NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Eirikkur Jónsson farin heim

3/4/2014

Comments

 
Picture
Eg kom at kenna Eirik fyri góðum trimum árum síðani. Ein sera stillur og  fryntligur maður og vit fingu nógv góð prát saman. Fyrst í Maverick, men seinasta árið í Klaksvíkar Timburhandli á Bøgøtu, har hann kom javnan á gátt. Næstan hvørja viku var hann og vitjaði meg og har vóru nógvar góðar og djúpar samrøður, um sjúku, arbeiðið og annað. 


Eirik var eitt positivt og sera arbeitsamt menniskja, sum vildi hjálpa øllum, men sjúkan bleiv ein stór forðing fyri honum og seinasta ár, gavst hann at arbeiða á Klaksvíkar Sleipistøð, vegna hansara álvarsligu sjúku. Hann kom hann niðan til mín dagin eftir, tá ið hann hevði sagt upp, at siga mær, at nú hevði hann givið teimum lykilin, hetta tók honum sera dykt, men sum hann segði, "eg klári ikki at arbeiða meira". Nakrar mánaðar seinni, fekk hann ring boð frá læknanum, har hesin hevði fortalt honum, at sjúkan hevði yvirhála hann og at nú vendist ikki aftur, men róligur sum hann var, segði hann, so verið eg bara noyddir at liva við henni.

Hann var ein stak fittur maður. Gjørdi ongum nakað og tók sær serliga væl av sínum ungu arbeiðsvinum á Sleipistøðini, einamest Hans Arthur, Karsten og Ólavur. Teir fylgist sera nógv og tá ið teir komu á gátt, ja, so var skuldi syngjast og har var tað Ólavur, sum oftast var í fremstu røð, har Eirikkur helt  seg í bakgrundini, Seinasta árið sæst at Eirikkur var mertur av sjúku, hann var troyttir og hevði nógva pínu, men tá tóku vinirnir sær sera væl av honum. Teir gingu túrar við honum og hildu eitt vakið eyga við honum og eg sá, at hasar fýra vóru rættir vinir.

Eirikkur var ein sera dugnaligur smiður og eg rokni við, at Eirikur var einasti Føroyingur, sum dugdi at gera vápn og at fáa gamlar byrsur íordan aftur,  sjálvt maskinbyrsuna, sum bleiv brúkt undir krígnum, fekk hann gjørt aftur og hon stendur á Seglhúsinum, eitt satt meistaraverk. Har standa eisini tríggjar byrsur, ein Týskt, ein Enskt og ein Føroyskt, sum Eirik hevur gjørt.

Í 2013 bleiv Eirik 60 ár og í tí sambandinum var stórur føðingardagur hildin. Nógv fólk var komið saman at heirða honum. Hann og konan sótu so stolt við heiðursborið og man sá, hvussu glað tey vóru við hvønnan annan. Har vóru røður hildnar og Bjørn Kalsø og Gloria hildu eina rimmar røðu vegna familjuna, har tey  fortaldi okkum, hvussu gott menniskja Eirik var og hvussu góður hann var við øll fólk, bæði familjuna, konuna, vinir og ikki at gloyma børnini. Tann røðan segði okkum alt og vit fingu eina nágreinliga lýsing av lívinum hjá Eirikki. 

Eg havi mist ein góðan vin, sum hevur ríka mær mangar løtur í Timburhandlinum og Maverick. Eg vil takka tær fyri okkara góðu løtur saman og tankar mínir leita til tína konu og familjuna, tit hava mist ein góðan mann, lat Jesus pápa styrkja tykkum í tykkara stóru sorg.

Hvíl í friði Eirik.

Símun á Høvdanum




Comments

Landsbyggifelagið fimti ár

2/4/2014

Comments

 
Picture
- Landsbyggifelagið er ein hollur samstarvspartur hjá Tórshavnar kommunu. Felagið er – og hevur verið – partur av flestu av teimum størstu verkætlanunum í kommununi, antin sum ráðgevi ella sum partur av einum arbeiðstakaratoymi, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, í røðu síni á fimti ára føðingardegnum hjá Landsbyggifelagnum í gjár.

