Kom oman í Tinghúsgarðin mikudagin 7.februar og stuðla uppskotinum hjá Jenis, um Medisinsk Kannabis.
Sum flestu øll vita leggur Jenis av Rana eitt uppskot fram um at loyva okkum uppí Donsku royndarætlana um Medisinsk kannabis.
Vit halda, at tað er sjálvsagt, at kommunulæknarnir skulu sleppa at útskriva Medisinsk kannabis til sjúkar føroyingar.
Vit halda ikki at tað er rætt at nógvir sjúkir føroyingar vera ákærdir og dømdir sum brotsmenn fyri at innflyta linnandi Medisinsk kannabis sum td. sjokolatabønir ella te úr Danmark við kannabis í.
Vónandi verur hetta uppskotið samtykt, til stóra hjálp hjá mongum sjúkum føroyingi og familjum teirra.
Samstundis er møguleiki at hjálpa Framtakinum við at fáa tær undirskriftirnar sum skulu til fyri at kunna uppstilla ein lista til komandi val.
Við vón um góða uppmøting
Framtakið