NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Hví pína heimaflotan tá tilmæli er moratorium?

1/2/2024

Comments

 
Picture
​Fyrr rak løgtingi politik og Havstovan visti onki, nú rekur Havstovan politik og Løgtingi veit onki.

Hava tingfólk hugt eftir, hvat hendir, har vit og onnur hava fylgt ráðgevingini? Bæði hjá okkum sjálvum og í øðrum londum roynist ráðgevingin á sama hátt. Allastaðni er lyfti, minni nú og meira seinni. Allastaðni er úrslitið minni nú og uppaftur minni seinni.

Tilmæli hjá ICES er at vit skulu gevast at fiska tosk. Leggja heimaflotan og bíða til fiskur aftur verður á grunninum.

Fyri ikki at enda sum í 2008, tá tilmælið var 50% niðurskurður, skrivar Havstovan 20% skerjing av fiskidøgum, sjálvt um vísindaliga tilmæli átti at verði 100% niðurskurður. Umframt skulu friðingar longjast og nýggjar friðingar uppfinnast. Tað merkir, at Havstovan ikki gevur vísindalig tilmæli, men rekur politik.

Skuldu trú, at okkurt ljóst høvd í politisku skipanin so spyr: Um vit lurta í ár, hvat verður tilmælið komandi ár? Alt er formlar, so tað ber væl til at rokna tað út!! Tað ber til longu nú, at rokna uppá 2024 og siga hvat tilmæli fyri 2025 verður. Tað ger ICES eisini og tí ber enntá til at lesa tað,

Tí vita vit, at tilmæli hjá ICES fyri 2025 verður at vit gevast at fiska tosk og tilmælið hjá Havstovuni verður at skerja dagatalið 20%.

Hvat siga tingfólk til aftur at skerja dagarnar 20% í 2025? Og í 2026 verður tað aftur 20% skerjing. 3 ár við 20% skerjing er “bara” 48,8% niðurskurður. Hava tingfólk fingið nakra útrokning frá Havstovuni, sum vísur, at tað verður fiskur í 2027 um vit skerja 20% árliga? Modelli hjá Havstovuni sigur, at við somu tilgongd, sum teir siga er nú, so verður eisini niðurskurður í fiskidøgunum í 2027!!

Høvdu fólkavaldu spurt, so vistu tey, at kósin er sett. So vistu tey, at fiskifør á landgrunninum eru ávegis í søguna. Nú verður tað gjørt yvir á leið 3 ár, heldur enn í einum.

Tit fólkavaldu, hava valt at taka undir við einari loysn. Á Íslandi fingu tey í 1975 sama lyfti sum tit just hava fingið. Teimum var bjóða 500.000 tons árliga, um tey skerdu veiðutrýsti.

Myndin skal setast inn her, ella sí mynd

Picture
Íslendarar tóku av tilboðnum. Hetta var úrslitið. Afturgongd í góð 30 ár á rað. Ávís framgongd í 10 ár upp móti 50% av tí í lova bleiv. Síðan er afturgongd og kvotan er nú 208.000 tons nógv ár við afturgongd í væntu. Í Danmark, Bretlandi v.m. er støðan enn verri! Hesi tøl manipulerar frøðin, til framgongd, sum er grundgeving fyri tí, tí just hava samtykt.
Er tað ov nógv at krevja, at politikarar skilja, at tá vit endurtaka tað onnur hava gjørt, so fáa vit sama úrslit? Høvdu tit spurt, so vistu tit, at tað tit gera er endurtøka av tí onnur gera. Hví hava tit ikki spurt? Hví hava tit eina meining, tá tit ikki vita? Hví taka tit eina støðu, sum skaðar nógv fólk, uttan at tit seta tykkum inn í málið?
Tað eru 15 ár síðan løgtingi setti út í korti. So tit hava havt ovmikið av tíð. Eisini at skilja, at tað er normal, at fiskfrøðingar á Havstovuni og í Fiskimálaráðnum ikki við góðum viðurkenna, at alt teir hava gjørt í 30 ár helst er skeivt.

​Annars haldi eg, tit skulu visa tykkum, sum menn, og boða fiskimonnum og reiðarum frá, at tit ætla at taka seinasta fiskidagin frá teimum. Tað er lítið virðiligt at seigpína fólk í 2-3 ár og lata bankan reka teir upp á land.

Eivind Jacobsen
“granskari”

Strendur
Picture
Comments
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    April 2026
    March 2026
    February 2026
    January 2026
    December 2025
    November 2025
    October 2025
    September 2025
    August 2025
    July 2025
    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.