- Nógv vatn er runnið í ánna síðani Landsbyggifelagið var sett á stovn fyri 50 árum síðani. Føroyska samfelagið hevur hesi árini verið fyri eini rúkandi menning hvat viðvíkur útbygging av samferðslu kervinum. Tunlar, brúgvar, vegir og havnir eru bygdar runt landið. Og Landsbyggifelagið hevur verið við í nógvum av hesum verkætlanum. 

- Stovnarnir av Landsbyggifelagnum høvdu sínar røtur hjá Landsverkfrøðinginum har teir arbeiddu saman og kendust væl. Jógvan á Lag, Pauli Andreasen og Kristian Jensen vóru nýskapandi menn, sum sóu tørvin á einum ráðgevara felag og stovnaðu tann 1. apríl 1964 Landsbyggifelagið, sum seinni hevur broytt navn til LBF. 

- Tá Landsbyggifelagið var stovnað var lítil gongd í útbyggingum í Føroyum. Nevnast kann, at á fíggjarlógini í 1964 vóru avsettar 6,3 mió. kr. til vegir, havnir og lendingar. 

- Ferð kom av álvara á útbyggingina av samferðslukervinum í 60´inum og 70´inum. Hetta var áðrenn “teldutíðina” so útrokningar vórðu gjørdar í høvdinum og allar tekningar teknaðar við hond. Soleiðis var eisini hjá Landsbyggifelagnum har teldan ikki var nýtt, sum arbeiðsamboð fyrr enn í miðskeiðis av 80´inum. 

- “Tit byggja land”. Seinastu 50 árini hevur Landsbyggifelagið staðið fyri umleið 1700 verkætlanum. Mær hevur latið frætt, at fyrsta verkætlanin hjá Landsbyggifelagnum var at gera eina garagju í Havn. Men skjótt gjørdust uppgávurnar størri og hava tit seinastu 50 árini veruliga verið við at byggja Føroyar. 

- Vegir, havnir, tunlar, brúgvar, útbygging av flogvøllinum, tyrlupallar, farstøðir, bygningar og vatnorkuverk eru alt verkætlanir har Landsbyggifelagið hevur havt ein virknan leiklut. Ja! Landsbyggifelagið hevur verið við í so nógvum av hesum verkætlanum seinastu 50 árini, at felagið má sigast at vera ein partur av føroyskari samferðslu søgu. 

- Men Landsbyggifelagið hevur ikki einans verið við í føroyskum verkætlanum. Felagið hevur saman við MT Højgaard verið við í eini námsvinnu verkætlan í Grønlandi. Í hesum sambandi hevur felagið verið við, at gera tríggjar forkanningar í sambandi við útvinningarverkætlanir. Uppgávan hjá Landsbyggifelagnum hevur verið at tikið sær av øllum, sum hevur havt við vegagerðirnar at gera. 

- Eitt vælútbygt samferðslu kervi er ein fortreyt fyri kappingarføri og evnunum at tillaga seg sum samfelag. Eitt vælútbygt kervi hevur fyrst og fremst alneyðugan týdning fyri vinnulívið, útboðið av arbeiðsplássum, búsetingarmynstri, trivnaðin og menningina í einum samfelag. Í Tórshavnar kommu eru við sera tilvitað um týdningin av einum væl útbygdum samferðslukervi. 

- Í dag hava 86 % av føroysku borgarunum fast vegasamband við høvuðsstaðin. Hetta er eisini neyðugt. Tí, bera vit okkum saman við útheimin, eru Føroyar ein útjaðari, og tí er neyðugt við í minsta lagi einum staði, ið hevur somu tilboð, tænastur og veitingar sum umheimurin. Neyðugt er at hava ein stórstaðardám til tess at fáa og fasthalda skikkaða arbeiðsmegi í Føroyum. Tórshavnar kommuna hevur hendan stórstaðardám í dag og arbeitt verður støðugt vit at flyta okkum frameftir. 

