NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Madsen plaglegði at drepa Wall

23/1/2018

Comments

 
Billede
Ákærin er komin framm til, at Peter Madsen planlegði at drepa svenska journalistin Kim Wall.

Í kávarabátinum hjá Madsen bleiv funnið strips, sum hann skal hava bundið hana við og hvassir lutir, sum hann hevur stungið í hana.

Ákærin krevur at Peter Madsen fær lívslangan fongsulstraff. Verjin hjá Madsen hevur onga viðmerking til málið uppá hetta tíðspunkt.

JáH (y) 23.01.2018

Comments

Smildraði Bakarí sundur fyri ikki at gjalda fyri "beskyttelsepenge"

23/1/2018

Comments

 
Billede
Inger Støjberg leggur ikki fingarnir ímillum, har hon sigur við bandan í Tingbjerg, hvussu ússaligur teir eru, har teir goymdi seg aftanfyri elefanthúgvum og smildraði eitt Bakarí sundur, tí eigarin ikki vildu betala fyri "beskyttelsepenge", hon sigur beint út við teir, "Tit eru óynskir í Danmark" pilla av út av Danmark og eg gevi henni fullkomiliga rætt..

Hetta skrivar Inger Støjberg fyri góðum tíma síðani á sín Facebook vanga:

"Det påkalder respekt, når bageren i Tingbjerg, Ali Parnian, og andre flittige erhvervsdrivende nægter at betale beskyttelsespenge til en flok afstumpede kriminelle. Men det er desværre også et eksempel på, hvorfor det er nødvendigt at sætte hårdt mod hårdt, når det kommer til opgøret med parallelsamfund i Danmark, som er blevet skabt, fordi vi reelt aldrig - ligegyldigt om det har været røde eller blå regeringer, der har været ved magten - har turde at tage fat ved nældens rod. 
Ali Parnians far sagde så rigtigt i TV2-nyhederne i aftes, at det netop den slags kultur og forbrydelser, som han og andre kæmpede mod i hjemlandene, og at det derfor selvsagt ikke skal forekomme i Danmark. Derfor denne besked til det kriminelle miljø i bl.a. Tingbjerg: Det kan godt være, at det er normalen med beskyttelsespenge i f.eks. Mellemøsten, men vi vil ikke finde os i, at I importerer jeres afstumpede kultur til Danmark, og vi vil gøre alt for at få jer straffet.
Jeg besøger i øvrigt Ali Parnians nu smadrede bagerbutik i dag kl 14.00. Hvor ville jeg dog ønske, at I havde mod og mandshjerte til at komme forbi, så jeg kunne sige det direkte til jer, men I gemmer jer jo kujonagtigt bag elefanthuer og hættetrøjer. Men for at sige det ligeud: I er uønskede i Danmark!"

SáH

Billede
Comments

Brennievni er nú triðstørsta innflutningsvøra

22/1/2018

Comments

 
Billede
​Vit innfluttu fyri 6,6 mia. kr. í tíðarskeiðinum januar til november í fjør. Tað eru 800 mió. kr. meir enn sama tíðarskeið árið fyri, ein vøkstur á 14%.

Tað er meir innflutt av mest sum øllum vørubólkum. Bert í bólkinum maskinur og amboð er tað ein minking. Men innflutningurin í hesum bólki var óvanliga stórur í 2016, so hóast minking í fjør, er framvegis talan um, at nógv er innflutt av hesum vørum.

Les meira HER

JáH (y) 23.01.2018
Kelda: Hagstovan

Comments

Bill Cosby aftur á pallinum

22/1/2018

Comments

 
Billede
Bill Cosby framførdi í einum jazz klubba um vikuskiftið í hansara heimbýi Philadelphia. Hetta er fyrsti ferð, at 80 ára gamli Cosby hevur framført alment síðan ákærurnar frá 2015.

Les eisini: So fór Bill Cosby endiliga í Rættin!

Bill Cosby spældi trummur á einum jazz klubba, tosaði um gamlar vinir og fortaldi einum fjeppara, at hann einaferð varð ein skemtari, men tað varð hann ikki longur ..!

Yvir 60 kvinnur hava staðið framm og fortalt at Bill Cosby skal hava givið teimum doyvingarevni - fyri síðan at neyðtaka tær.

2. apríl skal Cosby aftur í rættin í Philadelphia, har hann er ákærdur fyri at doyva og neyðtaka eina kvinnu í 2004. Og fleiri aðrar líknandi sakir eru ávegis ímóti Bill Cosby.

