Maria og Kent hava bæði tvey nógvar royndir innan ferðavinnuna og á teirra heimasíðu www.make.fo eru tey farin í holt við at fáa tey ferðandi at koma til okkara vakra land at ferðast.
Mangir aðrir túrar vera skipaðir av Make Travel - og spennandi verður, at síggja hesa nýggju ferðastovu folda seg út. Bæði Kent og Maria duga sera væl, at stíla fyri túrum (bæði innanlands og uttanlands) og ongin ivi er í, at framtíðin fer at vera bjørt hjá Make Travel.
Vilt tú vita meira um Make Travel - trýst HER ella vitja teirra Facebook síðu HER ...
Vit á Norðoya Portali ynskja Mariu og Kent hjartaliga tillukku við fyritøkuni og alt tað besta frameftir.
JáH (y) 21.10.2014