NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Heildarætlan – Læknamiðstøðin og Norðoya Røktarheim

20/1/2018

Comments

 
Billede
​Tað var beint undan seinasta býráðsvali, at eg hoyrdi, at okkara borgarstjóri, saman við leiðsluni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, ferðaðist runt á stovnum her í býnum og greiddi frá, at nú skuldu tey í felag niðurleggja Læknamiðstøðina – okkara sera vælvirkandi arbeiðspláss.

Satt at siga, so helt eg hetta vera skemt, men seinni var eg saman við starvsfólkum mínum boðin á kunnandi fund við borgarstjóran og leiðsluna á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og har var onki at taka feil av – okkara arbeiðspláss, tann av okkum og nógvum øðrum so høgt virda Læknamiðstøð, skuldi steingjast, og vit, sum starvaðust har, skuldu flytast inn á eitt gamalt røktarheim, sum á sinni varð klínt upp í Klaksvíkar Sjúkrahús - nærri staðsett á Niðristovu.

Og so skal Læknamiðstøðin – tekna av okkara navnframa Tróndi Fuglø arkitekti, sum saman við kommunulækna og serkønum ferðaðust land og ríki runt, fyri at fáa íblástur til hetta megnar og so sera vælvirkandi bygningsverk, møguliga byggjast um til nýtt røktarheim – tann øvugta verð!!

Stór ætlan er gjørd, og bóklingur nevndur “Heildarætlan”, og sum telur heilar 88 blaðsíður, er komin burturúr.

Hetta er, sum at hyggja inn í tað lovaða landið, og ikki er mark fyri, hvussu gott, ið alt fer at verða.

Tað, sum hevur við Klaksvíkar Sjúkrahús og Norðoya Bú- og Heimatænastu at gera, er ikki mítt borð, men tá ið tað kemur til kommunulæknaviðtaluna – og tað er hóast alt tað, sum meginparturin  av  “Heildarætlanini” snýr seg um – so haldi eg meg hava ávísar førleikar til at meta um hesa ætlan.

Komandi ár havi eg verið lækni í 40 ár og av hesum nógvu árunum kommunulækni í meira enn 30 ár.

Eg má harðliga tala at nógvum av tí, sum sagt verður um okkum, sum starvast í læknamiðstøðini, og um okkara framtíðar arbeiðsmøguleikar í hesum gamla røktarheimi. 

At leiðslan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi yvirhøvur átekur sær so nágreinuliga at stinga út í kortið, hvussu kommunulæknaviðtalan í Klaksvík framyvir  skal skipast í hesum gamla røktarheimi, er mær ein gáta, og tað er heldur ikki smávegis, sum tey eru braneggja.

Mær vitandi, so hevur leiðslan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi ongan læknafakligan førleika til at meta um hesi viðurskifti, ella nakra vitan um, hvussu ein nútíðar kommunulæknaviðtala arbeiðir.

Og her gongur sjón fyri søgn. Hendan “Heildarætlan” er so á tremur við skeivum uppáhaldum og væntandi vitan um, hvussu ein nútíðar kommunulæknaviðtala arbeiðir, at tað er heilt grátuligt.

Tað, sum hoyrir skaðastovu og sjúkrahúsi til, og so tað, sum hoyrir kommunulæknaviðtaluni til, verður her vavt saman í ein ellibita, og taparin í hesum vavstrinum verður sjúklingurin. Trupult verður at skilja ímillum, hvør ið hevur ábyrgd av hvørjum, hvør ið skal taka støðu og seta møguligar atgerðir í verk, og so er vandin fyri mistøkum ovurstórur.

At tílík ætlan verður gjørd, uttan at vit, sum dagliga starvast í Læknamiðstøðini yvirhøvur verða eftirspurd, og mær vitandi uttan at nøkur kommunulæknafaklig meting er gjørd av ætlanini, kann eg illa skilja annarleiðis enn, sum eitt ógvusligt misálit á tað arbeiði, sum vit, sum dagliga starvast í Læknamiðstøðini,  higartil hava gjørt. 

Somuleiðis loyvi eg mær, uttan tó at kunna vísa til nakra “nøgdsemiskanning”, at halda, at nøgdsemið millum sjúklingar okkara, um tað arbeiðið, sum vit higartil hava gjørt í Læknamiðstøðini, er rímuliga stórt.

Og dastið av teimum læknum, sum her hava starvast millum ár og dag, og teir eru ikki so fáir, eru allir á einum máli um, at trupult verður at finna betri og meira vælskipaða læknamiðstøð og arbeiðspláss enn okkara.

At Læknamiðstøðin skjótt ikki rúmar øllum tí virksemi, sum er har í dag, og at tørvur er á fleiri fermetrum og størri rásarúmi, eru vit vitandi um. Tað er eitt stórt ynski frá okkum um at fáa Heimatænastuna knýtta nærri at Læknamiðstøðini, og helst verður eisini tørvur á nýggjum hølum til ein kommunulækna afturat.

Men tað má bera til at víðka um verandi Læknamiðstøð á sama matrikuli, soleiðis sum upprunaliga ætlanin var, uttan at neyðugt er at flyta alt virksemið inn í eitt gamalt, í mínum hugaheimi, á allan hátt ótíðarhóðskandi røktarheim.

At borgarstjórin so ikki heldur hetta, eri eg sera harmur um.

Hann vil heldur, saman við einari sjúkrahúsleiðslu, sum í mínum hugaheimi onki sum helst innlit hevur í kommunulæknaviðurskiftið, og er púra óvitandi um, hvussu ein nútíðar kommunulækni arbeiðir, onkusvegna neyðtaka kommunulæknaviðtalurnar, flyta okkum inn í ótíðarhóskandi hølir í einum gomlum røktarheimi og “diktera”, hvussu vit skulu arbeiða framyvir.

Eftir míni bestu sannføring, so er hetta ikki til frama fyri okkara sjúklingar. 

Um hetta er eitt misálit á meg, mínar starvsfelagar og okkara starvsfólk, vil eg tó ikki meta um, men hetta stimbrar so ikki um arbeiðshugin.

Frá landstýriskvinnuni hoyra vit, at Norðurøkið nú skal verða “royndarøkið”.

Hví byrja við at bróta niður tað, sum riggar ?

Vit hava eina vælvirkandi Læknamiðstøð í mun til nógv onnur økir í Føroyum.

Hví ikki byrja har, sum tørvurin er størstur, og ongin serbygd læknamiðstøð er ??

 20.01.2018

Magnus Magnussen
kommunulækni
Klaksvík

Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.