eru 15 ár síðan løgtingi setti út í korti. So tit hava havt ovmikið av tíð. Eisini at skilja, at tað er normal, at fiskfrøðingar á Havstovuni og í Fiskimálaráðnum ikki við góðum viðurkenna, at alt teir hava gjørt í 30 ár helst er skeivt. Annars haldi eg, tit skulu visa tykkum, sum menn, og boða fiskimonnum og reiðarum frá, at tit ætla at taka seinasta fiskidagin frá teimum. Tað er lítið virðiligt at seigpína fólk í 2-3 ár og lata bankan reka teir upp á land. Eivind Jacobsen “granskari” Strendur |
Greinar
May 2024
|