- Landsbyggifelagið er ein hollur samstarvspartur hjá Tórshavnar kommunu. Felagið er – og hevur verið – partur av flestu av teimum størstu verkætlanunum í kommununi, antin sum ráðgevi ella sum partur av einum arbeiðstakaratoymi. Eg kann sum dømi nevna: Útbyggingina av havnaøkinum í Oyrareingjum, atløgubryggjan hjá Norrønu, teir stóru nýmótans skúlarnar í kommununi: Skúlin við Løgmannabreyt, Skúlin á Argjahamri, og aðrar stórar verkætlanir so sum fimleikarahøllin Fimi, Boðanesheimið, Glyvursvegurin, og nú Brúgvin um Sandá.

- Vinnuligt virksemi er fortreytin fyri vøkstri í Tórshavnar kommunu. Eins og eitt væl ment samferðslukervi er fortreytin fyri, at fólk og vinnulív fáa skapt hendan vøkstur. Landsbyggifelagið er eitt arbeiðspláss sum eftirspyr væl lærd starvsfólk. Hjá Landsbyggifelagnum starvast í dag verkfrøðingar, byggifrøðingar, teknarar, landmátarar, umframt starvsfólk í umsitingini. Talan er sostatt um “vitanar arbeiðspláss” sum kann draga væl lærd fólk til Tórshavnar kommunu. At slík arbeiðspláss finnast í kommununi er av alstórum týdning fyri framburðin hjá kommununi. 

- Góðu tit í Landsbyggifelagnum. Tað er mær ein æra at ynskja tykkum hjartaliga tillukku við 50 ára føðingardegnum. 

- Tórshavnar kommuna er fegin um at hava eina fyritøku – og eitt arbeiðspláss - sum tykkum í kommununi. Takk fyri at tit støðugt vísa árræði, hug at bróta upp úr nýggjum og vísa vegin at flyta býin enn longur fram á leið. Takk fyri góða samstarvið, góða ráðgeving og altíð væl úr hondum greitt arbeiði.

- Vit trúgva uppá eina framtíð við nógvum spennandi virksemi, tí hava vit eisini frameftir brúk fyri fyritøkum sum tykkara. Eg fari at enda við at ynskja LBF blíðan byr, við ynski um gott samstarv um spennandi uppgávur eisini í framtíðini, segði Heðin Mortensen at enda.

Kelda: Tórshavnar Kommuna

Comments

RØÐA TIL MÓTTØKU Í FOUNTAIN HÚSI

2/4/2014

Comments

 
Picture
”Idag er der Lys i Overflod,
et Luftsyn er Verden, hvid og blaa!
Det er en Dag for det svimle Mod,
selv Skyggen er overmodigt blaa!

Et Luftsyn er Verden: de kendte Ting
set i et flimrende Spejl af Drøm.
Hvor luer fortroligt de nære Ting
i deres Dragt af ufavnelig Drøm!”

Soleiðis yrkti William Heinesen í yrkingin “Sol og Sne” úr yrkingarsavninum “Sange mod Vaardybet” frá 1927.

Henda yrkingin hóskar væl til dagin í dag, nú tað várar í gomlu Havnini og summari er á veg – eisini her í Heinesens húsi.

“Det er en Dag for det svimle Mod” – “Tað er ein Dagur fyri tað ørandi Dirvi” – dirvið at savna orku, mót og pengar til eitt Fountain hús, sum hevur verið so leingi á væntu og fer at geva teimum, sum hava tørv á tí, møguleikan til at koma í eitt hús - í ein felagsskap, ið rúmar arbeiði, sosiala og javnmetta samveru og motivatión til at skapa sær eina virðiliga og virkna tilveru útfrá egnu treytum.

Fountain hús eru grundað á eina meginreglu um sjálvbodnan limaskap, har limurin er væntaður, ynsktur og tørvaður.