JáH (y) 23.01.2018

Comments

Krevja at handtaka Puigdemont - tí at hann ferðast til Danmarkar

21/1/2018

Comments

 
Billede
Fyrrverandi leiðarin fyri Katalonia, Carles Puigdemont, skal eftir øllum at døma - ferðast til Danmark. Hann skal vera við eini kjaki í Universitetinum í Keypmannahavn.

NTB veit at siga frá, at sponsku mynduleikarnir koma at krevja at Puigdemont verður handtikin - um hann ferð til Danmarkar, sum hann annars hevur planir um at gera.

JáH (y) 21.01.2018

Comments

Kabul: Fimm persónar dripnir í kendum hotelli

20/1/2018

Comments

 
Billede
Fimm persónar hava latið lív og átta eru sáraðir, eftir at fýra alvápnaðir menn løgdu á kenda hotelli Inercontinental í tí afganska høvuðsstaðnum, Kabul.

Brotmennirnir hava allir latið lív av løgreguni, vita keldur at siga frá - men er enn óvist - um alt slagið er av, skrivar tíðarritið AFP.

JáH (y) 21.01.2018

Comments

Heildarætlan – Læknamiðstøðin og Norðoya Røktarheim

20/1/2018

Comments

 
Billede
​Tað var beint undan seinasta býráðsvali, at eg hoyrdi, at okkara borgarstjóri, saman við leiðsluni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, ferðaðist runt á stovnum her í býnum og greiddi frá, at nú skuldu tey í felag niðurleggja Læknamiðstøðina – okkara sera vælvirkandi arbeiðspláss.

Satt at siga, so helt eg hetta vera skemt, men seinni var eg saman við starvsfólkum mínum boðin á kunnandi fund við borgarstjóran og leiðsluna á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og har var onki at taka feil av – okkara arbeiðspláss, tann av okkum og nógvum øðrum so høgt virda Læknamiðstøð, skuldi steingjast, og vit, sum starvaðust har, skuldu flytast inn á eitt gamalt røktarheim, sum á sinni varð klínt upp í Klaksvíkar Sjúkrahús - nærri staðsett á Niðristovu.

Og so skal Læknamiðstøðin – tekna av okkara navnframa Tróndi Fuglø arkitekti, sum saman við kommunulækna og serkønum ferðaðust land og ríki runt, fyri at fáa íblástur til hetta megnar og so sera vælvirkandi bygningsverk, møguliga byggjast um til nýtt røktarheim – tann øvugta verð!!

Stór ætlan er gjørd, og bóklingur nevndur “Heildarætlan”, og sum telur heilar 88 blaðsíður, er komin burturúr.

Hetta er, sum at hyggja inn í tað lovaða landið, og ikki er mark fyri, hvussu gott, ið alt fer at verða.

Tað, sum hevur við Klaksvíkar Sjúkrahús og Norðoya Bú- og Heimatænastu at gera, er ikki mítt borð, men tá ið tað kemur til kommunulæknaviðtaluna – og tað er hóast alt tað, sum meginparturin  av  “Heildarætlanini” snýr seg um – so haldi eg meg hava ávísar førleikar til at meta um hesa ætlan.

Komandi ár havi eg verið lækni í 40 ár og av hesum nógvu árunum kommunulækni í meira enn 30 ár.

Eg má harðliga tala at nógvum av tí, sum sagt verður um okkum, sum starvast í læknamiðstøðini, og um okkara framtíðar arbeiðsmøguleikar í hesum gamla røktarheimi. 

At leiðslan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi yvirhøvur átekur sær so nágreinuliga at stinga út í kortið, hvussu kommunulæknaviðtalan í Klaksvík framyvir  skal skipast í hesum gamla røktarheimi, er mær ein gáta, og tað er heldur ikki smávegis, sum tey eru braneggja.

Mær vitandi, so hevur leiðslan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi ongan læknafakligan førleika til at meta um hesi viðurskifti, ella nakra vitan um, hvussu ein nútíðar kommunulæknaviðtala arbeiðir.

Og her gongur sjón fyri søgn. Hendan “Heildarætlan” er so á tremur við skeivum uppáhaldum og væntandi vitan um, hvussu ein nútíðar kommunulæknaviðtala arbeiðir, at tað er heilt grátuligt.

Tað, sum hoyrir skaðastovu og sjúkrahúsi til, og so tað, sum hoyrir kommunulæknaviðtaluni til, verður her vavt saman í ein ellibita, og taparin í hesum vavstrinum verður sjúklingurin. Trupult verður at skilja ímillum, hvør ið hevur ábyrgd av hvørjum, hvør ið skal taka støðu og seta møguligar atgerðir í verk, og so er vandin fyri mistøkum ovurstórur.

