Ein av teimum seinastu arbeiðsuppgávunum hjá Oliver fyri Norðlýsi, var at taka myndir av tiltøkunum viðvíkjandi Norðurljós.
Norðoya Portalurin møtti Oliver fríggjakvøldið uttanfyri Klaksvíkar Kommunu og spurdi eg hann, um tað passaði, at nú bert vóru nakrir fáir dagar eftir, inntil hann hevði sín seinasta arbeiðsdag á Norðlýsinum og tað játtaði hann.
Avtalan var, at eg arbeiddi til 1. februar 2018, aftaná vit seldu Norðlýsið fyri góðum árið síðani. "Eg havi einki hoyrt, so í komandi viku verður sostatt mín seinasti arbeiðsdagur á Norðlýsinum".
Sjálvir havi eg arbeitt nógv saman við Oliver Joensen, einamest í 90unum og hava vit havt sera góðar løtur saman, bæði í Føroyum og uttanlanda, men besti løturnar eg og Oliver hava havt saman, hava verið í myrkjakarmarnum á Rygsvegi, tær løturnar vóru bæði áhugaverdar og spennandi.
Myndin er tikin uttanfyri Klaksvíkar Kommunu og við Kunoyarfjallið í bakgrundini og tað sigur nakað um persónin Oliver Joensen. Hann hevur alt sítt lív arbeitt hart fyri Klaksvíkingini og Klaksvíkar Kommunu og er næstan líka lokalir sum eg :)
Kanska eg og Oliver skuldi gjørt ein Portal saman, tí eg væntið ikki, at hann gevst heilt, kenni eg hann rætt, takk fyri tíðina á Norðlýsinum Oliver.
SáH