Í einari danskari eftirmeting av Fountain húsunum í Danmark, ið varð gjørd í 2011, verður í fororðinum byrja við einari endurgeving frá einum limi í Fountain húsinum í Vejle, sum sigur: 

“- Og tað haldi eg, er nakað av tí, ein eigur at leggja sær í geyma, at ein psykiatari kennir meg á ein hátt, mín kontaktpersónur kennir meg á ein annan hátt, men her (í Fountain húsinum) síggja tey eina meira fullfíggjaða mynd av mær, tí her brúka vit nógv meira tíð saman.”

Endurgevingin endurspeglar tað holistiska menniskjasýnið - ta menniskjafatan, sum seyrar ígjøgnum Fountain húsini, og hátturin arbeitt verður uppá. 

Menniskja verður sæð í síni heild, við øllum sínum ymsu aspektum, og sjóneykan verður ikki einans sett á sjúkuna ella avmarkingarnar, ið hon viðførir. 

Fountain húsið bjóðar harumframt ein sosialan felagsskap, har tú fær loyvið til at menna teg – at útfolda teg – og brúka títt tilfeingið, og á hendan hátt hevur tú ábyrgd fyri at megna egið lív. 

Súna Mørk og Súsanna Winther Poulsen, tit báðar, hava saman við øðrum nú í fleiri ár, miðvíst og áhaldandi arbeitt framímóti at skapa henda møguleikan fyri sálarveik í Føroyum. Og eg gleðist um, at tað eydnaðist at fáa játtað 2 mió. kr. á løgtingsins fíggjarlóg til endamálið. 

Arbeiðið hjá tykkum hevur verið merkt av professionalismu, dygd, og sakligheit. 

Tit hava vent tykkum til politiska tað umhvørvið, til almenningin, til stuðlar í Føroyum og í Danmark, og biðið um stuðul og hjálp, soleiðis at hesin dreymurin kundi gerast veruleiki. Og tað er loyvt at droyma, og tað er loyvt at biðja um stuðul og hjálp. Og í dag standa vit so her, í fyrsta Fountain Húsinum í Føroyum. 

Gaman í er hetta fyrsta stigið ein royndarverkætlan í trý ár, har tit fáa høvi til at gera tykkara royndir, at staðfesta tørvin, og hvussu eitt Fountain Hús best kann virka í føroyska landslagnum. Við tykkara drúgvu royndum og eldhuga, ivist eg onga løtu í, at henda verkætlanin fer at eydnast.

Royndirnar í okkara grannalondum vísa, at alt fleiri fólk enda varandi uttanfyri arbeiðsmarknaðin. Samstundis er tað eitt vaksandi tal av ungum, sum vera fyritíðar¬pensjónistar. Og hækkingin er serliga orsakað av, at alsamt fleiri fólk fáa sálarligar sjúkur og sálarligar trupulleikar. 

Í Danmark hækkaði talið av fólki, ið blivu fyritíðarpensjónistar vegna sálarligum sjúkum og sálarligum trupulleikum við 79% í tíðarskeiðinum 2000-2008. Hetta hevur havt við sær, at neyðugt er við nýhugsan. Eitt nú er greitt, at tað eru fleiri, sum hava sálarligar trupulleikar, sum samstundis virka rímiliga væl í gerandisdegnum. Hesi hava tørv á minni víðfevndum átøkum, so sum massiv psykiatriska viðgerðartilboð og møguligar innleggingar. Heldur tørvar teimum stuðul at megna at varðveita eitt arbeiðið og megna egið lív. Her er Fountain Húsið eitt sera gott tilboð, samstundis sum aðrir møguleikar eisini eru í almennu skipanunum.

