Keldur úr Brasilia siga, at talan kanska ikki er um yvirgang, tí løgreglan fann heiluvág í bilinum, sum brúktir varð til anfall ímóti epilepsi. Løgreglan kannar nú málið og kemur við einari staðfesting seinni í vikuni.
JáH (y) 19.01.2018
Minst 11 persónar fingu skaða, tá ið ein bilur koyrdi inn í eina mannamúgvuá strondini Copacabana í Rio de Janeiro, veit NTB at siga frá. Keldur úr Brasilia siga, at talan kanska ikki er um yvirgang, tí løgreglan fann heiluvág í bilinum, sum brúktir varð til anfall ímóti epilepsi. Løgreglan kannar nú málið og kemur við einari staðfesting seinni í vikuni. JáH (y) 19.01.2018 Sakførarin hjá Peter Madsen væntar ikki at hann fær lívstíð. - Tað er óvanligt og yvirraskandi. Slíkir dómar fær ein bert um ein hevur dripið fleiri fólk ella er dømdur fyri slíkt í fortíðini. Tey fara sikkurt eftir hesum, tí tey hava sæð okkurt í hansara mental kanning, sigur sakførarin Henrik Stagetorn við fjølmiðlarnir í DK. Í politi rapportini stendur skrivað, at Peter Madsen hevur dripið svenska journalistin Kim Wall við at kvala hana ella skera hana um háls. Síðan havt sex við líkinum og eftir tað hevur Madsen partera hana sundir. Rættarsakin ímóti Peter Madsen byrjar tann 8. mars í ár og dómur verður feldur tann 25. apríl 2018. JáH (y) 18.01.2018 Arbeiðið sum skuldi vera liðugt hjá J & K Petersen tann 15. januar í ár - er ikki liðugt enn. Nær kunoyingar kunna rokna við, at arbeiðið verður liðugt - er ilt at spáa um, tí tá ið rørini eru løgd niður og skerv koyrt útyvir, so skal asvalterast av nýggjum og nýggj skeltir eisini setast upp. Men vit vóna tó, at arbeiðið verður liðugt í ár, so at ein ikki nýtist at hyggja eftir klokkuni - nær ein skal vera heima aftur. JáH (y) 18.01.2018 Bókin hjá Michael Wulff: Fire and Fury sum snýr seg um lívið hjá Donald J. Trump í tí Hvíta Húsinum verður nú til eina sjónvarps-røð. Les eisini: Donald langar eftir Bannon Tað er Endeavor Content sum hevur keypt rættindi til bókina, at gera til film, veit Hollywood Reporter at siga frá. Forsetin sjálvur sigur, at bókin er tað reina svans og hevur onki við veruleikan at gera. JáH (y) 18.01.2018 Norðoya Portalurin hevur ikki lagt til merkist, at tað hevur verið lýst eftir Kommunustjóra til Klaksvíkar Kommunu? Klaksvíkar Kommunu hevur í vikuni havt ein eykabýráðsfund fyri at seta Tummas T. Eliasen í starv tey næstu 5. árini. Hví eykabýráðsfund? Eisini tykist tað løgið, at tey í tíðindaskrivinum skrivað, at lýst verður eftir nýggjum kommunustjóra februar 2021. Annars plagar Kommuna lýsa dúgliga við heilsíðu lýsingum í Norðlýsinum, men hesa havi eg ikki sæð, har teir skulu hava lýst eftir nýggjum Kommunustjóra. Vit ynskja Tummas T. Eliasen tillukku við starvinum og vit vóna at hann nú fær skil á óskilinum við hvussu Klaksvíkar Kommuna lýsir á einari familjufyritøku fyri fleiri 100túsund tals krónum um árið. Hetta stendur á heimasíðuni hjá Klaksvíkar Kommunu. KOMMUNUSTJÓRIN HELDUR FRAM Á eykabýráðsfundi í gjár samtykti Klaksvíkar býráð at leingja starvssáttmálan við Tummas T. Eliasen, kommunustjóra. Leingingin ber við sær, at kommunustjórin heldur fram til 30. juni 2021, og at søkt verður eftir nýggjum kommunustjóra í februar 2021. Tummas T. Eliasen hevur verið kommunustjóri seinastu 5 árini. Kelda: www.klaksvik.fo SáH Hatta málið um lýsingarpengar hjá Heðini Mortensen í Tórshavnar Kommunu, har Kommunan ikki vildu betala Miðlahúsinum fyri lýsingar, sum Heðin Mortensen hevði biðji um, er lítið av miklum, hvat gongur fyri seg í Klaksvíkar Kommunu. Bara í ár hevur Klaksvíkar Kommuna við Jógvan Skorheim á odda lýst fyri yvir 28.000,00 kr. í Norðlýsinum og tá er internet Norðlýsið ikki við. Norðoya Portalurin ferð í komandi viku biðja um innlit í Lýsingarpolitikkin hjá Klaksvíkar Kommunu. SáH Ímeðan svaki leiðarin úr Norður Korea, Kim Jong Un, brúkar allan peningin uppá rakettir - so hungra 18 milliónir av fólkunum eftir mati - har sum tað annars búgva gott 25 milliónir menniskjur. Propaganda verður dagliga fylt í fólkið í landinum og støðan er blivin sera spent. Á Nýggjársrøðini segði leiðarin Kim Jong Un, at hann hevði fingurin á knappinum yvir atomvápnini hjá sær og saktans kundi vera, at tað bleiv trýst á knappin í nærmastu framtíð. Ógvusliga orðastríðið ímillum Norður Korea og Amerika hevur ført við sær, at neyðhálpin ikki kemur til Norður Korea - og kanska heldur ikki kemur í nærmastu framtíð - um leiðarin úr Norður Korea heldur áfram við at hótta verðina við Atomkríggi. JáH (y) 14.01.2018 |
Greinar
April 2024
|