At tílík ætlan verður gjørd, uttan at vit, sum dagliga starvast í Læknamiðstøðini yvirhøvur verða eftirspurd, og mær vitandi uttan at nøkur kommunulæknafaklig meting er gjørd av ætlanini, kann eg illa skilja annarleiðis enn, sum eitt ógvusligt misálit á tað arbeiði, sum vit, sum dagliga starvast í Læknamiðstøðini,  higartil hava gjørt. 

Somuleiðis loyvi eg mær, uttan tó at kunna vísa til nakra “nøgdsemiskanning”, at halda, at nøgdsemið millum sjúklingar okkara, um tað arbeiðið, sum vit higartil hava gjørt í Læknamiðstøðini, er rímuliga stórt.

Og dastið av teimum læknum, sum her hava starvast millum ár og dag, og teir eru ikki so fáir, eru allir á einum máli um, at trupult verður at finna betri og meira vælskipaða læknamiðstøð og arbeiðspláss enn okkara.

At Læknamiðstøðin skjótt ikki rúmar øllum tí virksemi, sum er har í dag, og at tørvur er á fleiri fermetrum og størri rásarúmi, eru vit vitandi um. Tað er eitt stórt ynski frá okkum um at fáa Heimatænastuna knýtta nærri at Læknamiðstøðini, og helst verður eisini tørvur á nýggjum hølum til ein kommunulækna afturat.

Men tað má bera til at víðka um verandi Læknamiðstøð á sama matrikuli, soleiðis sum upprunaliga ætlanin var, uttan at neyðugt er at flyta alt virksemið inn í eitt gamalt, í mínum hugaheimi, á allan hátt ótíðarhóðskandi røktarheim.

At borgarstjórin so ikki heldur hetta, eri eg sera harmur um.

Hann vil heldur, saman við einari sjúkrahúsleiðslu, sum í mínum hugaheimi onki sum helst innlit hevur í kommunulæknaviðurskiftið, og er púra óvitandi um, hvussu ein nútíðar kommunulækni arbeiðir, onkusvegna neyðtaka kommunulæknaviðtalurnar, flyta okkum inn í ótíðarhóskandi hølir í einum gomlum røktarheimi og “diktera”, hvussu vit skulu arbeiða framyvir.

Eftir míni bestu sannføring, so er hetta ikki til frama fyri okkara sjúklingar. 

Um hetta er eitt misálit á meg, mínar starvsfelagar og okkara starvsfólk, vil eg tó ikki meta um, men hetta stimbrar so ikki um arbeiðshugin.

Frá landstýriskvinnuni hoyra vit, at Norðurøkið nú skal verða “royndarøkið”.

Hví byrja við at bróta niður tað, sum riggar ?

Vit hava eina vælvirkandi Læknamiðstøð í mun til nógv onnur økir í Føroyum.

Hví ikki byrja har, sum tørvurin er størstur, og ongin serbygd læknamiðstøð er ??

 20.01.2018

Magnus Magnussen
kommunulækni
Klaksvík

Comments

Vindeyga sprongdist, Sløkkiliðsmaður sera heppin

19/1/2018

Comments

 
Billede
Myndaportalurin var á staðnum og tók myndir av eldinum, tá ið eitt vindeyga sprongdist í luftina av nógva hitanum.

Ein sløkkiliðsmaður var sera heppin, at hann ikki skar seg til avlívist, hann stóð beint niðurundir, har stóru stykkini av glasið kom niður og sum tit síggja á myndini, so vóru tey sera stór og tað er sum ein knívur, um tað hevði rakt beint á mannin. Lukkutíð slapp Sløkkiliðsmaðurin við skrekkinum, sjá myndirnar herundir.

Fleiri myndir av eldinum, klikk her: "Eldur í sethúsum í Klaksvík".

​SáH

Comments

Filmsklipp av eldinum í morgun

19/1/2018

Comments

 
Billede
Filmsklipp av eldinum í morgun, klikk á link herundir.

Fleiri myndir av eldinum, klikk her: "Eldur í sethúsum í Klaksvík".
​
​SáH

Comments

Eldur í sethúsum í Klaksvík

19/1/2018

Comments

 
Billede
Beint fyri kl. 10.00 ímorgun var stórur eldur í sethúsum, sum er grannin til skúlan á Skúlatrøð.

Ein gomul kona var í sethúsinum, men kom hon út í øllum góðum.

Sløkkiliðið var skjót á staðnum og góðar 20. min. var tamarhald fingist á eldinum.

Her eru fleiri myndir av eldinum, klikk her: "Eldur í sethúsum í Klaksvík".

​SáH

Comments
<<Previous
Forward>>
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.