Í fjør fingu vit lógina um arbeiðsfremjandi tiltøk, og við henni hevur Almannaverkið fingið fleiri amboð at nýta til at skapa ein rúmligan arbeiðsmarknað og gera átøk til tess at fyribyrgja, at fólk enda varandi uttanfyri arbeiðsmarknaðin. Eisini á øðrum økjum á almannaøkinum, eru átøk og tilboð, sum skulu verða við til at hjálpa fólki, sum á ein ella annan hátt hava trupult við at varðveita tilknýtið til arbeiðsmarknaðin. Her havi eg eisini hug til at vísa á Dugna, sum bæði hevur skúla, verkstøð og arbeiðstilboð. Tað er mín vón, at samstarvið við hesar skipanir fer at eydnast væl, soleiðis at tit í felag kunnu lyfta hesa stóru uppgávu. 

Eg fari at enda við einum broti úr eina yrking av Williami, úr sama yrkingasavni, “Sange fra Vaardybet”, ið eitur “Blomster i Sne”. Við hesum fari eg at ynskja tykkum og komandi limum í Fountain húsinum allar bestu eydnu og blíðan byr.

"Dybe er disse Blomsterøjne,
afsindsdybe – nej, dybe som Sind,
der bøjer sig glædesberust og forsagt:
de ved, at Verden, skønt blændet og blind, 
har en Kærne af Ømhed, kender dens Magt,
spejler dens Magt i leende Øjne."

Comments

Strandarlandsemja um svartkjaft

1/4/2014

Comments

 
Picture
Strandarlondini Føroyar, Ísland, Noreg og ES eru í dag vorðin samd um, at heildarkvotan av svartkjafti fyri 2014 skal vera 1,2 mió. tons. Kvotan, sum strandarlondini býta teirra millum, verður 1.105.000 tons tons. Restin av kvotuni er sett av til altjóða sjógv, har serstakliga Russland hevur søguligan fiskiskap at vísa á.

Eins og fyri 2013 var neyðugt við fleiri samráðingarumførum, innan ein semja varð fingin. Tær seinastu samráðingarnar hava verið um telefon og teldupostsamskifti millum strandarlondini við Russlandi sum eygleiðara.

Avgerðin um at áseta heildarkvotuna til 1,2 mió. tons er tikin við støði í ráðgeving frá ICES. Talan er um eina munandi hækking í heildarkvotuni samanborið við 2013, tá heildarkvotan var 643.000 tons.

Sambært avtaluni millum strandarlondini frá 2005 er føroyski parturin av strandarlanda-kvotuni 26,125 % svarandi til 288.549 tons í 2014. Føroyar hava í sínámillum samráðingunum við Russland latið Russlandi 75.000 tons av føroysku svartkjaftakvotuni. Í sínámillum avtaluni við ES lata Føroyar ES 2.000 tons av føroysku kvotuni, og ES letur Føroyum 15.000 tons av teirra.

Samstundis, sum strandarlondini eru vorðin samd, eru eisini gjørdar sínámillum avtalur millum Føroyar og Noreg og millum Noreg og ES um atgongd hjá norskum skipum at fiska ein part av teirra strandarlandakvotu í ávikavist føroyskum sjógvi og í ES sjógvi. Sambært avtaluni millum Føroyar og Noreg kunnu norsk skip fiska 44.180 tons av svartkjafti í føroyskum sjógvi, meðan føroysk skip kunnu fiska 22.090 tons í norskum sjógvi. Føroyar og ES hava framman undan avtalað, at føroysk skip kunnu fiska 25.000 tons av síni kvotu í ES sjógvi og ES skip 25.000 tons í føroyskum sjógvi.

Jacob Vestergaard líkar hesar avtalurnar væl. “Svartkjaftaavtalan økir munandi um veiðimøguleikarnar hjá føroyskum skipum í 2014. Við hesi avtaluni og avtalunum, ið framman undan eru gjørdar við ES og Noreg, eru forðingarnar, sum ES og Noreg settu Føroyum í sambandi við makrelósemjuna í 2011, ruddaðar av vegnum.”

Jacob Vestergaard ásannar kortini, at stríðið um viðurkenning um rætt Føroya til tilfeingið ikki er liðugt, men frá føroyskari síðu vilja vit líta fram eftir í okkara samstarvi við hini strandarlondini.


Comments
Forward>>
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.