8. apríl koma serfrøðingar frá Siemens til landi, teir skulu byggja MR-kabinuna og so skuldi alt verið klárt um tveir mánaðar í viku 21.
Her forklárar Peter Moos um tað tekniska við Skannarnum, á myndini eru Peter Moos frá Siemens, Regin Olsen og Einar Venned.
Spennandi verður at fáa hesa stórfingu gávu at virka og væntandi kann Skannarin bjarga nógvum mannalívum, nú ein kann skannast fyri álvarsligar sjúkur, eitt nú krabbamein og man kann fáa svar nógv skjótari enn í dag og sum øll vita, so hevur tíðin sera stóran týdning fyri at bjarga mannalívum, tá ið man fær staðfest krabbamein, jú skjótari ein kemur undir viðgerð, jú betri eru møguleikarnir fyri at yvirliva.
Vit takka Alexandru fyri upplýsingarnar.
SáH